Grindin varð mett at vera um 50 hval, og tað var væl mett. 51 hvalir eru nú merktir, og tað bleiv til 343 skinn til samans. Býtt verður í 670 drápspartar. Tað var á middegi í dag, at boðað varð frá grind [...] grind yviri við Strond. Grindin flutti seg skjótt suður eftir og hildið varð, at hon var sloppin. Stutt eftir hetta komu bátar á hana við Glyvursnes, og hon varð síðani rikin inn á Sandagerð. Sambært Finnboga [...] varð dripin klokkan 14:36 og fimm minuttir seinni var alt drápið liðugt. Nógv fólk høvdu leitað sær oman út í Sandagerð, tá grindin legði beinini um hálvgunn trý tíðina í dag. Síggj myndir frá grindadrápinum
mist arbeiðið. Men lat tað vera greitt, at fiskivinnunýskipanin ikki kann vera orsøkin til, at Hanus heldur seg vera noyddan at selja, sigur Aksel V. Johannesen. Hann vísir á, at í 2017 var føroyska kvotan [...] ógvuliga harmur um, at manningin á Sjúrðabergi missir arbeiðið, men at Hanus Hansen selur eitt skip, er helst tí at tað er gott fyri fyritøkuna. Tað hevur als einki við fiskivinnunýskipanina at gera. Tað staðfestir [...] Somu reiðarí keyptu so at siga alla kvotuna, og hava tískil nøkulunda somu kvotu at fiska í 2018, sum tey vildu havt uttan fiskivinnunýskipanina. – Tað harmar meg almikið, at manningin á Sjúrðabergi hevur
vísti seg at vera rættiliga dýrt at halda hetta skeiðið, tí tað kostaði nógv at flyta eitt heilt stoyparí og útgerð til Føroya. Smyril Line og Tórshavnar Kommuna stuðlaðu teimum, so tað bar til at halda skeiðið [...] hugsaðu vit, at tað hevði verið stuttligt at samlað allar saman og stillað teir oman her á fiskatorgið, meðan vit fingu ein kopp av kaffi, sigur danski bronsustoyparin, Troels Buse. Umframt at hava skipað [...] leirlistafólk. Vóna at síggja meira til bronsustoyping í Føroyum Tey bæði vóna, at hetta kann vera byrjanin til meira virksemi innan bronsustoyping í Føroyum. Listafólkasamband Føroya fer skjótt at húsast í Hoydølum
fóru teir so at sigla ímóti hesum. Hetta var av berari tilvild, at teir komu teimum til hjálpar og tóku “Ellu” uppá sleip. Tá ið teir komu á Vág, lá “Norðfari” klárt at sigla og at fara at leita eftir teimum [...] í 18 ár, varð hann biðin um at koma í málingahandilin hjá Henning Joensen at arbeiða. Har dámdi honum so sera væl at vera, og virkaði hann har, til árini blivu so mong, at hann mátti leggja frá sær. B [...] egið borð, og at tit í heila taki tóku hann til tykkara. Eftir at Olávus var blivin eldri maður og givin við at hava skip og sum skipari fór hann til Danmarkar at læra seg at rætta kumpas. Hetta hevði
-- Teir fara at undir tak at hvíla seg í fagrastu líkindum í Gundadali, har sólin skínur oman og niðan. Klaksvíkingar eiga at iðra seg um, at tað stutt undan steðginum eydnaðist gestunum at skora málið [...] málið, sum teir komu til Føroya at fáa. Spurningurin er, um KÍ fer at spenna álopsbogan eitt sindur meiri, enn heimaliðið higartil hevur gjørt. Tað kennist ikki at vera so stórur munur á liðunum. HÁLVLEIKUR [...] er akkurát ov stuttur at stýra bóltin í málið. 38) 0-0 KÍ hevur sera gott tak á verjuspælinum, og klaksvíkingar tykjast vera sera tilvitaðir um, at hjá teimum snýr tað seg um at brúka langa tíð, tá ið
10 krónur í panti verða lagdar oman á gløsini við øli og øðrum, sum verður selt á G! Festivalinum, sum byrjar í dag. – Vit vilja ikki vera tey, sum blaka plast á sjógv, søgdu fyriskiparirnir av G! Festivalinum [...] tíggju krónur næstu ferð, tey keypur eina øl ella annað drekkandi. – Hetta gera vit fyri at eggja fólki til at endurnýta síni gløs, sigur Sigvør Laksá. Eisini kanst tú savna gløs inn og fáa pengar inn [...] felags fet fram móti eini grønari festivalframtíð. Talan er um nýggj endurnýtslugløs, sum er fyrsta stig at minka um plastdálkingina á festivalinum. Tað er Dávur Djurhuus, sum hevur gjørt tekstirnar á gløsunum
ferðast, fær eina heldur sjáldsama søgu at fortelja, tá ið hann kemur heim aftur, tí Føroyaferðin varð honum meiri spennandi enn hann hevði hugsað sær, at hon fór at vera. Hann var farin, einsamallur í bili [...] niðanfyri vegin fyri at venda, men bilurin fór á glið. Og alt hann royndi at fáa bilin upp á vegin aftur, tess longri oman gleið hann. – Bilurin gleið heilt oman á sjálva eggina, har hann steðgaði, beint [...] Løgreglan sigur, at maðurin var ómetaliga heppin, tí eingin visti av, at hann var farin tann vegin. So fór hann út av, hevði hann neyvan verið saknaður fyrrenn eina ferð, tey har heima funnu út av, at hann ikki
tað rætta at eta til dessert um summarið, og hóast ísurin er góður, so er onkuntíð gott at royna okkurt annað. Eingin ivi er um, at berini eru best hesa ársins tíð. Um frísk ber ikki eru at fáa, so ber [...] bakipappíri. Hell mjøl á borðið, stoyt deiggið út á borðið og rulla tað út. Ansa eftir, at tú nýtir nokk av mjøli, so at deiggið ikki setir seg fast. Rulla deiggið upp á kakurulluna og lyft tað síðani yvir [...] eggin verður eitt sindur ójøvn, endaúrslitið verður kortini gott. Stoyt berblandingina oman yvir botnin, men lat tað vera ein kant upp á eini fimm til seks sentimetrar eftir allan vegin runt. Tá berini eru
navnið Sand og hevur umleið 20 sitipláss inni. Harumframt ber til at seta seg oman á sandin at eta. Sunda kommuna upplýsir, at kaffistovan fer at selja døgurðamat og dessert umframt kaffi og leskidrykkir. Opið [...] nakrar av hesum bygdunum og gevur eisini fólki møguleikan at vinna nakað av pengum av ferðavinnuni, um vilji er fyri tí. Viljin tykist at vera til staðar í Tjørnuvík har hjúnini Søren Magnussen og Naiana [...] fyri Føroyum sum ferðamannaland. Mett verður at árliga vitja umleið 100.000 ferðafólk tær tríggjar bygdirnar Tjørnuvík, Saksun og Gjógv. Tað er eingin loyna, at økti ferðafólkastreymurin gevur nógv lív til
Tað er at vóna, at vestmenningar megna at varðveita henda søguliga bát í framtíðini, sigur hann. Flotin savnast við Fútaklett klokkan 17.30 og siglir so saman inn á Vestmanna, har lagt verður at bryggju [...] møguleika at sigla við. Um líkindini vera til tað, so er ætlanin at sigla við seglum suður eftir og geva sær góða tíð. Eftir skránni skulu skipini leggja við Mullers Pakkhús kl 19. - so er bara at vóna, at [...] gleða okkum til at vera saman við tykkum og vóna, at vit fáa eitt gott og hugnaligt kvøld saman.