fyri seg. Hon sigur, at hon fer heldur ikki eyga á sosialpolitikkin hjá nýggju samgonguni. Men hon fegnast um, at ætlanin er at gera heimarøktartænastuna til eina døgntænastu. Somuleiðis heldur hon, at samgongan [...] sigur, at hon vónar Tjóðveldislokkurin er so mikið at sær komin, at hann forðar fyri tí. Men hon hevur ikki fult álit á tí kortini. Tí tað fyrsta uppskotið, sum kom fram um arbeiðsrætt, hevði Signar á Brúnni [...] leyðsliga orðað. Men tey fáu orðini, sum eru skrivað, eru so borgarlig sum eg veit ikki hvat. Hon sigur, at báði hon, og fleiri aðrir fakfelagsleiðarar, stúra fyri viðurskiftunum hjá verkafólki og løntakarum
konu, sum var næmingur saman við teimum, og sum býr á bygd, koma um Kára Hornið. Hon var eisini rópt inn á Kondittaríið, og hon visti eisini at siga frá øðrum næmingum. Seinni var ein mynd tikin og sett í [...] fóru tær hvør til sítt, eftir ein ógloymandi dag. Anna Egholm var 17 ára gomul, tá hon fór á Háskúlan í sínari tíð. Hon búði á Glyvrum, og fyri ungar gentur tá í tíðini, var tað ein dreymur at sleppa á [...] tríggjar deyðar og bert tvær okkara kundu ikki koma við. Ein triða noyddist at senda avboð, av tí at hon er sjúkrasystir og skuldi til Danmarkar við einum sjúklingi, sigur Marianna Joaensen, sum er ógvuliga
tveir javnleikir, meðan teir í HB hava seks stig fyri tveir eitt mála sigrar. Hevði gamla skipanin verið galdandi, so hevði munurin bara verið tvey stig. Nú er hann fýra. Bólkingin Tað er nógv at spæla [...] longur. Sumbingar vunnu á heimavølli móti ÍF. Í Sumba hava teir langt síðani staðfest, at tað verður torført, og teir frøðast um hvørt stigið, sum kemur til høldar. Hjá ÍF var tunnligt í steypakappingini í
Jarnskor at gera mál, tá tíggju minuttir restaðu av fyrra umfarinum, gjørdi tað minni torført at halda tørn, enn tað annars hevði verið. Málið kom, tá Magni Jarnskor eftir miðásinum streyk ímillum miðverjarnar [...] fáa øll stigini frá gøtumonnum. Tað gingu bara tveir minuttir frá dystarbyrjan til Kim Ejdesgaard hevði reyða kortið á lofti: Miðvallararnir Fróði Benjaminsen og Sámal Joensen brustu saman, toftamaðurin [...] lá skerflatur, tí luftin var farin úr honum. Dómarin leyp til og hugdi á linjuverjan, men hesin hevði einki sæð, og eingin av teimum gulu og bláu segði seg skilja, hví toftamaðurin hoyknaði saman! ? Eg
Tað var bara at klúgva upp um garðin, so var hon har. Sum barn var hon ikki einans mín fastur. Hon var eisini omman hjá míni bestu vinkonu. Og so var hon so sera góð við lítlabeiggja sín, pápa mín. Og [...] bíða eftir, at hon var liðug at stákast og kom at seta seg. Henda sterka, sjálvstøðuga kvinna lærdi tíðliga lívsins skuggasíður at kenna. Í besta aldri, við lívinum framman fyri sær, misti hon mannin og varð [...] øll á garðinum. Tað var so løgið við Hinnu. Jú eldri eg varð, yngri gjørdist hon. Eg kundi tosa við hana um alt og visti, at hon skilti meg. Vit gingu til føroyskan dans og høvdu mong onnur felags áhugamál
óvæntað sjón: »Czarurin« lá har, hann skuldi, men havið var alt horvið! Stóri munurin á flóð og fjøru hevði við sær, at báturin nú mátti berast ein sera drúgvan tein, áðrenn komið varð aftur út á djúpari sjógv [...] varð av. Úrslitið gjørdist, at »Czar« endaði næstaftastur og flutti harvið niður í bólk C. Serliga torført var kanska við árunum, sum vóru ójavnar í longd. Eisini høvdu pinnarnir lyndi til at brotna eins [...] sum kundi verið øðrvísi, men samanumtikið er neyvan líkt til, at nøkur onnur manning har á staðnum hevði fingið so frægt úrslit undir somu fortreytum, sum vórðu settar vestmenningum á Scilly. Allastaðni
henni, skuldu teir royna at skilja tey at, men føroyingurin bað teir spyrja gentuna, hvat hon segði, og hon hevði einki ímóti at dansa við føroyinginum. Tá lupu teir á føroyingin. Sambært vitnunum, sum nú [...] hann ikki og legði á eitt konufólk sum arbeiddi á støðini, og hon er nú eisini avhoyrd og hevur givið løgregluni sína frágreiðing. Hon hevði eisini fingið onkran snuddin. Bæði føroyingurin og konufólkið
er ikki heppið. Men um ongin onnur loysn verður funnin, gerst einki annað enn at útbyggja hana, har hon er - sjálvt um hetta helst enn meira fer at býta sjúkrahúsøkið í tvey. Tygum skjóta upp at leggja veg [...] landssjúkrahúsøkið, og um nøkur ár - tá sjúkrahúsið fer at byggja tann vegin - er støðan aftur sum hon er í dag, at ein høvuðsvegur býtir sjúkrahúsøkið í tvey. Haraftrat er at siga, at hetta uppskotið eisini [...] og fremst samráðst við hann, tí festið skuldi lata øki til vegagerðina. Hann skilti støðuna, sum hevði tikið seg upp, og í brævi til Tórshavnar býráð, dagfest 25. mars 1987, góðtekur hann, eftir at hava
Forsætisráðharrin í Malaysia, Datuk Dr Mahathir, sigur við Straits Times í Singapore í gjár, at Malaysia hevði ein dreym um at gerast eitt ídnaðarland áðrenn áðrenn ár 2020, men teir eru ikki so vísir longur. [...] Hetta er fýra ferðir minni enn vøksturin seinastu fimm árini og afturgongdin byrjaði í fjør. Mahathir hevði í gjár ein fund við amerikanskar handilsmenn og hann segði, at nú vónaði hann, at tað ringasta var [...] vanligari talu KL, eru tveir stórir statir á norðursíðuni á stóru oynni Kalimantan, ella Borneo, sum hon varð kallað fyrr. Allastaðni merkja fólk til kreppuna. Gjaldoyra, Ringidurin, er viknaður munandi seinastu
at frætt úr Malakka strætinum. Verri hevur staðið til í Suður kinesiska havinum. ?Petro Rangers? hevði ligið á redini í Singapore og var á veg norðureftir, tá skipið var tikið. BBC visti at siga, at s [...] skipið til eitt annað tangaskip, sum teir hava eftirlit við og umskipa oljuna í sjónum Tað er sera torført at finna eitt skip, sum er rænt av sjórænarum, tí sum sagt navn og sereykenni eru fjald. Sambart