Tórsvøllur, rennibreyt og dulnevnd lesarabrøv

Nú í longri tíð hava í bløðunum verið fleiri dulnevnd lesarabrøv um Tórsvøll. Persónurin ella persónarnir aftan fyri dulnevndu lesarabrøvini finnast serliga at, at rennibreyt verður um nýggja grasvøllin í Gundadali.


Dulnevndu persónarnir siga, at rennibreytin ger, at tann rætti fótbóltsstemningurin ongantíð verður um nýggja grasvøllin, tí áskoðararnir sita ov langt frá vøllinum.

Eisini hoyrdu vit í Útvarpinum sunnukvøldið, at niðurstøða á norðurlendskum fótbóltsfundi var, at rennibreyt ikki skuldi gerast um nýggja grasvøllin í Gundadali.

Hetta eru alt fólk, sum einans hugsa um fótbólt og lítið leggja í, hvussu aðrar ítróttagreinar hava tað í Føroyum.

Tað er tvætl, sum hesir snævurskygdu fótbóltspersónar royna at billa fólki inn um Tórsvøll. Rennarin Niels Jákup Jakobsen segði í einum lesarabrævi herfyri, at FIFA krevur ein trygdargeila um allar vøllir, og at hetta júst er rennibreytin, sum gjørd verður um nýggja grasvøllin í Gundadali.

Dulnenvdu persónarnir hava ikki sæð faldaran um Tórsvøll, tí í honum sæst, at áskoðarar ikki koma at sita við endarnar. Teir koma ikki at sita longri frá spælarunum, enn teir vanliga gera til landskappingardystir.

Tíbetur vil fyrireikingarnevndin ikki svara øllum dulnevndu lesarabrøvunum um Tórsvøll. Líkamikið hvussu nógv lesarabrøv verða skrivað, so sigur tað seg sjálvt, at Tórshavnar Kommuna fer ikki at vera við til at byggja eitt stadion fyri 26 milliónir krónur til nakrar fáar fótbóltsdystir um árið.

Vil Fótbótlssambandið gera eitt stadion, sum einans skal hýsa fótbólti, so skal tað ikki liggja í Gundadali.


Frælsi ítrótturin

Verður Tórsvøllur gjørdur, so skal nýggja ítróttarøkið sjálvandi eisini hýsa øðrum tiltøkum enn nøkrum fáum fótbóltsdystum. Her verður serliga hugsað um frælsa ítróttin, sum ongar umstøður hevur í Havn. Havnin skal sjálvandi kunna fyrireika Oyggjaleikir, skúlaítróttadagar og onnur stór uttandura tiltøk.

Undirritaði er ein av teimum sum heldur, at føroyingar kunnu gera seg galdandi í einmansítrótti, um venjingarumstøðurnar eru til tess. Her verður aftur hugsað um frælsa ítróttin.

Fótbóltssambandið hevur gjørt dygdararbeiði seinastu árini, og føroyingar hava fingið heiðurlig fótbóltsúrslit ímóti stórum fótbóltstjóðum. Men vit koma allar tíðir at vera ein »pinkutjóð« í altjóða fótbóltshøpi.

Tí skulu dulnevndu persónarnir ikki vera so keddir, at rennibreyt verður um nýggja grasvøllin í Gundadali. Vit hava framvegis møguleikan at flyta heimadyst ímóti Spania ella øðrum inn á Svangaskarð, um tað er rennibrytin sum ger, at vit tapa ov nógvar heimadystir.

Annars haldi eg, at dulnevndu persónarnir eiga at koma fram í ljósið, tí eitt dulnevnt lesarabræv hevur ikki stórt virði í mínari verð.

Tað sær annars út til, at duldu lesarabrøvini um Tórsvøll koma øll úr sama reiðri, og vónandi lata ÍSF formaðurin, Heðin Mortensen, og hinir limirnir í Tórsvallarnevndini seg ikki ávirka av snævurskygdu fótbótlsfólkunum.

Høvuðsstaðurin skal sjálvandi hava eitt stadion, sum kann hýsa øðrum ítróttargreinum enn bert fótbólti.

Og í hesum sambandi kundi tú hugsa tær eitt orðaskifti um ítróttin í Havn yvirhøvur.


Vagnur Michelsen