Verjan gekk væl og varð staðin, treytað av, at nakrar rættingar verða gjørdar í ritgerðini. Hetta er vanlig mannagongd í Onglandi. Ph.d. ritgerðin kannar og viðger staðbundna matbúskapin í Føroyum og í [...] gdini hevur Elisabeth samstarvað við eldsálir og felagsskapir í Føroyum og í São Tomé e Príncipe, sum fáast við staðbundna matframleiðslu, burðardygd og matsjálvbjargni. Í Føroyum samstarvaði hon við Sunnivu [...] landbúnað, fræ vistfrøði og annað. Í São Tomé e Príncipe samstarvaði Elisabeth við felagsskapin FENAPA, sum umboðar smá-bøndur í landinum, FENAPA er stytting fyri Federação Nacional dos Pequenos Agricultores
ítróttur sum stýrir oyggjaleikunum. Sigur Peter Enberg í samrøðuni við Nya Åland. - Ítrótturin verður ikki raðfestur. Tað kunnu vera upp til 18 ítróttargreinir við á oyggjaleikunum, og tað mugu vera (sum í [...] eina hálva evru at fáa atgongd til samrøðuna. Samrøðan eigur tó at hava stóran áhuga hjá øllum, ið varða av, og hava áhuga í oyggjaleikunum. [...] iðið hjá Álandi við svartaperi, og sluppu ikki at luttaka. Men tá fótbóltslandsliðini hjá Guernsey av fíggjarligum ávum, og vegna mangul upp á innivist sendu avboð til fótbóltskappingarnar, bað manslandsliðið
tónleikaídnaðurin 20 ung talent undir 30, sum eru við til at bera norðurlendska tónleikaídnaðin fram á leið. Nordic Music Biz 20 Under 30 átakið er íverksett av NOMEX (Nordic Music Export). Hetta áttanda [...] skan tónleik og styrkja altjóða árinið, sum norðurlendski tónleikurin hevur, við at koma við nýggjum sjónarmiðum og nýhugsandi íkøstum til tónleikaídnaðin, sum mennir seg alla tíðina. Hvørt ár velur ein [...] ein nevnd 20 einstaklingar undir 30 ár, sum verða sæddir sum møguligir framtíðar leiðarar innan ídnaðin. Hesir vinnarar verða heiðraðir á by:Larm Festivalinum – eitt sera týdningarmikið hátíðarhald fyri
næsta ferðafólkaskipið, sum vitjar Vág í hesi vikuni. Tað er Adventure Canada, sum eigur skipið, sum hevur umleið 200 ferðafólk umborð, umframt manningina, sum telur 120. - Flestu av ferðafólkunum eru úr [...] Vágs kommunu. Lagt verður aftrat, at dagurin í dag bjóðar ferðafólkunum mongu ferðavinnutilboðini, sum eru í Vági umframt vøkru náttúruna kring Vág. - Vitjanin í dag er skipað eftir leistinum hjá Vágs kommunu [...] ferðafólkaskip. Sagt verður, at leisturin leggur dent á burðardygd til frama fyri lokaløki, samstundis sum strembað verður eftir at gera vitjanina hjá ferðafólkunum enn meira minnisríka. - Ocean Endeavour er
symfoniorkestrið ment seg ómetaliga nógv, listarliga sum tónleikaliga, og symfoniorkestrið hevur styrkt sína støðu markant í føroyskum mentanarhøpi. Benni, sum hann eisini verður nevndur, hevur verið ein sn [...] orkestrið eisini frumframført hópin av verkum eftir føroysk tónaskøld. – Tað hevur verið ein stórur framíhjárættur at arbeiða saman við so dugnaligum tónleikarum og at vera partur av einum orkestri, ið hevur so [...] Tíðindaskriv frá Føroya Symfoniorkestri: Eftir 21 ár sum høvuðsdirigentur fyri Føroya Symfoniorkestur letur Bernharður Wilkinson nú sessin víðari til ein nýggjan høvuðsdirigent. Við Bernharði á odda hevur
Temora er ein miðalstórur kopepodur, sum er vanligur á Landgrunninum um summarið. Hon verður etin av millum annað fiskalarvum og øðrum smáfiski, men hvønn týdning hon hevur í føðiketuni á Landgrunninum [...] ávirkan á vøkstur og útbreiðslu av Temora , men nærri kanningar skulu til fyri at skilja orsøkirnar til tær stóru nøgdirnar, vit síggja í løtuni. Myndin ovast: Hópur av Temora longicornis í bátahylinum
baktarminum og í penis. Koppsetingin verjir móti meginpartinum av HPV-elvdum krabbameini, og uml. 90% móti lívmóðurhálskrabba. Krabbamein, sum stendst av HPV, kann fyribyrgjast. Koppseting er besta verjan, og [...] fáa koppsetingina, tí tað eru ikki bert gentur, sum fáa krabbamein orsakað av HPV. Nýggju tølini vísa nevniliga ein stóran mun millum kynini. Góð 80% av teimum 16 ára gomlu gentunum í Føroyum eru liðugt [...] undirtøkuni fyri koppsetingini. Verður hugt at muninum millum tey, sum vórðu fødd í 2008 og í 2011, so sæst eitt sera stórt fall, sum bæði hjá gentum og dreingjum fer niður um eina helvt. Minkandi undirtøkan
ys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíð [...] líka leingi í mánaðinum, sum árið fyri. Í mai vóru 132 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 15 færri samanborið við í fjør. Í fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 105, sum er eitt arbeiðsloysi á 0 [...] var teirra býti av teimum arbeiðsleysu smá 9 prosent. Arbeiðsloysi sum hugtak Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir
bæði fín, fólkalig, festlig og følsom. Á konsertini fer Rasmus at framføra eina røð av sangum frá sínu longu karieru sum artistur. Sjálvt um hann syngur á grønlendskum, kann fjøldin føla seg inn í hansara [...] verða Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen. Talan verður um eina sitikonsert, og tí er avmarkað nøgd av atgongumerkjum til sølu. Tey fáast á atgongumerki.fo
verða latnir um eina tríára avtalu við Fokus, sum er forum fyri kvinnur og menningarspurningar. Tað skrivar norska stjórnin í einum tíðindaskrivi í morgun, sum norskir miðlar endurgeva. 60 milliónir norskar [...] kvinnum í einari endurbygging av landinum. Sagt verður, at ukrainsku kvinnurnar hava ein týdningarmiklan leiklut í mótstøðuni móti hersetingarvaldinum og endurbygging av landinum. - Tað er ein neyðug íløga