Teir byrjaðu við stíli og endaðu við manér. Viðhvørt dalaði ferðin eitt vet, og onkuntíð kiksaði okkurt. Men samanumtikið var tað ein stórsligin konsert, sum ber boð um ein nýggjan stjørnubólk, ið verður verðandi eitt stórt navn í nógv ár afturat.
##med2##
Trummarin fyrst við solo. Síðani bassisturin við pumpandi undirspæli. So gittaristurin við støji. At enda sangarin við skríggi. Soleiðis komu teir út, og eg var seldur beinanvegin. Tíðliga í konsertini hoyri eg onkran siga: "Em og C. Sum at vera í Losjuni!" Og tað var akkurát tað. Hetta ljóðaði alvorliga av einum 90'ara Prix Føroyar bólki, sum ikki fyrr enn nú er komin undan kavi. Teir mugu hava verið kryogeniskt niðurfrystir, tí eru bara 18 ára gamlir. Men teir spæla, sum teir vóru á lívi í Seattle, tá grungemusikkurin var í velmaktini. Teir høvdu givið Gestum skarpan gang, um teir spældu til sama umfar. Á sama hátt sum Ólavur Jákupsson úr gestum hevur Jóni Strøm eina heilt serstaka rødd, sum kann umvenda eina og hvørja áskoðarafjøld. Jóni ger tað best, tá hann skríggjar, men hann kann eisini vera bleytur og eymur, tá honum hóvar. Hetta var røddin, sum Føroyar bíðaðu eftir í 90unum – nú er hon her. Nú eru Tunghoyrt her.
##med3##
Fyrst var heldur tómligt, men fólkið streymaði á Spæliplássið sum børn til bomm. Líkt er til, at harður rokktónleikur gevur samljóð millum tey ungu, sum av sonnum hava tikið Tunghoyrt til sín. Faktist tykist tað sum, at hesin bólkurin kann sameina nokk so nógv – í øllum førum popputar ungdómar, millenial metalhøvd og hipstarar í øllum aldursbólkum. Her er nakað hjá teimum flestu at fjeppast um. Ikki minst tá teir spældu Killing in the Name Of hjá Rage Against the Machine. Ikki eitt eyga turt, og fá grasstrá, sum ikki blivu trampað í moshpittum.
##med4##
Alt í alt: Ein framúrskarandi konsert. Tað var fyrstu ferð, eg hoyrdi hesar 18 ára gomlu dreingirnar, og eg gleði meg longu til næstu ferð.