rationella hátt at granska og greina tað sum er. Við øðrum orðum, so er náttúruvísundi ein leitan eftir at skilja náttúruna, og at finna høpi og samanhang í fysiska heiminum. Onkur heldur kanska, at óneyðugt [...] ídnastu talsmenn fyri hesi áskoðan. Hann er faðir at replikator-ástøðinum. Sambart Dawkins, so hava ílegurnar íbornar eginleikar at verja seg sjálvar, og hava eitt íborið aðalendamál - at yvirliva. Soleiðis [...] setningi, hesaferð frá guðfrøðini, so er eisini innan vísindi galdandi, at ?vit mugu trúgva fyri at skilja?. Sjálvandi eigur ein slík trúgv at verða opin fyri broytingum, í ljósinum av seinni kanningarúrslitum
Eg skal beinanvegin viðganga, at tað var við einum tvídrátti innast í sálini og ikki uttan honk, at eg tók mær hesa bók í hendur og fór at kaga í hana. Eg, sum eri øll hesi árini yngri og ikki fríur fyri [...] liggur á at taka saman um, at skava tað óneyðuga, ja smámunirnar so at siga, burtur og koma inn at tí, sum er kjarnin, sjálvt alið í skaldskapi teirra. Eg skal ikki siga, at hetta er besta savnið, Regin [...] blíðernu tolsemi heldur, sum tann hálvungi mangan vil vísa tí eldra, ikki at siga aldraða undangongumanninum. Eg hugsaði, at eg fór at kenna meg onkursvegna sum Kristian á Brekkumørk á sinni, tá ið hann loysti
Eg skal beinanvegin viðganga, at tað var við einum tvídrátti innast í sálini og ikki uttan honk, at eg tók mær hesa bók í hendur og fór at kaga í hana. Eg, sum eri øll hesi árini yngri og ikki fríur fyri [...] liggur á at taka saman um, at skava tað óneyðuga, ja smámunirnar so at siga, burtur og koma inn at tí, sum er kjarnin, sjálvt alið í skaldskapi teirra. Eg skal ikki siga, at hetta er besta savnið, Regin [...] blíðernu tolsemi heldur, sum tann hálvungi mangan vil vísa tí eldra, ikki at siga aldraða undangongumanninum. Eg hugsaði, at eg fór at kenna meg onkursvegna sum Kristian á Brekkumørk á sinni, tá ið hann loysti
Eyðvitað saknaði hann faðir..... Fór deyði faðirsins nú at gera tað, at hesi herðindi fóru at koma aftur? Hetta var uppi í ræðsluni, ið fekk magan at knýta seg saman”. Seinastu viðmerkingarnar sipa til p [...] havi ringt við at skilja, at tað symbolistiska og ekspressionistiska árinið verður so lítið viðgjørt sum tað verður í nýggju stóru Mikines-bókini. Onkrastaðni er teksturin ringur at skilja, m.a. [...] føroyskan málara. Fortreytirnar vóru nú einaferð sum tær vóru, tá Mikines fór at útbúgva seg í 1928, men lítið er at ivast í, at Mikines sum tann evnaríki og kensluborni listamaðurin, hann var, hevði fingið
sítt til, at eg rættiliga tíðiliga gavst við at hyggja at mær sjálvum við eygunum hjá øðrum. Gert tú tað, byrjar tú spakuliga at korrumperast. Tað hevði heldur ikki givið nakra meining fyri meg at verið høvundur [...] geniið býr jú í at fáa deytt stoff at syngja . Spurningurin er so, um eg havi dugað tað í hesi bókini. Ættarliðssøga Hetta fundamentið, hesir glansbílætasamlararnir, góvu tær eisini møguleika at skriva søguna [...] viðganga, at eg eri serliga spentur uppá, hvat lesarar úr míni generatión fara at siga til bókina. Samstundis er hon ein roynd at geva eina lýsing av býnum, eg eri vaksin upp í. Tað vísir seg, at Havnin hevur
Jógvan greiddi frá, at hann og ein vinmaður høvdu einaferð verið á landsbókasavninum, og tá hevði vinmaðurin funnið sær eina bók um rúsandi evnir. Í hesi bókini stóð millum annað, at Mary Jane var eitt [...] fjarskotnir, tí at ein fløguútgáva krevur nógv tilfar, og haraftrat skal tónleikabólkurin tá helst hava eitt sindur av peningi at arbeiða við. Tað er heldur ikki óhugsandi, at bólkurin fer at skiljast innan [...] hava ein dreym um at fara inn í herin og møguliga fáa sær eina útbúgving har, og tá eru umstøðurnar til tónleik ikki av teimum bestu. Teir tríggjar siga at enda við Yngd, at teir halda, at ungdómurin og
av við, her er so lítið at taka av frammanundan, at tað hevði verið nonsens at skotið burturav, bara fyri at fáa valdið yvir ongum.” Góðan lestur, somikið áhugaverd er bókin, at eg las hana í einum strekki [...] Minnist, at tað fall litterera ummælaranum hjá Framanum rættiliga fyri bróstið, táið hann metti um bókina “Í Grønlandi við Kongshavn”, at Magnus tók soleiðis til á blaðsíðu 79: “Marxistarnir royna at fáa fótafesti [...] bendir á, at hon heldur er skrivað sum eitt samankókað referat av teimum samrøðum, ið gjørdar eru. Tá kann ein vandi vera, at tær mest informativu keldurnar stjórna kósini í frásøgnini. Vit vita, at fleiri
spennandi uppliving at nema felagsskap við javnaldrar og vaksin í hesi vøkru bygd, har tað var so vítt um at fara og so mangt serstakt at spæla ella takast við. Seinni havi eg so ásannað, at hesar vitjanir [...] so víða sum hugflog ber. At eg sjálvur í 1947 kom at búgva hjá Linu og Martin í nakrar mánaðir og at Louisa ofta búði styttri og longri tíðarskeið hjá okkum gjørdi sítt til, at ein heldur seg kenna Martin [...] bókaummælara at sannføra um, at tað sum kom á prent eftir Martin eru varðar, sum ongantíð rapa. Fyri mær er hann eitt hitt størsta skald, eg veit um. Men tað kennist sum serligur frammíhjárættur at hava livað
sást, at hon hevði sera góð bóklig evnir. Alfred abbin plagdi at taka til: ”Lat Marnu sleppa at lesa”, meðan øll hini systkini vórðu sett til at hjálpa til har heima. Hugurin var so sterkur til bókina, [...] segði við hann, at hon ætlaði sær til Danmarkar at lesa. Um jóltíðir í 1958 var mamma úti hjá Johannus Andreas Næss og fekk hann at hjálpa sær við at finna ein góðan skúla i Danmark og at skriva umsókn [...] sum hon dugir framúr væl at geva frá sær. Tað er ikki av ongum, at vit altíð hava hildið, at mamma veruliga átti at verið rithøvundur og skrivað barna- og ungdómsbøkur, so at øll onnur børn eisini kundu
møguleikar rísa. Á hesi framsýningini, sum er tann higartil vavmiklasta hjá Mariusi Olsen, opinberast ein ørgrynna av nýggjum løgum, nýggjum upplivingum og nýggjum sannkenningum. Bók um verkini eftir Marius [...] ørskapi, løg við nossligari ornamentgleði og løg við eini vakrari, myrkari dýpd, sum tað bara ber til at finna í listaverkunum hjá Mariusi Olsen. Onki annað stað í heiminum. Øll løg møtast og vaksa saman [...] síður í brotinum 30x30, so sama um myndirnar standa ella liggja, er rúmsátt hjá verkunum, og tey sleppa at tala fyri seg hvørt á sínari opnu. Tekstur: Gunnar Hoydal, Jan Andersson, Ilona Raipala, Marius Olsen