dystinum kom Búgvi fram um við einum Koka, og hann fekk hildið hesa leiðsluna líka til bert ein minuttur var eftir av dystinum. Tá fekk Peter kastað Búgva og skoraði Yoku fyri kastið, og hetta gjørdist sostatt [...] nevnd ?Sveedish Open 1997?. Hetta er ein stór opin kapping, har luttakarar koma úr fleiri londum, og Búgvi Poulsen hevur teknað luttøku í hesari kapping. Tá Búgvi verður spurdur um vónirnar til hesa kapping [...] kapping svarar hann heldur lítillátin, at tær ikki eru betri enn til aðrar kappingar. ? Tað velst alt um hvussu nógvir og hvørjir luttakararnir vera í kappingini, sigur Búgvi. - Í Svøríki eru nógvir ógvuliga
rásirnar eru í døpurhuga um hetta keypið, tí tær óttast fyri, at Canal+ fer at selja dystirnar úr Englandi so dýrt, at tað verður ikki hugsandi at keypa teir. Í DR siga teir, at um Canal+ ásetur ein ov høgan [...] fyrsti, sum er millum Blackburn og Chelsea, verður nú leygardagin. Óvissa um komandi kappingarár Longu nú hevur óvissa stungið seg upp um, hvussu tað verður við enskum fótbólti í SvF næsta kappingarár. Franska
Annað umfar í liðkappingini í talvi hevði við sær, at liðið hjá Kollafjarða Talvfelag styrkti um sína støðu í oddinum í 1. deild. Havnin er framvegis beint í hølunum á Kollafirði, men klaksvíkingar, sum [...] mistu hálvtannað stig samanborið við bæði Kollafjørð og Havnina. Í hinum endanum styrkti Streymur um sína støðu. Teir lógu aftast eftir fyrsta umfarið, men frá einum avsmurningi í fyrsta umfari fóru teir [...] umfari, hittust í øðrum umfari, og av teimum sum taptu, var tað bert Streymur, sum fekk betri úrslit hetta vikuskiftið. Streymur menti seg Tveir dystir vóru í Klaksvík sunnudagin. Klaksvíkar Talvfelag hevur
Har greiddi Peder Haahr frá um royndirnar við íslendsku mjólkineytunum og um seyðaroyndirnar, farið verður undir í næstum. Grønlendingar hava seinastu tíggju árini økt munandi um seyðahaldið. Millum annað [...] Íslendskur djóralækni vísir á, at sukursjúka er ikki so vanlig í Íslandi, sum aðrastaðni. Hetta heldur hann kann koma av, at íslendingar hava egið neytaslag, og at mjólkin frá teimum er við til at halda [...] Uppskriftin er, umframt miðvíst aliarbeiði, eisini at røkja seyðin ordiliga, sigur hon. Hann skal vera inni um veturin. Og tað alt avgerandi er, at hann verður fóðraður rætt og nokk. Annars kann alt gera tað sama
ovu upp í Keypmannahavn í beinleiðis kapping við Blue Atlantic. Men hetta er als ikki so, sigur Magni Arge. Hann harmast hinvegin um, at Blue Atlantic noyðist at lata aftur, tí felagið seldi jú flogferðir [...] Í samband við greinina í Sosialinum leygardagin um, at ferðaskrivstovan Blue Atlantic lat aftur, hevur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog vent sær til blaðið við eini viðmerking. Magni Arge sigur, at tað
skaldskapi hansara enn hetta, og tað prógvar serliga seinasta yrkingasavnið Kirkjurnar á havsins botni. Hetta er, haldi eg, nakað av tí besta sum er givið út á føroyskum yvirhøvur. Nokk um tað. Eitt afturvendandi [...] golvað afturímóti...« Í endanum av kapittlinum hoyra vit um eina óvanliga pornografiska søgu, ið gongur fyri seg á kirkjuloftinum í kirkjutíð. Hetta skal lesarin tó sjálvur sleppa at uppliva. Tað er eisini [...] Guðs úrvalda fólk, skal hava Guðs úrvalda land. Men hetta tykist óbeinleiðis ganga ímóti boðskapinum í nýggja testamenti. Hvør skal duga at avgerða um, hvør er meiri útvaldur enn ein annar. Fyri hesar zionistar
Tí ræður um at umbiða sær atgongumerki í góðari tíð. Leikurin³Ísblomstrið³ verður bert sýndur einar 10 - 12 ferðir. Umleið 6. desember verður Leikhúsjól á skránni í Sjónleikarhúsinum. Hetta er fyrsta [...] verður fyrstu ferð framsýndur leygarkvøldið 22. november kl. 19. Eyð Matras er leikstjóri. Leikurin er um eini gomul hjún, sum búgva í Finnmørkini. Konan hevur verið sjúk leingi, men nú er hon vorðin so sálarliga [...] eru Jytte Joensen, Hilmar Joensen og Karlot H. Jacobsen. Eyð Matras, leikstjóri, vil ikki siga meir um leikin, sum eftir hvat skilst, fær ein óvanligan enda. Leikurin er skrivaður út frá gomlum søgum, sum
varð hildið undir heitinum »Vit gloyma ikki okkara vón um frið«. Alt hetta sigur nakað um, hvussu stór spjaðingin er millum ísraelar, tá talan er um hugburðin og viljan til frið við palestinar. Tað var, [...] n verið tann, sum vit kenna, at lokalar nevndir avgera hetta. Alt hetta síggja mótstøðumenn Netanyahus sum eina roynd frá honum at halda fast um maktina fyri ein og hvønn prís og vísa á, at við einum slíkum [...] Yigal Amir ? ið gjørdi hetta, hevði ta sannføring, at Rabin var bæði landasvíkjari og svíkjari móti øllum heimsins jødum. Á ráðharraplássinum í Tell Aviv og í gøtunum uttan um hann savnaðust henda dagin
fólki inn um Tórsvøll. Rennarin Niels Jákup Jakobsen segði í einum lesarabrævi herfyri, at FIFA krevur ein trygdargeila um allar vøllir, og at hetta júst er rennibreytin, sum gjørd verður um nýggja grasvøllin [...] norðurlendskum fótbóltsfundi var, at rennibreyt ikki skuldi gerast um nýggja grasvøllin í Gundadali. Hetta eru alt fólk, sum einans hugsa um fótbólt og lítið leggja í, hvussu aðrar ítróttagreinar hava tað [...] sum heldur, at føroyingar kunnu gera seg galdandi í einmansítrótti, um venjingarumstøðurnar eru til tess. Her verður aftur hugsað um frælsa ítróttin. Fótbóltssambandið hevur gjørt dygdararbeiði seinastu
lu. Johan Petersen heldur ikki, at talan eru um so stór mál, at tað ikki letur seg gera at seta tey í verk. Tað verður hvørki í ár ella næsta ár. Men um nøkur ár ivist eg ikki í, at tað ber til at hava [...] sjónvarpsleiðsla hava viljað sett áramál á. Tað veldst um so mangt. Tekniska menningin kann føra við sær, at málini verða broytt. Og ikki minst veldst alt um, hvussu nógvar pengar, sjónvarpið fer at arbeiða [...] 30 miljónir at arbeiða fyri um árið. Á lønarlistanum hjá SvF standa ímillum 40 og 50 fólk. Men nevndin og leiðslan í sjónvarpinum leggja stóran dent á, at talan skal verða um eina náttúrliga menning.