Kap Farvel á skránni í Vestmanna

Leygarkvøldið verður skipað fyri eini øðrvísi hugnaløtu á Bryggjuni í Vestmanna, har ymiskt, sum ikki kom við í bókina hjá Birgiri W. Høgnesen um hekkutrolaran Kap Farvel, verður á skránni

Hugnakvøld

 

Vestmenningar hava eitt serligt tilknýti til skipanavnið Kap Farvel, sum var fyrsti hekkutrolari, ið føroyingar áttu.

Fyri fáum árum síðan gav Birgir W. Høgnesen út áhugaverda bók um skipið, men tá samanum kom fekk hann so nógv tilfar at arbeiða við, at hugsingur var ikki um hjá honum at fáa alt við.

Tilfar, sum lá niðurfyri, er eitt nú myndir, sum eru tiknar umborð, smalfilmar, sum eisini eru tiknir av lívi og arbeiði eins og landingum. Haraftrat eru bandsamrøður, sum eru frá tíðini, tá skipið kom til bygdar.

Nú hevur so Barry Bláhamar, leiðari á Bryggjuni í Vestmanna, heitt á rithøvundan um at gera burtur úr tí tilfari, sum lá eftir.

Leygarkvøldið klokkan 21 verða so hetta tilfar at síggja og hoyra á lokalu pubbini í Vestmanna.

Høvundurin, Birgir W. Høgnesen, sigur, at nógvar myndir verða at síggja, eins og nevndu smalfilmar.

- Vit fara at skipa tiltakið soleiðis, at tá fólk koma innar í gongina í pubbini, fara tey at hoyra bandupptøku frá móttøkuni, tá skipið kom á Vestmanna í 1966. Tað var táverandi bygdaráðslimurin í Vestmanna, Jákup Follend, ið helt røðu, eins og reiðari og skipari eisini søgdu nøkur orð.

Inni í pubbini verða síðan myndir at síggja, eins og smalfilmar verða sýndir.

Birgir W. Høgnesen sigur, at filmirnir munnu vara ein tíma ella so, og her eru nógvir persónar at síggja, sum fólk fara at kenna aftur. Sama er við forvitnisligu myndunum.

- Helst verður filmurin býttur í tvey, so steðgur verður ímillum sýningarnar, sigur hann.

 

Skúlaskipið

Høvundurin sigur, at Kap Farvel, sum var heimahoyrandi í Vestmanna árini 1966-1975, á mannamunni mangan varð róptur ”skúlaskipið” í Vestmanna.

- Nógvir mans og nógvir ungir dreingir vóru við hesum skipi. Onkrar túrar lá manningartalið um 40, men vanliga talið mundi liggja um 30 – alt eftir, hvør veiðan var.

Birgir W. Høgnesen sigur seg vóna, at nógv fólk fara at koma til tiltakið, sum er alment – og ókeypis.

- Vit hava eisini skipað so fyri, at lokalir harmonikuleikarar fara at spæla undir til nakrar sjómanssangir, meðan tiltakið er, sigur høvundurin.