Flytir til Danmarkar við familjuni at búgva

Umframt at hava verið lærari, hevur Mikael Jóhan Heinesen eisini verið røktingarmaður, kórleiðari og organistur.

 

Mikael Jóhan Heinesen, sum flytir niður at búgva, hevur verið serstakliga virkin í nærumhvørvinum.

Eftir at hava starvast sum lærari í Tofta skúla síðan 1986, hevur Mikael Jóhan Heinesen valt at gevast sum lærari. Hann fer nú saman við familjuni til Danmarkar at búgva.

 

Mikael Jóhan Heinesen hevur verið serstakliga virkin í nærumhvørvinum. Umframt at hava verið lærari, hevur hann eisini verið røktingarmaður, kórleiðari og organistur.

 

Á lítlari samkomu í gjár nýtti Súni í Hjøllum, borgartjóri í Nes kommunu, høvi vegna kommununa at takka Mikael Jóhan fyri hansara stóra arbeiði at menna ta lokalu sang-og tónleikamentanina í heimliga umhvørvinum.

 

Borgarstjórin takkaði honum hjartaliga fyri, at hann hevði verið so góður at heita á, tá kommunan skipaði fyri tiltøkum, har sangur og tónleikur skuldi framførast.

 

Vegna Nes kommunu ynskti borgarstjórin Mikael Jóhan Heinesen og familju hansara alt tað besta, blíðan byr og Guðs signing, nú tey skulu byrja eitt nýtt kapittul á lívsleiðini í Danmark.

 

 

Mikael Jóhan Heinesen, sum flytir niður at búgva, hevur verið serstakliga virkin í nærumhvørvinum.