Nú fáa føroyingar ein doktara í CTD

Lækni á Landssjúkrahúsinum hevur granskað herviliga sjúkuna, sum loypti rættiligan ekka á føroyingar fyri nøkrum árum síðani

 

Nú fáa føroyingar ein doktara, ein ph.d, í herviligu sjúkuni CTD.

Tað skrivar Granskingarráðið á heimasíðu síni.

CTD leypti fyri nøkrum árum síðani rættiligan ekka á føroyingar, tá ið tað kom fram, at hetta var orsøkin til fólk í bestu árum brádliga vóru deyð.

Tað førdi eisini til, at ein hópur av føroyingum lótu seg kannað fyri sjúkuna.

 

Tað er Jan Rasmussen, lækni á Landssjúkrahúsinum, sum hevur granskað sjúkuna og Granskingarráðið skrivar, at týsdagin 17. juni fer hann at verja ph.d ritgerð sína um um CTD.

Verjan verður á Landssjúkrahúsinum og í metingarnevndini sita Gunnar H. Gislason, professari, sum er formaður, Jacob Eifer Møller, doktari og Nicola Longo, professari.

Vegleiðari hjá Jan Rasmussen hevur verið Lars Køber. professari,

 

Jan Rasmussen hevur verið innskrivaður við Institut for klinisk medisin, á lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur arbeitt á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Í hesum sambandi er ein grein hjá Jan Rasmussen, og øðrum, um CTD, almannakunngjørd í altjóða tíðarritinum “Molecular Genetics and Metabolism Reports”.