kappingin, sum Ryan Giggs og Paul Scholes taka lut í er ein serlig innvígingar-kapping fyri Premier Futsal kappingina í India, sum menn ætla skal gerast ein stór fótbóltsliga í India komandi árini. Tá serliga [...] Ryan Giggs hevur valt at gera, sum ein onnur Manchester United legenda, Paul Scholes, og hevur valt at gerast partur av einari serligari futsal kapping í India, sum verður avgreidd dagarnar 15. til 24 [...] innandura fótbóltur har spælt verður á einum styttri vølli tvær ferðir 20 minuttir. Í Futsal verður eisini ein øðrvísi fótbóltur brúktur. Ronaldinho, Deco, Michel Salgado og Hernan Crespo verða millum hini prominentu
somuleiðis ein kvinna, og eitur hon Ussa K. Hansen. Á aðalfundinum bleiv eisini avrátt at skipa fyri undirbólkum undir nevndini. Hesir undirbólkar eru tríggir í tali, og talan er um ein trivnaðarbólk, ein hallarbók [...] hallarbók og ein sponsorbólk. Ymsar kreftir í felagnum vara av hesum undirbólkum. Nýggja nevndin hjá Kyndli er mannað soleiðis: Maibritt Johannesen, forkvinna Ussa K. Hansen, næstforkvinna Dánial Jakobsen
tíð havt ein trupulleika við eygunum, sum ikki síggja eins væl og tey gjørdu tá hann var yngri. Hann er eymur og bangin um eyguni, sum ongin sleppur at røra. Tí eru lasaraviðgerð og linsur ikki ein møguleiki [...] trible’arnir, double’arnir og bullseye, hóast tað bara eru 2,37 metrar til talvuna. Ikki so gali fyri ein heimsmeistara.
hann var burtur í ein hálvan tíma. Men tað er dýrdarveður í dag og tað var heldur ikki eitt tekniskt brek, sum var atvoldin til streymslitið í morgun. Tvørtur ímóti var talan um ein menniskjansligt mistak [...] mistak. Tað hendi nakað so einfalt sum tað, at ein gravimaskina gróv ein kaðal hjá SEV tvørtur av og tí fór streymurin. Finn Jacobsen sigur við Rás2, at í sambandi við grevstur, hava tey eina fasta mannagongd
Nú fáa føroyingar ein doktara, ein ph.d, í herviligu sjúkuni CTD. Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni. CTD leypti fyri nøkrum árum síðani rættiligan ekka á føroyingar, tá ið tað kom fram, at [...] at hetta var orsøkin til fólk í bestu árum brádliga vóru deyð. Tað førdi eisini til, at ein hópur av føroyingum lótu seg kannað fyri sjúkuna. Tað er Jan Rasmussen, lækni á Landssjúkrahúsinum, sum hevur granskað [...] í Keypmannahavn og hevur arbeitt á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Í hesum sambandi er ein grein hjá Jan Rasmussen, og øðrum, um CTD, almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum “Molecular Genetics
nýtt fyribrigdi og at hetta hevur verið ein trupulleiki í samband við tey seinastu 4 HM endaspølini. BBC skrivar at hesir privat persónarnir samanlagt hava fingið ein vinning uppá góðar 500 milliónir krónur [...] FIFA til felagið Match Hospitality, fyri síðani at hava selt tey privat. Match hospitality er annars ein samstarvsfelagi hjá FIFA. Ray Whelan er tann tólvti persónurin, ið er handtikin í samband við eina [...] krónur yvir hesi 4 HM endaspølini. Men nú tykist tað at hava fingið ein enda.
Ein trygg talgild undirskrift er ein grundarsteinur, um Føroyar skulu fylgja við umheiminum Tað halda bæði Johan Dahl og Jørgen Niclasen, nú tað er greitt, at arbeiðið við at fáa eina føroyska talgilda [...] heildarætlanin fyri talgildingina skal vera við til at økja kappingarføri, vøkstur og framleidni. Ein týðandi vinningur verður, at almenni geirin kann arbeiða skynsamari og geva rúm fyri avbjóðingum, sum [...] tøkar talgilt, skrivar Vinnumálaráðið á heimasíðu sínari. - Talgildu Føroyar-ætlanin er umráðandi og ein treyt fyri, at okkara samfelag framhaldandi skal vera á hædd við onnur framkomin lond, siga teir báðir
árum síðani var ein av 25 harðskapsdømdum kvinna. Í løgmálaráðnum í Keypmannahavn siga tey, at tað er eitt sindur torført sat siga, hví kvinnurnar verða betri umboðaðar innan harðskap. Ein frágreiðing kann [...] kann vera, at kvinnur eru vorðnar meiri harðligar, og ein onnur frágreiðing man vera, at í dag er tað meiri vanligt at boða frá harðskapi, enn tað var fyrr. Rannvá Møller Thomsen, sum starvast sum greinari [...] greinari hjá Det Kriminalpræventive Råd, heldur, at broyttur atburður hjá kvinnum kann vera ein orsøk og vísir á, at alkoholvanarnir hjá kvinnum líkjast meiri og meiri teimum hjá monnunum. Hagtølini vísa
hevur ein av stóru trendunum á Facebook verið Ice Bucket Challenge, sum í mangar mátar kann sammetast við hoppidilluna, sum herjaði í Føroyum um páskirnar í ár. Í Ice Bucket er avbjóðingin at ein spann [...] vatni skal oysast á tann nomineraða. Eftir avbjóðingina kunnu tríggjar tilnevningar gevast, og tekur ein av teimum tilnevndu ikki av, skal viðkomandi lata eina peningagávu til ALS Association, sum stendur [...] 3 mió. Hetta svarar til 533 mió kr. Sama mánað í fjør var upphæddin $15 mió, so talan er altso um ein 35-faldan.
Maðurin, sum kom fyri ein bil í Kollafjarðartunlinum í gjár, var væl fyri. Tað siga tey, sum møttu honum. Maðurin fór ein súkklutúr úr Havn norður eftir Oyggj. Á vegnum stakk hann inn á gólvið í Mjørkadali [...] sum hann kendi har. Síðani helt hann leiðina fram norður í Sundalagi, har hann hitti fólk og fekk ein drekkamunn. Bæði í Mjørkadali og í Sundalagnum vísti hann seg at vera væl fyri. Á veg suðuraftur [...] fara eina aðra leið suðuraftur. Men á veg ígjøgnum tunnilin kom hann av einari ella aðrari orsøk fyri ein bil, sum eisini kom suðureftir. Løgreglan í Havn sigur, at bæði bilurin og súkklan eru tikin inn