Heykarnir í Fólkaflokkinum hava sett síni týðiligu spor

­ Ingeborg Vinther, formaður í størstafakfelagnum, Føroya Arbeiðaarafelag ræðist nýggja samgonguskjalið. Tað er so borgarligt sum eg veit ikki hvat. Og tað er so leyst orðað, at eg frykti fyri tí versta

­Har Fólkaflokkurin er uppi í, er øll grund hjá okkum til at stúra, tí eg síggi fólkaflokkin sum ein stóran vanda fyri tey lágløntu og tey minni mentu.

­ Og tað er týðiligt, at heykarnir í Fólkaflokkinum eiga síni spor í tí nýggja samgonguskjalinum, tí eg haldi, at hann hevur fingið í so nógv av sínum politikki við í tað.

­ Tað nyttar ikki hjá Tjóðveldisflokkinum bara at hugasa um tað tjóðskaparliga. Hann má eisini hugsa um tað sosiala, men tað er meiri ivasmat við tí eftir samfonguskjalinum at døma.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag, ræðist tað nýggja samgonguskjalið ímillum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldisflokkin.

­ Fyri tað fyrsta er samgonguskjalið stutt, og ógvuliga leyðsliga orðað.

­ Men tey fáu orðini, sum eru skrivað, eru so borgarlig sum eg veit ikki hvat.

Hon sigur, at báði hon, og fleiri aðrir fakfelagsleiðarar, stúra fyri viðurskiftunum hjá verkafólki og løntakarum í tí lægra endanum yvirhøvur.

­ Samgonguskjalið er so leyðsliga orðað, at vit fáa lítið og onki at vita um, hvat samgongan í veruleikanum ætlar.

­ Og av tí at vit fáa so lítið ítøkiligt at vita, er tað trupult at gera viðmerkingar.

Ingeborg Vinther vísir á, at hvørki um arbeiðsmarknaðarmál, ella um sosialmál verður sagt nakað serligt um, hvørjar ætlanirnar eru.

Ingeborg Vinther sigur, at eitt nú stúra fakfelagsfólk fyri, hvat er at henda á pensjónsøkinum.

Í Samgonguskjalinum verður so lítið sagt um pensjónsviðuskiftini, at tað er ikki til at vita, hvørjar ætlanir eru.

­ Men tað er fryktandi fyri, at tað endar við, at Fólkaflokkurin sleppur framat við síni ósolidarisku Fólkatrygging. Og hvat við teimum feløgum, sum hava fingið, ella sum arbeiða við pensjónsskipanum?


Vónandi verður tað forðað

Ingeborg Vinther ræðist eisini tey fáu orðini, sum standa í samgonguskjalinum um arbeiðsmarknaðarmál.

­ Har stendur m.a. at í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum skal ein ein skipan finnast, sum kann loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum skjótt.

­ Men hvat hendir, um arbeiðsmarknaðurin ikki kann semjast um eina skipan? Verður so ein arbeiðsrættur kroystur niðuryvir høvdið á okkum?

Ingeborg Vinther sigur, at hon vónar Tjóðveldislokkurin er so mikið at sær komin, at hann forðar fyri tí.

Men hon hevur ikki fult álit á tí kortini.

Tí tað fyrsta uppskotið, sum kom fram um arbeiðsrætt, hevði Signar á Brúnni undirskrivað.

­ Men vónandi kann tað nýggja, unga fólkið í flokkinum forða fyri, at tað kemur so langt aftur, leggur hon afturat.

Annars stendur í samgonguskjalinum, at lógin um arbeiðsumhvørvið verður endurskoðað.

Men tað fer Ingeborg Vinther ikki at rósa nýggju samgonguni av.

­ Tað hevur ligið eitt uppskot um tað klárt í landsumsitingini í fleiri ár, men Fólkaflokkurin hevur saboterað tað, tí eg veit, at vinnulívsfólk í Fólkaflokkinum hava leikað í ímóti lógina.

­ Tað er eitt uppskot, sum arbeiðsmarknaðurin hevur gjørt, og eru samdur um, so tað er at vóna, at tað verður sett í verk.

Higartil hevur tað verið í løgtinginum tríggjar ferðir, men er dottið niðurfyri tvær ferðir. Uppskotið er annars í fullum samsvari við altjóða sáttmálar, sum løgtingið hevur samtykt. Og nú vóni eg ikki, at hann kemur at draga Tjóðveldisflokkin longri eftir hárinum...


Skapar ongi arbeiðspláss

Ingeborg Vinther sigur, at hon skilir heldur ikki orðini í samgonguskjalinum um, at skatturin skal lækkast fyri at minka um arbeiðsloysið fyri at tað skal loysa seg betri at arbeiða og fyri at gera kappingarførið hjá vinnuni betri.

­ Eg veit ikki, hvat tað er fyri skattur, sum skal lækkast. At lækka skattin hjá løntakarunum skapar í sær sjálvum ongi arbeiðspláss og ger ikki kappingarførið betri.

­Er tað hinvegin ætlanin at lækka skattir og avgjøld hjá vinnuni, hóast at hon ikki betalir so nógvan í skatti og avgjøldum, at hon ikki klárar seg væl fyri tað.

­ Ella ætlar Fólkaflokkurin sær einaferð enn fram ið ætlanunum um at lækka lønirnar? spyr Ingeborg Vinther.


Hava havt møguleikan

Formaðurin í FA fegnast um orðini um, at samgongan ætlar at virka fyri at sum mest av fiski skal virkast í Føroyum.

Men heldur ikki tað trýr ikki rættiliga uppá tað. ­ Fólkaflokkurin hevur havt møguleikan, nú hann hevur havt fiskimálaráðharran í tvey ár, men tað er onki hent.

Hon stúrir eisini fyri ætlanunum at at gera fiskidagarnar meiri umsetiligar.

­ Hendir tað, er tað so skjótt, at útlendskir stórreiðarar fáa føroyskar stráðmenn at keypa rættin til allan fiskiskap undir Føroyum fyri seg.

Hon sigur, at hon fer heldur ikki eyga á sosialpolitikkin hjá nýggju samgonguni.

Men hon fegnast um, at ætlanin er at gera heimarøktartænastuna til eina døgntænastu.

Somuleiðis heldur hon, at samgongan er á rættari leið, táið hon hevur sett sær fyri at spjaða umsiting kring landið og at virka fyri at menna útjaðaran í landinum umsitingarliga og vinnuliga

­ Gongdin seinastu árini, har alt verður miðsavnað í miðstaðarøkinum tað er eitt stórt bakkast fyri samfelagið, sigur hon.