gjørdist fyrsti og higartil einasti leikarin, sum hevur skotið harttrick í eini HM finalu. At málið til 3-2 var atvold til mikla øsing varð eisini nógv tosað um, men síðani hava týskarar hevnt onglendingum [...] hava sviar rættuliga gjørt vart við seg aftur. Til undankappingina vóru sviir styrkismettir sum nr. 3, men teir gjørdu ikki mætari enn at leggja bæði Póland og Ongland aftur um seg, soleiðis at teir vunnu [...] Seinasta liðið í bólki B er Italia, og fyri fótbóltsáhuga man tað vera nyttuleyst at siga, at tað her er talan um ein av risunum í altjóða fótbólti. Tríggjar ferð hava teir megnað at vunnið HM-heitið,
Allan Mørkøre 3 (2), Rene D. Olesen 3 (1), Tróndur Vatnhamar 3, Eyðun Højgaard 1 Brotskøst: Tjaldur 3, H71 5 Utvísingar: Tjaldur 3, H71 3 Burturvísing: H71 1 Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen [...] Johannesen 7 (3), Elias Hansen 7, Sverri Justinussen 5, Mortan Hansen 5, Kári Hansen 3, Tummas Magnussen 2, Arnfinn Langgaard 1 H71: Halgir D. Olesen 8, Bárður Brimvík 4, Jákup á Borg 4, Annfinn Debes 3, Allan [...] ar eru á liðnum, men hinvegin hevur tað kanska mangla eitt sindur í kollektivinum. Serliga verður her hugsað um verjupartin, har tjaldursmenn aloftast sýnast at vera sera óskipaðir, eins og tað ofta hevur
fíggingini er ikki so nógv at siga. Her er tó greitt frá, at einki landskassaveðhald kemur upp á tal, og at landskassans leiklutur í fíggingini er úti við játtanini av teimum 160.3 mió. Hetta ljóðar definitivt [...] bjóðast út í fríari kapping t.v.s. millum útlendingar. Landsverkfrøðingurin er settur í skammikrók. Og her koma vit til tað fyrsta kritikkpunktið í málinum. Í eitt mannaminni hevur landsverkfrøðingurin staðið [...] løgtingið, tí er tunnilin fyrst komin, verður tað torført at standa í tí støðu, at hann verður stongdur. Her hevur landsstýrið onki boð upp á eina loysn.. Kann tað tá hugsast, at ein mafiabossur, íð eigur tunlar
A-4 síður, har evnið, harðskapur, verður lýst út í æsir, og sjálvandi er eingin møguleiki hjá okkum her í Yngd at viðgera alla ritgerðina, men við tað at ein partur av øllum hesum snýr seg um harðskap millum [...] , sum júst er latin upp inni í Runavíkini. Fyri stuttum skrivaðu vit um Orbit, sum nú hevur verið her í høvuðsstaðnum tað mesta av einum ári, og nú hava somu menn tikið eitt stig víðari á leiðini. Fyri [...] umframt at onkur lesari eisini hevur sent okkum okkurt innlegg, og fær ein av teimum eitt gávukort frá 3-aranum við postinum fyrsta dagin.
restaurerað soleiðis, at tað eisini kann nýtast til ymisk mentanartiltøk. Aftaná umvælingar í uml. 3 ár, vrð byrjað í smáum at hava ymisk tiltøk umborð. Ymsar siðsøguligar framsýningar og fyrilestrar eyðkendu [...] ungdómsbólkurin Tónasjón fór at virka í 90-árunum, eru mentanartiltøkini vorðin alt meira fjøltáttað. Her eigur at vera nevnt, at vøggan hjá vælkenda bólkinum Enekk stóð umborð á Høganes - har hesir dugnaligu [...] Eysturoy hava skúlar, ið javnan verða nýttir til konsertir, framsýningar og ymsar aðrar framførslur. Her kunnu kanska serliga nevnast Fuglafjørður, Skála, Runavík, Toftir og Oyrarbakki (lesarin biðist orsaka
kvinnutekki. Hann hevði sostatt allar fyritreytir fyri at gerast profetur. Vit kunnu leggja aftrat her, at Jan Bockelson var ættaður úr Leyden og útlærdur sum skræddari. Um hetta mundið hevði ein sterk [...] vápnum taka valdið, fremja kollveltingina og seta á stovn tað fullkomna samfelagið. Møguleikin kom, stív 3 ár eftir at fyrsti heimsbardagi var brostin á. Í november 1917 framdu bolsjevikkar kvett og settu fólksins
Tí varð avgjørt, at hann skuldi flyta heimaftur við familjuni og verða leiðari av eini søludeild her. Hetta varð gjørt, og teir byrjaðu í Bókbindaragøtu 6 í Havn tann 1.september 1950. Farodane & Co. [...] 1983. Heilsøluvirksemið varð støðugt vaksandi, og í 1980 varð nýtt hús bygt uppi í Hoyvík, Brekkutún 3, har felagið nú húsast. Fyrst í sjeytiárunum góvust Farodane og Hans Johannes Clementsen sum VW umboð
tær brotsgerðir, teir vóru ákærdir fyri ? njósning, sabotasja, landasvik, morðroyndir ? íspunnar. Her var við øðrum orðum talan um sjónleik á høgum støði. Munurin millum vanligan sjónleik og hesi sakarmál [...] so stórt , at tað einsamalt fevnir um eitt umráði, ið er ein tólvtipartur av allari heimsins vídd. Her ferðaðist tann ungi, vakri Sigert Patursson árini 1890 til 1895 á sletu, á hestbaki ella við skipi [...] konufólkini. Vaktarmenninir løgdu ikki uppí og høvdu, um teir vildu, neyvan kunnað formátt sær nakað. Her valdaði frumskógarlógin. Eleanor Lipper, sum hevur skrivað um sovjetskar arbeiðslegur, greiðir soleiðis
og Gunnvør verða spurd, hvussu tey hittust og nær, so svara bæði sum við ein munn, at tað var tann 3. desember 1966, tá tey stormaðu Sjónleikarhúsið. Dansur skuldi vera í Sjónleikarhúsinum, men onkur setti [...] Gunnvør kann nú hátíðarhalda 30 ára dag sín sum lærari. Hon er í dag 53 ár og Hilmar er 52. Tey eiga 3 børn, sum eru 31, 27 og 16 ára gomul. Í sjeyti árunum sóu tey eina lýsing, har søkt var eftir lærarapari [...] myndina og ymiskt royndarvirksemi fór í gongd. Tímatalvan er ikki sum á flestu skúlum. Børnini eru býtt í 3 bólkar. Frá klokkan 8 til 10:30 eru grundtímar. T.d. rokning og mál. Klokkan 10:30 er felagstími og
higartil hevur tað bert verið VÍF, sum hevur megnað at vunnið á teimum. Munurin millum liðini er í løtuni 3 stig, men við tað at rundað verður uppeftir, tá stigini verða býtt í helvt, fer at standa á jøvnum, [...] Somuleiðis er sunnudagin, tá Tjaldur tekur móti StÍF. Alt annað enn ein sigur til strandingar má her metast at vera fullkomuliga órealistiskt. Ikki minst, nú Tjaldur má vera Pola fyri uttan. Hetta er