OYL: Frælsi ítrótturin tekur samanum mikudagin

Tað rakk til eina gull og eina bronsu

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya

Frælsur Ítróttur Føroya skrivar:

 

- Gull, bronsa og persónligt met.

 

Mikudagurin byrjaði við, at Tórur Mortensen royndi seg í longdarlopi. Hann hevur verið tryggur í longdarlopi leingi, men hann visti, at har var ein maður av Isle of Man, sum kundi leypa langt. Tað vísti seg eisini, at kappingin var teirra millum. Hin tók leiðsluna í fyrsta umfarið við einum lopið á 7,11 m, meðan Tórur gjørdi yvirtraðk. Aðru leyp Tórur 7,28 m og tók fyrsta plássið. Í triðja økti hin, men hann var enn 12 cm aftanfyri Tór. Eingin bøtti í fjórða, men í fimta sat lopið hjá Tóri betri, og hann lendi harvið á 7,40 m. Hin satsaði alt í síðsta lopi, og tað var langt, men tá talið kom á talvuna stóð 7,29 m. Harvið hevði Tórur ognað sær sítt fyrsta gull í oyggjaleikahøpi.

 

Ímeðan Tórur leyp fóru 200 m finalurnar í gongd. Her var Oddvør Josephsen við hjá kvinnunum. Hon hevði innasta bana, og kom væl úr blokkinum, men misti eitt sindur í svinginum. Á langsíðuni inn móti málinum misti hon eitt sindur afturat. Tíðin var tó so mikið góð sum 26,18 sek.

 

So átti Jónas tørn á 200 m teininum. Eitt eyðkenni hjá Jónasi hevur verið ein sera góður startur, men hann riggaði ikki heilt hesaferð. Jónas er tó so royndur, at hann fekk loftað tí mista, so hann var við millum teir fremstu, tá teir komu úr svinginum. Inn móti málinum kempaði hann fyri at heinta mannin, sum fyri tveimum døgum síðan vann gull á 100 m teininum. Hóast Jónas kempaði væl, so rakk tað ikki hesaferð, men hann vann eitt flott bronsumerki við tíðini 21,75 sek, sum er tað skjótasta, hann hevur runnið í ár.

 

Eins og hinar dagarnar, so endaði dagurin við langteini. Hesaferð var greinin 5000 m kvinnur, og her var Rutt Hjelm Gregersen við. Hetta var fyrstu ferð, hon royndi seg á hesum teininum á breyt, men á vegnum hevði hon runnið 5 km uppá 18 min 47 sek. Hetta hevði hon sett sær fyri at broyta, og eins og á 10.000 m, so gjørdi hon tað, hon ætlaði sær. Við góðum stuðli á síðulinjuni frá venjaranum, sum hjálpti við at geva henni millumtíðir, endaði tað við, at hon rann teinin uppá 18 min 22,90 sek, góð 24 sek skjótari enn hon hevur megnað áður. Hetta rakk til at gerast nummar níggju av fjúrtan. Skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.

 

Mynd: Frælsur Ítróttur Føroya