segði. Tí fari eg at biðja Sjúrð Skaale um at avdúka, hvørjar føroyskar politikkarar, hann hevði í huganum, tá hann bar hesar øru útsagnir fram. Og so fari eg vinarliga at heita á hann um at greiða føroyingum [...] enntá so stórt, at hann biður okkum um ikki at misnýta hetta frælsið til egnan fyrimun. Sjúrður helt hánt um, at onkur hevði endurgivið úr aðru Mósebók. Mær vitandi er tað ikki bannað (enn) at endurgeva úr [...] úr Bíbliuni, men um Sjúrður heldur, at tað t.d. ikki skal vera loyviligt at endurgeva úr Bíbliuni, so fari eg at heita á hann um at vísa mansmót og siga tað hart og týðiliga, so ongin ivast í hansara boðskapi
plagdi eg at spyrja hann, hvat teir høvdu fingið. So hetta er bara natúrligt fyri meg, sigur Diana. Tað eru kortini mong ymisk viðurskifti sum gera, at Dianu dámar sjólívið so væl. - Eg hevði hug at royna [...] inn í messuna at hyggja, sigur Diana. Egna teldu við At hava teldu við til skips, var ikki hildið vera gamalt. Men fyri sjófólkið anno 2007 er ein telda ein líka so natúrligur partur at hava við sær, sum [...] onnur hava gjørt tað. - Hon er sera hent at hava, tá vit hava frívakt ella um ikki so nógv arbeiði er, sigur hon. Telduna brúkar hon til at hyggja eftir filmum ella at lurta eftir tónleiki við, tá hon hevur
týðandi – at tað er munur á tí, at ynskja Guds lógir at galda í samfelagnum, og so tað, at vilja hava Guds lógir at vera statslógir. Og mann má eisini spyrja, hvørjar eru Guds lógir? Fyrst kann sigast, at ynskið [...] kristnu fatan, at er Gud náðigur, og er vegleiðari fyri okkum og okkara samfelag. Og at tað eru hesar vegleiðingar vit skulu taka til okkum, og harafturat at Bíblian er ikki ein lógbók. Hatta er fínt [...] floksformann, Jenis, fyri at siga: “Ætlar mann at fáa Gud úr samfelagnum, so skal mann fáa at vita, hvat mann fær í staðin fyri. (...) Latið okkum takka Gudi við at siga, at í Føroyum skulu skulu framvegis
máta at ummæla annans bøkur upp á. Ó- Søgur um djevulskap fekk tó positiva umrøðu, ikki minst frá høvundanum sjálvum, men tung at lesa siga flestu við ein munn. Er hetta veruliga aldarinnar bók á føroyskum [...] og orðum og ferðast víða. Rithøvundurin dámar væl at substituerað vanlig føroysk brúksorð við eldri og lítið brúkt ókend orð, eins og okkurt extrakt úr kvæðamáli eisini er at finna. Hetta kann møguliga [...] imagineru tilvitsku. Harvið hevði hann sloppið undan at snáva um veruleikan, og at happa dalsfólkið ið jú frammanundan hevur bæði lús og minnimanskenslu at stríðast við. Eitt afturvendandi plagierað tema í
skrivað er um í hesi bók. Og tekur nakar nakað burtur av orðunum í hesi profetabók, skal Gud taka lut hansara burtur frá træi lívsins og úr hinum heilaga staði, sum skrivað er um í hesi bók. Eingin hevur [...] bíblian ein profetabók. Tað er ikki av tilvild at henda samling av bókum endar soleiðis: Eg vitni fyri einum og hvørjum, sum hoyrir profetorðini í hesi bók: Leggur nakar nakað avtrat hesum, skal Gud leggja [...] høvundurin so nær at fáa um rætta endan, men tíverri tykist hann ikki at hava skilt sannleikan. Her er nokk hjá honum, sum hjá so mongum av okkum, evangeliið er so einfalt og greitt, at vit mugu blíva sum
og sigur, at Carl Jóhan Jensen bæði varð leikstjórnaður av fólkunum frá Reproz og skrivaði okkurt av tilfarinum sjálvur. - Vit royndu at fáa hann at práta natúrligt og royndu ikki at fáa hann at banna, men [...] flenna at tí, og Carl Jóhan fær høvi at vera sjálvironiskur, sigur Jan Berg Jørgensen. Harafturat er Carl Jóhan Jensen uppvaksin á Meiarínum, umframt at tað fagurfrøðiliga í lýsingini hellir seg at sendingini [...] ein reellan kjans at vinna, sigur Jan Berg Jørgensen. - Og tá vildi verið ov seint at farið brúkt hendan rithøvundin. Eitt, sum eisini er sermerkt við hesi lýsingargerferðini, er, at bæði eintøkini vórðu
eru allar lættar bæði at lesa og at gera, og alt tilfarið er av slíkum slagi, at tað skuldi verið møguligt at keypa í øllum teim stóru matvøruhandlumum. Í formælinum siga tær báðar, at 2-arin, eins og tann [...] 50 ár, dáma best at fáa eplir afturvið døgurðanum og dáma væl at fáa máltíðir við føroyskum rávørum. Tað er ikki so nógv av í hesi bók. Bert til tvinnanda døgurðarættir verður mælt til at hava eplir afturvið [...] vørusamanseting viðvíkur. Tær siga eisini, at tær við hesum uppskriftum vilja vísa rákið í matgerð í dag við at tora at royna nýggjar, spennandi uppskriftir, soleiðis at brúkarin kann brúka eitt meira fjøltáttað
letur upp. Dagmar Warming letur væl at samstarvinum við familjuna hjá Ruth Smith, og heldur, at tey eins og hon sjálv munnu hava hildið, at nú var upp á tíðina, at ein bók kom út um hana. Kom ikki á fíggjarlógina [...] frá, at Ruth Smith ikki var so altrá eftir at selja síni verk, tí tað kom meira enn so fyri, at hon vildi hava tey í egnari varðveitslu. Tó seldi hon fitt av verkum, og m.a. nevnir Dagmar Warming, at Knud [...] Warming og minnir á, at tá í tíðini varð hildið, at tað sømdi seg best, at kvinnur vóru heima við hús og tókust við “tað húsliga”. Harafturat hevði hon kanska havt eitt alibi fyri at verið heima og málað
seinri, eftir at hava ráðført seg við floksleiðsluna, boðaði Kjartan mær frá, at hann tók við formansvali. Grundin til at eg skjeyt Kjartan Joensen upp til formann, var av tí einføldu orsøk, at Landstýris [...] dini Tað er rætt, at eg tosaði bæði við Karsten og Kjartan um formanskapin. Kjartan boðaði frá, at hann fyrst vildi tosa við flokkin, áðrenn hann gav endalig boð. Karsten játtaði, at hann vildi taka við [...] formanskapin í hesi nevnd, og at tað er brot á siðvenju, at Kjartan Joensen úr samgonguni tók við formansessinum, nú eg eftir egnum ynski segði meg frá sum formaður. Undanfarni formaðurin í Landstýrisman
februar, kl. 19.00 at greiða frá um staðarnøvn og teirra uppruna - hví eitur tað júst soleiðis, sum tað eitur? Fyrilesturin er um staðarnøvn og tann týdning, sum hesi hava, fyri at fáa kunnleika um upprunaligu [...] eigur at verða varðveitt, bæði við innsavningararbeiði og við at tey liva sítt fríska lív í gerandisdegnum. Navnið gevur landslagnum ein samleika, sum er virðismikil fyri okkum. Møguleiki verður at koma [...] sum verður í Skálanum í Norðskála-Oyrar skúla, er ein góður drekkamunnur at fáa á bókasavninum, og høvi verður at lána eina bók heim við.. Sunda bókasavn er opið mikudagar kl. 14.00-16.00 og kl. 19.00-20