ODDAGREIN: Vantandi víðskygni

Rithøvundurin Jens Pauli Heinesen hevði týsdagin viðmerkingar og hugleiðingar um politisku støðuna í tjóðskaparspurninginum. Tey flestu, sum ikki eru sambandsfólk, kunnu helst taka undir við nógvum av tí, sum rithøvundurin skrivar.

 

Somuleiðis kunnu flestu føroyingar taka undir við teimum vælskrivaðu brotunum, sum Jens Pauli tekur úr greinum hjá Jørgen-Frantz Jacobsen. Jørgen-Frantz var sjálvstýrismaður, men hann var ikki fanatiskur, og hann sá eisini nuansurnar, sum er ónatúrliga týdningarmikið, um viðkomandi skal fáa umdømi at verða seriøsur ella ikki.

So er spurningurin, um rithøvundurin og samfelagsrevsarin hevur tær neyðugu nuansurnar, sum skulu til fyri at lýsa eitt mál seriøst og til fulnar ella ikki. Tað kunnu lesararnir døma um. Á hesum stað skal i øllum førum verða sagt, at rithøvundurin hevur neyvan fylgt nóg væl við í sjálvstýristilgongdini, tá hann koyrir Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin í sama leyp.

Tað var Javnaðarflokkurin, sum aftur setti ferð á orðaskifti um føroyskt sjálvstýri og sjálvbjargni eftir landsfund floksins í 1997. Tá boðaði flokkurin frá, at hann fór av øllum alvi at virka fyri eini skrá, sum flokkurin kallar uppskot um eina sjálvstýrislóg. Henda ætlan hevur til endamáls at taka av heimastýrislógina og seta ein nýggjan sáttmála í gildi. Eftir hesum sáttmála skulu føroyingar kunna yvirtaka írestandi málsøki, tá landsstýrið og løgtingið ynskja og samtykkja tað. Eftir hesum leisti verða yvirtøkur framdar, tá orka og førleiki eru til tað. Tá øll málsøki eru yvirtikin, og tá vit sjálvi megna at reka føroyska húsarhaldið, ber til at taka avgerð, um vit loysa og stovna føroyska lýðveldi ella ikki.

Hetta er ikki sambandspolitikkur, men ein konstruktivur og hóvligur sjálvstýrispolitikkur. Og gamalt er, at fram kemur hann, sum hóvliga fer. Fram koma vit ikki, um vit bara brúka skuldsetingar, um hvør er sambandsmaður ella ikki, um vit eru nassireyvar ella ikki. Og so er líka mikið um hesi ókvæmisorðini koma úr einum býi á Sælandi ella koma úr Føroyum. Hetta er líka so óseriøst, sum tá Edmund Joensen kallar Javnaðarflokkin fyri loysingarflokk, samstundis sum Hergeir Nielsen ella Jens Pauli Heinesen kalla Javnaðarflokkin fyri ein sambandsflokk.

Sagt verður ofta, at vit eru eitt upplýst fólk. Men sjálvt í hesi tíð við øktum og betri tíðindaflutningi - í informatiónsøldini - mugu vit ásanna, at nógv skriving framvegis ber brá av vantandi tilvitan, ja vantandi tilvitan um fólkaræðilig rættindi. Sum t.d. tá rithøvundurin fýlist at teknara Sosialsins, Óla Petersen. Óli er satiriskur teknari. Og gjørdi hann ikki satiru burtur úr sitandi landsstýrið, løgmanni, varaløgmanni ella landsstýrismanninum í mentamálum hevði hann ikki fingurin á pulsinum. So virkaði hann sum teknari í totaliterum stati.

Einki landsstýri er sloppið undan. Vit minnast jú karikturin av Jógvani Sundstein, Atla Dam, Ivan Johannesen, Jógvan I. Olsen ella Maritu Pateresen sum skúlafrøkun í løgmansstarvi. Jens Pauli Heinesen hevur skrivifrælsi og ein satiriskur teknari má eisini koma undir frælsi at siga sína hugsan í tekningum og linjum. Øll onnur hugsan er heimføðislig. Men hann er ikki tann fyrsti. Bæði lærari og bókaútgevari og listaummælari hevur skuldsett teknaran fyri at renna sambandsørindi. Hetta vísir bara, at vit kunnu ikki lyfta okkum upp um tað smáliga og heimføðisliga lyndið, sum vit eru fongd við, hóast allur skúlaskapur miðjar ímóti størri tolsemi og víðskygni.