skúlanum í Vestmanna. Okkum tørvar eina bjargingarlínu og skipara á brúnni. Soleiðis taka lærarar í Vestmanna til í einum brævi, tey nú hava sent Mentamálaráðnum, Undirvísingarstýrinum, Skúlastýrinum í Vestmanna [...] tað visti hon ikki. Tey siga, at feskasta dømi, sum ikki stendur í skrivinum, tí tað er skrivað áðrenn, er, at lærararnir skuldu vera í skúla hesar seinastu dagarnar at leggja næsta ár til rættis. Men tey [...] slett ikki, siga lærararnir. Tey vísa eisini á, at skúlastjórin tekur mest sum ikki lut í tiltøkum á skúlanum, hvørki í samband við framløgur, vitjanir, føroyskan dans, føstulávint, konsertir ella sjónleik
lítlari samkomu í gjár nýtti Súni í Hjøllum, borgartjóri í Nes kommunu, høvi vegna kommununa at takka Mikael Jóhan fyri hansara stóra arbeiði at menna ta lokalu sang-og tónleikamentanina í heimliga umhvørvinum [...] lærari í Tofta skúla síðan 1986, hevur Mikael Jóhan Heinesen valt at gevast sum lærari. Hann fer nú saman við familjuni til Danmarkar at búgva. Mikael Jóhan Heinesen hevur verið serstakliga virkin í næru [...] hansara alt tað besta, blíðan byr og Guðs signing, nú tey skulu byrja eitt nýtt kapittul á lívsleiðini í Danmark.
Elinborg Højgaard vaskað í skúlanum, siga tey í Nes kommunu. Í gjár var fráfaringarløta fyri trúgva og drúgva starvsfelaganum. Løtan var í Tofta skúla. Her nýtti borgarstjórin, Súni í Hjøllum, høvi vegna Nes [...] Højgaard á Toftum hevur verið í starvi sum vaskifólk hjá Nes kommunu í samfull 41 ár. Um stutta tíð rundar hon tey sjeyti, og nú hevur hon valt at gevast eftir hesa longu tíð í starvi. - Meginpartin av tíðini
juni 1942 – andaðist 27. nov. 2020) vóru hvør í sínum lagi varðar í søguni hjá kórinum, kirkjuni, musikkskúlanum, bygdini og landinum. Teir vuksu upp í stórum barnaflokki, har kirkjan var kjølfestan. [...] hann eisini kórleiðari. Jóannes gekk í fótasporum bróðursins. Hann fór av oynni, tók læraraprógv og og var urguspælari í Havn eitt langt áramál. Tá ið nýggja urgan kom í 1983 vendi Jóannes heim aftur til [...] konsertina fer kórið at støkka inn á gólvið í Gamla Skúla. Jóannes var føddur á jóansøku í 1942 og hevði tískil verið fyltur 80 ár.
og í hondunum eitt prógv. Nakað, sum tit hava uppiborið. Og nakað, sum tit kanska í ov stóran mun taka fyri givið. *** Í Freetown í Sierra Leone høvdu tey leingi havt trupulleikar av burturkasti. Í áravís [...] fyri hvussu nógv virðið í landinum er økt í einum ávísum tíðarskeiði. Tað vil siga virðið á samlaðu framleiðsluni í landinum. Tað vita tit sjálvandi, sum hava fylgt væl við í samfelagstímunum. Tá vit [...] hava funnið útav eftirhondini, at tað heldur ikki í longdini. Náttúran heldur ikki í longdini. Vit halda ikki í longdini. Gera vit vistskipanirnar upp í krónum og oyrum, so leggja tær eina billiard hvørt
síðani vóru tær í starvsvenjing í 18 vikur. So aftur á skúlabonk í tríggjar mánaðir í skúla og so aftur 20 vikur í starvsvenjing, áðrenn tær nú fingu prógvið. Í fjør var eisini ein flokkur av tikin inn at [...] Í dag hava sjey kvinnur tikið prógv sum námsfrøðihjálpari á Heilsuskúlanum í Suðuroy. Tey eru søgulig, tí hetta er fyrstu ferð, at nakar fær hesi prógvini í Føroyum yvirhøvur. Hetta er ein útbúgving, sum [...] stovn í eini roynd at bøta um starvsfólkatrotið á dagstovnaøkinum. Vivie Davidsen, skúlastjóri, sigur, at hesar byrjaðu á skúlanum fyri tveimum árum síðani. Fyrst gingu tey eitt hálvt ár í skúla og síðani
2022 verður hildin í Vági, og í kvøld verður hol sett á skránna. Byrjað verður við skúmbaði fyri børn og barnsligar sálir kl. 19.00 við Vágs skúla. Gjørt er klárt til jóansøkubál í tríkantinum, ið vanliga [...] vanliga eisini er miðdepil fyri kenda nýgjárshaldinum í Vági. Klokkan 21:00 í kvøld verður bál og felagssangur, og eftir hetta fer Ingi Poulsen, ið annars hevur gjørt vart við seg sum sangari, at halda røðu
Símun Heinesen, ið gongur Tøknibreytini, hevur í morgun sum ársins fyrsta pisa fingið húgvuna á høvdið. Tað var lærarin í Tøkni A, Jens Pauli Joensen, ið gav honum húgvuna. Hjartaliga til lukku við húgvuni [...] húgvuni, Símun. Prógvini verða, sum siður er og veðrið er til vildar, handað í viðarlundini úti í Grøv mikudagin 22. juni kl. 13. Aftaná er drekkamuður á skúlanum.
hava seinasta hálva árið verið í Danmark í skúla, og komu so seint sum í gjárkvøldið aftur til Føroyar. Vit fegnast um henda góða lokala styrkin, og gleða okkum at síggja teir í ÍF blusuni aftur, skrivar ÍF [...] ÍF boðar í kvøld frá, at Sámal Zachariassen og Tóri Nolsøe Olsen er komnir aftur til felagið. Teir hava verið uttanlands í útbúgvingarørindum, men eru nú tøkir aftur. - Vit kunnu í dag bera tey góðu tíðindi [...] kappingarárið, eftir niðurflytingina í fjør. Fleiri spælarar valdu at royna aðrar leiðir, og tí var ivasamt hvussu kappingarført liðið fór at verða í ár. Tað er blivið til 29 stig í 12 dystinum. Tað er eitt færri
Dyssegaard verið leiðari í Tofta kvøldskúla. Áki, sum er ættaður úr Løgumkloster í Danmark, er búsitandi á Strondum. Hann er útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur verið lærari í Tofta skúla síðan 2018. Áki Dyssegaard [...] Dyssegaard hevur ynskt at fara frá sum leiðari í Tofta Kvøldskúla, og í vár samtykti Nes kommuna at seta Johnleif Gerðisá sum kvøldskúlaleiðara frá 1. august 2022 at rokna. Seinnapartin varð skipað fyri fundi [...] og nýsetti leiðarin høvdu høvi at tosa nærri um kvøldskúlaskipanina. Vegna Nes kommunu takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Áka Dysseggard fyri tíðinda sum kvøldskúlaleiðari og frøddist um, at fleiri nýggj