kring Norðurlond. Í temapartinum eru samrøður við høvundar sum t.d. Johan Harstad, ið skrivaði bókina Buzz Aldrin hvor ble det av deg i alt myldret , Thomas Boberg, innstillaður til Norðurlandavirðislønina [...] avblást bæði innan norðurlendskar bókmentir og av onkrum, sum annars hevur gingið á odda í hesum ráki i Føroyum. Føroyskt tilfar Outsider Magazin hevur hesuferð sett sær fyri at ummæla allar føroyskar bøkur
seg upp um ein komandi undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Tórshavnar kommunu. So hvørt sum stríðið fløktist og harðnaði og varð avsporað við ongum proportiónum, endaði tað við einum crescendo [...] at frætta, hvussu til stóð við mínum brøvum; eg spurdi eisini, um eg kanska var ”blackaður” í Sosialinum. Tú svaraði mær, at tað var eg so avgjørt ikki. Av tí at tann fyrra greinin var vorðin so gomul [...] dagblaði, sum kemur út meira enn eina ferð um vikuna, hevur skert tað grundlógartryggjaða skrivifrælsið? Í realskúlanum høvdu vit ein dugnaligan og dámligan lærara í týskum – cand. mag. Chr. Haraldsen
tekur slík mál í so stórum álvara, at orsøkin verður funnin. Nógv verður gjørt burtur úr fyribyrging av ymsum slag. Seinastu dagarnar hava vit hoyrt nógv um ein húk í Klaksvík, sum setir f [...] trygdina hjá arbeiðsfólki, men tá so lítið verður gjørt burtur úr trygdini í heimunum, so heldur logikkurin líkasum ikki. Seinastu dagarnar hevur tryggingarfelagið gjørt nógv burtur úr at
boðskapurin hjá Kára Petersen, búskaparfrøðingi, á Vinnudegnum, sum var hildin í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Tað er altíð áhugavert at hoyra, hvussu vit kunnu gjalda minni í skatti – og kortini [...] 450-500 milliónir krónur um árið. Eitt gjald til hvønn skattgjaldara, tað bretar nevndur poll-tax, t. d. 1.000 kr um mánaðin, kundi givið 300 milliónir krónur um árið. Hann mælir til hægri skrásetingargjald
undir politisku skipanini, so er vandi á ferð. Okkurt bendir á, at endmálið við at leggja niður landsbanka og hagstovu og at skipa hesar stovnar sum deildir undir landsstýrismanninum [...] trúvirði og kreditvirði landsins. Tað er eftir øllum at døma komið óvart á nógv, at vit hava eitt so reaktionert stýri í hesum landi, sum í fleiri førum fer óhugnaliga lætt um tær spælireglur, sum [...] sóu tað við skattingini av pensjónini. Vit síggja tað nú við pensjónsaldrinum, sum skal hækkast longu á nýggjárinum. Hóast løgmaður sigur, at so verður ikki, so svitast ikki, at Jørgen
børnini tað uttanat við at syngja tað við lagnum til »Vilt tú, vilt tú«. Roynið sjálvi: A Á B C D Ð E F G H I Í J K L M N O Ó P Q R S T U Ú V W X Y Ý Z Æ Ø Hann helt enntá, at danska »å« og íslendska »Þ« [...] um okkurt orð líkist donskum, so er tað ikki føroyskt. Onnur halda tað eisini vera politiskt motiverað hjá øðrum, at vit skulu hava c, q, w, x og y inn í føroyska stavraðið. Málráðið sigur seg eisini [...] stavraðnum. Og tá tey siga »varðveita«, so er tað tí, at teir longu eru har sambært Føroysku orðabókini, sum eisini verður nevnd »Móðurmálsorðabókin«. Tey sum eru ímóti forfjónaðu stavunum
Tað segði Mikkjal Thomesen frá narkoløgregluni við Sosialin mánadagin. Hann hevði eisini ta døpru staðfesting, at einki er, sum bendir á, at misnýtslan í Føroyum er í minking. Hetta fær [...] fær okkum at hugsa um ta kanning, sum Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetrinum saman við íslendskum granskara gjørdi millum 9. og 10 floksnæmingar í Føroyum og í Íslandi í fjør, sum vísti, at [...] sklíkar uppalingaruppgávur skúgvaðar undir skúlan. Men tað skerst ikki burt, at høvuðsábyrgdina fyri hesum hava foreldrini. Men tá ein slík kanning verður sett á breddan – og víst verður á,
at verið avtikin – er tað mest ósolidariska tiltakið, vit kunnu finna uppá. Og at leggja allar inntøkurnar til tunlarnar oman á brennievnið er heldur ikki serliga samhaldsfast, tí tá [...] Álvaratos. Nú er hetta kjakið rættiliga farið út av sporinum. Vit eru eitt pinkuland, við einum sera avmarkaðum vegakervi. Vit hava brúkt milliardir upp á at menna undirstøðukervið, sum er sera [...] kanska er inspirerað úr Danmark, og sum er um at kosta danska Javnaðarflokkinum stjórnarvaldið – at leggja ein gjaldsring rundan um høvuðsstaðin. Hann sær fyri sær, at Tórshavnar Kommuna
fyri at lýsa eitt mál seriøst og til fulnar ella ikki. Tað kunnu lesararnir døma um. Á hesum stað skal i øllum førum verða sagt, at rithøvundurin hevur neyvan fylgt nóg væl við í sjálvstýristilgongdini, tá [...] skriving framvegis ber brá av vantandi tilvitan, ja vantandi tilvitan um fólkaræðilig rættindi. Sum t.d. tá rithøvundurin fýlist at teknara Sosialsins, Óla Petersen. Óli er satiriskur teknari. Og gjørdi hann [...] er sloppið undan. Vit minnast jú karikturin av Jógvani Sundstein, Atla Dam, Ivan Johannesen, Jógvan I. Olsen ella Maritu Pateresen sum skúlafrøkun í løgmansstarvi. Jens Pauli Heinesen hevur skrivifrælsi
so troytt av politikarunm, at tey ikki vildu fáast við politikk - og tá fólk felst hildu hánt um politikk og politikarar. Hetta sást best á løgtingsvalinum í kreppuni í 1994, tá politiskir fundir vórðu [...] okkum triðingin av ríkisveitingini, og vit hava tikið yvir fleiri málsøki við tí erpna endamálinum, at vit sjálvi skulu valda og gjalda. Men meðan politiska skipanin í offarakæti hevur dansað [...] at hon »ikki visti, hvussu álvarsligar avleiðingar sparingin fekk«, varð hetta broytt í løgtinginum í gjár. Spurningurin er so, um tað er politiskt ella umsitingarligt dugnaloysi sum valdar