grannalondunum«. Ljóðaði sum um, at tað var so í øllum førum nakað vit kundu ugga okkum við. Men tað veldst kanska um tað oyra, sum skal hoyra? Ljóðaði fyri mær, sum um tað fyrra var keðilig, men at vit kundu ugga [...] ugga okkum við einum gleðiligum enda. Men er tað nú soleiðis, ella kundi tað kanska verið so, at tað gleðiliga var keðiligt og tað keðiliga gleðiligt? Vaksandi nýtsla Heilivágur móti tunglyndi hevur verið [...] Vóru tíðindini keðilig ella gleðilig ella bæði? Og hvat var keðiligt og hvat var gleðiligt? Yvirskrivtina mugu tit halda mær til góðar. Men tað var hetta knortluta navnið »eydnubollar«. Ein óheppin umseting
burtur haðani fyrr um dagin. Men var tað so, at vandi var fyri fólkinum, skuldu teir fara. Tað var ikki annað enn teirra skylda at bjarga fólki, sum var í neyð á sjónum. Tað var framvegis líka svart í mjørka [...] august 1959 um morgunin vóru teir á veg inn í Føroyingahavnina. Tað var tjúkt í mjørka, so siglt varð varisliga. Radari var eingin, so útkikk var har frammi. Meðan teir sigla soleiðis, hoyra teir tokulúður [...] skipið lá, sum tað lá. Men tað vísti seg ikki, sum portugisiski skiparin var sinnaður til tess. »Hann tók húgvuna av høvdinum og takkaði fyri tilboðið,« sigur Levi, sum tó skilti, at tað fóru teir ikki
greiðir Julia frá. Tað var ein sokallaður góður vinur í familjuni, sum framdi illgerðina ímóti Juliu. Hann var ofta í heiminum, nærum gerandisgestur, og av tí at hann var tannáringur, var tað eingin sum gáaði [...] Tíðarskeiðið frá eg var sjey ára gomul til eg var tólv ár minnist eg ikki. Tað er fullkomiliga burtur í mínum hugaheimi. Men misnýtslan er farið fram áðrenn, frá eg var fimm til eg var uml. seks-sjey ára [...] bara, at tað eg føldi var púra vanligt við fyrsta barninum. Men einki var vanligt, tí eg orkaði ikki so frægt sum at taka mær av honum og vildi einki hava við hann at gera. Tað eg hevði brúk fyri var sálarfrøðilig
verið eftir gággu til agn, samstundis sum egningin var í gongd inni í einum skúri á havnalagnum. Jan var nú sjálvur til arbeiðis umborð á bátinum, har hann var í holtur við ymiskar praktiskar uppgávur umborð [...] Oyrarbakki: Tað er ikki av besta veðri, tá útróðrarbáturin "Gunnvá" kemur stimandi suður gjøgnum Sundalagið henda hósmorgunin. Tað er væl av vindi og tætt eru millum teir grovu ælingarnar norðaneftir. [...] hann enn einaferð kann staðfesta, at lítið er til av gággu. -Tað er ikki so nógv at fáa her á fjørðinum. Og orsøkin er hin einfalda, at tað verður so nógv roynt eftir gággu, sigur Jan Jacobsen. Harður
ikki var serliga gott, men eg hopaði alla tíðina uppá at tað bara ljóðaði ógvusligari enn tað var, men tað var tað tíverri ikki, sigur Ári Mohr Jónsson. Tað síðsta, ið eg ynskti at hoyra Føroyski landsli [...] helst var um álvarsaman skaða. - Tað sum hendi var, at eg skifti rætning og í tí eg seti av, situr beinið hjá mær fast í vøllinum, og eg hoyri eitt orduligt brak í knænum. Eg visti beinavegin, at tað ikki [...] løtuni, ætlar sær tó at koma fyri seg aftur, men veit at tað krevur hart arbeiði. - Sjálvsagt verður man ógvuliga keddur, tá man fær slík boð. Tað var tað síðsta, ið eg ynskti at hoyra, tí eg veit hvussu leingi
hótta grannan. Tað var eina náttina í vetur, at maðurin skal hava gjørt tekin til grannakonuna, sum eisini er systkinabarn sítt, um at hann skuldi skera hálsin yvir á henni. Tað hevur í longri tíð verið nakað [...] styggja hundar. Hon segði, at hetta var fyri at steðga hundunum í grannalagnum, millum annað tann hjá grannanum, frá at gera frá sær runt um hús síni. Hetta kvøldið var sonur mansins farin at biðja kvinnuna [...] n. Hon blakaði hann á dyr, men fylgdi aftan á honum, tí hon var bangin fyri, at hann fór at oyðileggja hundakløkkaran, segði hon. Tá er tað, at maðurin skal hava gjørt teknið móti kvinnuni aftur, sum so
- Hetta gongur skjótt fyri seg, tí vanliga avgreiða vit lánið innan tveir tímar. Tað tekur vanliga eitt sindur longri hjá bilasøluni at gera bilin kláran, men tá tú fært hann, er alt liðugt og avgreitt [...] Síðani nýggja tænastan hjá Tryggingarfelagnum Føroyar fór av bakkastokki, hevur tað verið eitt spæl at keypt sær nýggjan bil - soleiðis at skilja, at eitt bilkeyp kann avgreiðast skjótt og væl, uttan at [...] trygging. Talan er um eina sera einfalda tænastu, ið vendir sær til øll, ið ogna sær ein bil - óansæð um tað snýr seg um ein nýggjan ella brúktan bil. Harumframt hava vit bíliga biltrygging at bjóða, og tí kann
Petur í Grund leggur hana út. Edvard Hermansen vísir á, at tað vóru tvey av trimum limafeløgum á fundi. Einasta landsnevndarumboð, sum ikki møtti, var umboðið fyri Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, sum er felagið [...] Eysturoynni. Edvard Hermansen sigur, at hann hevur veruliga í longri tíð roynt at hitta landsnevndarumboðið í Eysturoynni í felagsørindum, men tað hevur ikki eydnast. Somu royndir hevur Sosialurin gjørt líka [...] lokalfelag ella ein fólkavaldur politikari stilla eit valevni upp, og tað gjørdi hann so sjálvur. Hann sigur eisini, at eftir at hann var skotin upp sum formansvalevni, fekk hann váttan frá nevndini í Eysturoyar
føroyskt flagg. Tað eru vágbingar, sum hava keypt trolarin at fiska rækjur við. Teir hava keypt hann ístaðin fyri South Island, sum varð seld einum amerikanskum felag í heyst. Tað var beint fyri jól, at [...] ímillum 50 og 60 milliónir. Hann skal fiska fyri góðar 30 milliónir um árið fyri at bera seg. Men tað heldur Eli Frederiksen, at góð útlit skuldi verið til. Tí hann sigur, at hesin báturin er væl størri [...] nógv betri við hesum bátinum, enn við tí gamla, sigur reiðarin. Hann sigur, at nú fáa teir gjørt longri túrar, og hann væntar eisini, at teir fara á Flemmish Cap við hesum nýggja bátinum. Har hava føroyingar
meg: - Um tað ikki var einsligt og óinteressant at búgva soleiðis. - Hann svaraði mær sera skilagott aftur: »Jú, tað var kanska eitt sindur einsligt. Men einbýlið varð ongatíð so høgt mett, at tað ikki var [...] morgunin vit hittu Havgrím við húsi síni var hann farin árla á føtur. Longu tá tað fór at lýsa fyri degi um seks-tíðina, var hann klárur til dagsins verk. Veðrið var av tí allar fagrasta og eftir honum bíðaðu [...] takið í gjár, og nú skal eg gera tað seinasta. Aftaná tað skal tað hvíta hava ein umgang aftrat, sigur hann. Seyðurin sigur frá veðrinum Hóast onkur kann halda, at tað man vera einsligt hjá Havgrími her