Í kvøld hittust Føroyar og Estlandi fyri fyrstu ferð í U-21 landsdysti í fótbólti. Tað var í nýggjari EM undankapping, og hetta var fyrsta ferðin, at Ólavur Mikkelsen hevði ábyrgdina av U-21 landsliðnum [...] og vann fulla úrtøku, hóast tað í fyrra hálvleiki haltaði, og hóast tað fimm minuttir eftir steðgin var sum vátur vøttur í andlitið, tá ið mistak í uppspælinum aftarlaga í høgru endaði við innleggið og 1-0 [...] dynamikk, og tað var rár hending, at Føroyar vóru í góðari álopsstøðu. Verjuspælið var á heilt góðari leið, men málið ímóti vísti, hvussu vandamiki tað er í altjóða fótbólti at gera mistøk. Jóhan Josephsen
minnismerkið Karyatida avdúkað í Miðstaðarlundini í Fuglafirði. Hetta er tað einasta av sínum slag í heiminum, tí onga aðrastaðni eru minnismerkir yvir kvinnur, sum eru deyðar í barsilssong. Tað eru Brynhild [...] ð. Nógv hava vitjað fyri at síggja listaverkið sum Guðrið Poulsen hevur gjørt. – Fyrstu tíðina eg skuldi práta um tað, fekk eg klump í hálsin og tár í eyguni. Eg dugdi ikki at skilja, hví eg skuldi fáa [...] um, tí tey halda tað vera ov dapurt at hoyra á ferð síni. Men tá hon hevur víst á, at í Føroyum eru fleiri minnismerkið yvir sjólátin, og úti í heimi er vanligt at hava minnismerkið yvir hermenn, gerast
ímóti øllum sum koma. Á Kósini fáa øll í steðg í senn, hetta eru tey glað fyri á virkinum, tí tað hevur nógv at siga fyri sosiala samanhaldi at øll fara í pausu í senn. Prátið gongur væl, tá tey ganga [...] fyrsta barnið í 1995, starvaðist hon á Kósini, og eftir at hon er liðug at eiga børn, hevur hon starvast í 21 ár á Kósini. Kósin er størsta flakavirkið í Føroyum. Anna Glerfoss stendur oftast í maskinunum [...] kroppinum. Anna Glerfoss stendur ofta í maskinunum, og hetta er slítandi fyri akslarnar, og at reinskjera merkist í ørmunum. Summi starvsfólk skifta ímillum at vera eina viku í bandfrystaranum, kutaranum, reinskjera
n týdning. Tí skal tað ikki sleppa at doyggja í syndini, og verður tað ikki avgreitt beinanvegin, fara vit í rættin við tí, sigur MF-formaðurin. MF bað í fjør heyst um innlit í allar lønarseðlarnar – og [...] onga orsøk at halda, at SEV ikki rindaði úrtíðarløn í samsvari við sáttmálan, áðrenn verandi leiðsla tók við, leggur hann afturat. Forháling Kanningin av tímaseðlunum varð liðug stutt fyri jól í fjør, og [...] tó ikki vísa á nakra skrivliga avtalu um hetta, og nú vísir tað seg mín sann, at tey ikki eingongd eiga eitt eintak av gamla sáttmálanum, ið var galdandi tá. - Men líkamikið um vaktarskipanin var í samsvari
Hetta er fyrstu ferð, at Føroya Fiskimannafelag luttekur á mentanarnáttini í Havn, og alt bendir á, at tað var ein røtt avgerð at lata dyrnar upp til eina forvitnisliga framsýning við modelbátum og modelskipum [...] monnum. - Mong hava eisini nýtt høvi at fingið sær ein góðan kaffimunn aftur við góðum práti. Jú, tiltakið hevur eydnast stak væl, siga tey í Føroya Fiskimannafelag í kvøld. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## [...] modelskipum. Tá hálvur annar tími var eftir av framsýningartíðini, høvdu ikki færri enn 280 fólk verið á gátt og sæð framsýningina - ja, her hevði snøgt sagt verið ein rættilig innrás av gestum, sum vildu
felagið ikki at venda gongdini í ár. Tesla væntar sjálvt, at tað fer at levera millum 10 og 15 prosent færri bilar til Danmarkar í 2025, stendur í roknskapinum. Sølan av nýggjum Tesla-bilum í Danmark í 2025 [...] fyrsta ársfjórðingi í mun til sama tíðarskeið í 2024. Fyrstu tríggjar mánaðirnar av árinum vóru 1549 nýggir Tesla-bilar skrásettir í hesum landinum í mun til 3556 av slagnum í fjør. Í mai sníkti Model Y hjá [...] seldi bilurin í Danmark. Harumframt var Model 3 hjá felagnum fjórði mest seldi bilurin. Í mai í ár vóru flest bilar av slagnum Skoda Elroq skrásettir í Danmark. Soleiðis var eisini í apríl. Í 2025 hevur nógv
sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, millum annað í samrøðu í Sosialinum hesaferð. – Sum tað sær út nú, fer 2025 at gerast eitt gott ferðavinnuár. Hetta er eisini sera umráðandi, tí [...] valt at leiga út til ferðafólk gjøgnum airbnb. Hetta ger, at gistingarkapasiteturin sum heild er sera nógv vaksin, men vøksturin í ferðafólkatalinum hevur ikki verið tilsvarandi. Hon sigur, at ferðavinnan [...] á 2019 støðið, men ikki nógv meira enn tað. Nú fáa vit so at síggja, um 2025 fer at hildnast betri, sigur ferðavinnustjórin millum annað í samrøðuni við Sosialin, sum fæst í leysasølu kring landið
Í Føroyum halda vit framvegis danska grundlógardagin, hóast nógvum dámar at minna á, at føroyingar ongantíð góvu sítt samtykki til at seta hana í gildi í Føroyum. Á Tvøroyri eru eisini tjóðskaparsinnaðir [...] rættindum okkara og rætt til stuðul í sosialari trongstøðu." Spyrjast kann so, hvussu er hepnast at umsita hesa meginlóg, Grundlógina, í Danmark – og í Føroyum? Í Danmark er bert eina einstaka ferð farnu [...] dømi sum tað, ið hendi í 1999 í fólkatinginum? Ja, tíverri kann staðfestast, at løgtingið hin 15. mars 2013 framdi júst somu skandalu sum fólkatingið í 1999, tá løgtingið legði seg út í ítøkiliga rættartvístøðu
Føroya Tele tók nýggja Ericsson-farnetið endaliga í nýtslu. Farnetið hjá Føroya Tele er Ericsson-tøkni úr enda í annan. Hetta var eitt týðandi stig at tryggja kundunum enn betri, støðugari og meira álítandi [...] fær 35 milliónir krónur í vinningsbýtigsbýti. Soleiðis skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi eftir aðalfundin: »Føroya Tele er væl rikið samtak og ein tøknifrøðiligur kjarni í føroyska samfelagnum, sum [...] á tryggum undirstøði. Soleiðis tók formaðurin í samtaksnevndini í Føroya Tele, Bjarni Arnason, saman um rakstrarárið 2024 á aðalfundinum hjá samtakinum í dag. “Nevndin er sera væl nøgd við gongdina. Vit
til lutir, ið varpa nýtt ljós á viðurskifti í gerandisdegnum. Hetta er eisini arbeiðshátturin handan framsýningina »Automobilur«. Til ber at vitja framsýningina í upplatingartíðunum hjá Umhvørvisstovuni. [...] Umhvørvisstovan skrivar, at í tíðarskeiðinum juni til novembur fer Ole Wich við »Automobilur« at sýna fram eina røð av verkum, ið snúgva seg um ta víðgongdu ávirkanina, bilurin hevur á okkara gerandisdag [...] gerandisdag og nærumhvørvi. Við at nýta ymiskt tilfar, ið bilar leggja eftir sær, lýsir Ole Wich gerandisnýtsluna av bilum úr ymiskum sjónarhornum. Hetta er ikki fyrstu ferð Ole Wich varpar ljós á samfelagsviðurskifti