ótu tað rátt. Tað hildu teir smakkaði andskræmiligt og teir søgdu, at tað var tað einasta av føroyskum mati, sum teimum ikki dámdi av tí, teir høvdu roynt, Men tá ið teir so fingu at vita, at tað skuldi [...] kókast áðrenn tað kundi eta, skiltu teir tað eitt sindur betri. Annars hildu teir seg vita, at grønlendingar ótu rátt tvøst av nýveiddum kópi og teir hildu, at føroyingar gjørdu tað sama. Men tað royndina máttu [...] So sigast kann, at arbeiðið er fjølbroytt, heldur hann. Tað, sum teir gera í smiðjuni er í fyrsta lagi at sandblása. Síðan verður metalliserað. Tað vil siga, sigur Jens Pauli, at zink verður sprænt beinleiðis
Tað er ikki nógv lív við egningarskúrarnar í Klaksvík henda fyrrapartin. Veðrið í gjár var ikki til nakað serligt virksemi uttandura, men inni í fleiri av skúrunum tókust menn við at egna stampar. Ein [...] hevur kortini verið einsamallur tey seinastu árini. Tí, sum hann sigur: - Tað er so kostnaðarmikið at rógva út. Tað koyrir, men tað koyrir sera tungt. Hann hugsar her um tær útreiðslurnar, sum eru m.a. í [...] Ein teirra var Magnus, sum einsamallur í sínum skúri var í ferð við at egna seinastu húkarnar í einum av stampum sínum. Magnus hevur roynt mangt og hvat innan sjóvinnu, men hevur seinnu árini róð einsamallur
tá skipið kom á Vestmanna í 1966. Tað var táverandi bygdaráðslimurin í Vestmanna, Jákup Follend, ið helt røðu, eins og reiðari og skipari eisini søgdu nøkur orð. Inni í pubbini verða síðan myndir at síggja [...] sum var fyrsti hekkutrolari, ið føroyingar áttu. Fyri fáum árum síðan gav Birgir W. Høgnesen út áhugaverda bók um skipið, men tá samanum kom fekk hann so nógv tilfar at arbeiða við, at hugsingur var ikki [...] so steðgur verður ímillum sýningarnar, sigur hann. Skúlaskipið Høvundurin sigur, at Kap Farvel, sum var heimahoyrandi í Vestmanna árini 1966-1975, á mannamunni mangan varð róptur ”skúlaskipið” í Vestmanna
vallirnar, í Gundadali er tað tað almenna sum byggir. Hoyrast rópini so stutt, man lítil dugur verða í teimum. Fyrr stóðu áskoðarnir hálvan metur inni á vøllinum og róptu, men tað gav so ikki betri bóltspæl [...] Tað var við stórum áhuga eg las greinina hjá Vagni um Tórsvallar ætlanina. Eg fari sum heild at taka fult undir við Vagni í sjónarmiðum hansara. Sjónarmiðini eru ikki nýggj, men hava ikki havt nakran møguleika [...] rennibreytin eisini var kring vøllin eru bæði láturlig og grátulig. Aðrastaðni verða rennibreytir ikki lagdar saman við fótbóltsvøllunum verður sagt. Munurin er bert tann at aðrastaðni eru tað feløgini sjálv
nema sær kunnleika um tað, sum finst millum fjals og fjøru, og um tað sum hevur veingir. Hetta er ein hentur háttur at læra børnini um tað, sum finst í føroysku náttúruni. Júst hetta var eisini ein av fyrimununum [...] nógv um føroysku steinsløgini í skúlanum. - Tað er gott at fáa meiri at vita um hetta, og so er tað eisini sera spennandi, siga tær báðar við ein munn. Tað eru kortini ikki bara tær sum fegnast um hetta [...] við 10 ára gomlu vinkonuna, Honnu. Góð undirtøka Tað er ikki at taka seg aftur í, at hesin heystfagnaðurin er væl umtóktur millum bæði børn og vaksin. Inni í framsýningarhøllini er ein øgilig málageipan
um tú so keypir allan kaggan. Og tað stendur ikki á at selja, nógv fólk eru kring kaggan og har minkar í hvørjum. Longur inni í krókinum stendur ein og selir grind. Tað má vera finnigarfiskurin í havnagrindini [...] hevur verið til fleiri dagar, at tað ber til at brúka eintalsvendingina, at fara eftir havhesti og ikki havhestum. Men meldingarnar eru ymiskað, tí kring Lítlu Dímum var sjógvurin hvítur av hesum feitu [...] at koyra í ovnin. -Vit hava havt langar dagar, átta tímar í gjár og tað er bert hendinga bátur sum er komin yvir 100 havhestar. Tað er nógv minni til í ár enn í fjør, sigur Jaspur, meðan hann potar ein
m um, hvat støðin skal liggja, so er tað sligið fast. Poul Mohr er annars ikki ein vónsvikin maður, nú tað ikki bar til hjá Tórshavnar Skipasmiðju og Asco. Men tað skerst ikki burtur, at teir hava lagt [...] kundu og kanska eitt sindur meira. Vit fingu so ikki uppgávuna og tað má vera tí, at teir í Runavík hava verið meira dugnaligir enn vit og tað respekteri eg fult út. Eg ynski teimum tillukku sigur Poul Mohr [...] Skipasmiðja eigur so kortini tvey virki inni í Eysturoynni, Skála Skipasmiðju og Mekaniska Verkstaðin í Runavík, sum ætlandi verða við í virkseminum. Men tað veldst so um, hvør sleppur uppí part sigur
í túninum. Og talið av fólki inni í SMS samsvaraði við bilarnar uttanfyri. Tá klokkan var farin eitt sindur av átta spældu All That Rain á torginum, og til tíðir varð tað eitt sindur trongligt. Fólk í [...] bleika húðin var vorðin reyð av hitanum. Og hinvegin, kanska føroyingar eru náttarravnar, tí ímóti midnáttarleiti var ein rúgva av fólki í miðbýnum, har tú fekk varhugan av, at hetta var mestsum ein lítil [...] kanska eitt fólkaslag, ið velur at halda seg innandura, tí tað vóru ikki so nógv fólk í miðbýnum um níggju tíðina fríggjakvøldið, sjálvt um veðrið var av tí allarbesta. Men á teimum, sum úti vóru, sást týðiliga
hann hevði verið á staðnum, hevði vunnið. Um tað var dr Cook ella Peary var likamikið fyri Amundsen. Innanst inni ivaðist hann um nakar hevði verið á pólinum. Tað er ein onnur søga sum vit koma til seinni [...] Amundsen. Men inni i viðkvama sinni Amundsens broyttist nakað. Tað veit søgan at fortelja okkum nú aftaná. Dreymurin um at vera fyrsti maður á Norðpólinum var brostin. Eitt ár aftaná at Cook var komin á Norðpólin [...] 1909. Seinni stóðst stríð av, hvør av hesum varð fyrstur. Amunsden var greiður yvir, at tað hevði ongan týdning hvør var fyrstur á tað matematiska punktið, sum eitur Norðpólurin. Tann, sum kom fyrst við
lenda. Og um so var, at trygdin ikki var í lagi, eiga allar útbyggingar at verða steðgaðar beinanvegin. Tí vit kunnu ikki rokna við, at ein longri vøllur hevur við sær tær stóru broytingarnar. Einastu broytingar [...] at siga nøkur orð um málið. Fyri tað fyrsta mugu vit staðiliga afturvísa, at ivi er um trygdina! Vit sita sum evstu ábyrgdarar fyri hundraðtals ferðafólki dagliga. Var minsti ivi um ta operationellu trygdina [...] grundgevingin, at tað fer at geva betri trygd og reglusemi. Hetta skilja vit ikki. Tí, sum sagt: Trygdin er í lagi sum nú er. Tá ivamál eru, lenda vit ikki i Vágum. Vit lenda bara, tá tað er trygt at lenda