verða líka fyri lógini. Øll skula gjalda inn í barsilsskipanina og hava rætt til útgjald. Gjaldið til ALS, Barsilsskipanina og Samhaldsfasta er ikki skattur, men eitt arbeiðsmarknaðargjald fyri at hava ymiskar [...] hava vant okkum við hetta. Ímynda tær, at tú vendir tær til títt tryggingarfelag fyri at fáa upplýst, hvat tú skalt gjalda fyri eina kaskotrygging til tín nýggja bil. Tá tú so sigur tryggingini, at tú hevur [...] læknin skal gjalda 20.000 ella 11,4% av teimum 170.000, sum báðir í mesta lagi fáa útgoldið. Formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at ALS hevur nýtt sum grundgeving fyri ikki at lækka inngjaldið, at hetta kann
eru trong, sigur Finnbogi Arge, formaður í HB. Hann vísir tó á, at hetta verður gjørt í tí stilla, fyri ikki at útstilla tey, sum fáa hjálp. Finnbogi Arge heldur, at tað er sera týdningarmikið, at øll børn [...] positivt menningararbeiðið. Við at spæla ítrótt koma børnini inn í ein sosialan bólk, sum kann veita teimum góðar rammur. Endamálsorðingin hjá HB nevnir millum annað, at vit skulu menna børnini kropsliga og [...] týdningarmikið, at øll hava møguleikan at luttaka, sigur hann. - B36 skal hava stórt rós frá okkum fyri góða avtaluna, teir hava gjørt saman við Í menniskjum góður tokki, og vónandi er støðan tann sama
inum, sigur Katrin Næs. Lagt verður fyri seinnapartin hósdagin, 25. august, og skráin fyri hátíðarhaldið varar til og við sunnudagin, 28. august, ið er dagurin fyri 150 árum síðan, tá tað fyrstu ferð reyk [...] Norðdepil er partur av, er væl nøgd við skránna, sum er løgd fyri hátíðarhaldið í Norðdepli, nú bygdin fyllir 150 ár. - Tað hevur eydnast nevndini aftan fyri hátíðarhaldið at leggja eina spennandi og forvitnisliga [...] eisini ógvuliga glað fyri, at kappróður verður við. Ódnartøk verða leygardagin, 27. august, klokkan 14, og her verður tað NHR, Norðdepil/ Hvannasunds sóknar róðrarfelag, sum skipar fyri. Hon sigur, at róð
dent á, at tað enn er neyðugt at arbeiða við teimum síðstu detaljunum í uppskotinum. - Hetta er eitt nýbrot, og tað skal arbeiðast gjølla við uppskotinum fyri at tryggja, at tað ikki stríðir við grundlógina
fáa gjørda eina slíka ætlan. Tað serstaka við ætlanini er, at hon ikki bert er galdandi fyri Havnina, men er fyri øll støð í kommununi - og herundir eisini Kollafjørð, sum er umrøtt í hesum Oyggjablaðnum [...] størri býir í grannalondum okkara hava slíkar heildarætlanir - nevndar trafiksikkerhedsplaner. Hjá teimum er ein slík ætlan eitt amboð ella ein støðislýsing yvir alla ferðslu, vegir, gøtur og aðrar farleiðir [...] kann siga okkum, hvussu nógv vandamikil vegamót vit hava í kommununi. So kunnu vit t.d. seta okkum fyri, at hasum fara vit eftir og loysa tann trupulleikan, innan eitt ávíst tíðarskeið og verður peningur
vælferð, noyðast vit sum landsins mynduleikar at hava eitt minsta mark fyri, hvussu nógv starvsfólk skulu vera um hvørt barnið. Fyri tveimum árum síðan legði Javnaðarflokkurin uppskot fram um minimumsno [...] Í dag byrjaði verkfallið hjá pedagogunum. Fyri meg kennist tað serliga tungt at síggja mínar starvsfelagar taka hetta stríðsstigið. Ikki tí at eg ikki skilji pedagogarnar, men júst tí at eg sjálvur veit [...] eru saman við børnunum. Tey kenna seg ikki hoyrd ella sædd. Fáa tey ikki sett orð á hetta saman við teimum vaksnu, verða fleiri konfliktir, verri trivnaður og minni menning. Eisini á serøkinum eru avbjóðingar
hava ikki fyri neyðini at lata seg kanna, sigur landsstýrið. Tað eru føroysku kanningarstovurnar Thetis og Amplexa sum í felag standa fyri kanningartilboðnum, og tey ferðandi rinda sjálvi fyri kanningina [...] á flogvøllinum í Vágum. Kanningartilboðið er ætlað teimum ferðandi, sum ikki hava havt møguleikan at tryggja sær eina negativa covid-váttan í teimum londunum, tey koma frá. – Ferðandi fram til tann 27 [...] m tann 27. juni skulu øll ferðandi kannast, sum eru eldri enn 12 ár. Hetta verður eisini galdandi fyri allar føroyingar, búsitandi í Føroyum, ið hava verið uttanlands. Ein høvuðsorsøk til, at enn fleiri
stóra broyting við sær, at tað ikki var nóg mikið við eini avgerð í danska løgmálaráðnum. Sambært teimum trimum tingfólkunum, so var endamálið við uppskotinum at gera tað møguligt hjá samkyndum at ganga [...] hinskyndum møguleikan at ganga saman í hjúnalag. – Hendan avmarking er ótíðarhóskandi og ikki sømilig fyri eitt framkomið samfelag sum tað føroyska, hildu tey. Síðani vístu tey á, hvussu grannalondini støðugt [...] hjúnabandslóggávuni í Føroyum skuldi verða staðfest, at lógin ásetir, at borgarligt hjúnalag er galdandi fyri tveir persónar av ymiskum eins og av sama kyni. – Broytingarnar í lóggávuni fevna ikki um rættin hjá
Ráðið fyri Brekað, sum nú minnir allar kommunur á, at tær hava skyldu at hjálpa teimum at velja, sum ikki eru ment at avgreiða tað sjálv av ymsum orsøkum. Barbara á Tjaldrafløtti í Ráðnum fyri Brekað [...] at í Ráðnum fyri brekað vóna tey, at allur ampi verður burturbeindur og at alt lagar seg á rættan hátt fyri allar partar, so at fólk ikki ivast, ella setast aftur, tí tey eru illa fyri. [...] sum gera, at tað er ein fyritøka hjá teimum at fara á val. – Í løgtingslógini um val til kommunur verður sagt, at møta fólk á vali og siga, at tey ikki eru før fyri at atkvøða einsamøll, kunnu tey fáa
Tey eldru og tilkomnu í Føroyum hava goldið serligt pensjónsgjald í landskassan í árunum frá 1959 til 1970 og hava tí rætt at fáa fólkapensjón. Tískil má: fólkapensjónin verða fyri øll, eisini aftaná 2018 [...] ni í landinum at liva av t.v.s. hava minni enn 117.519 kr. í ársinntøku. At betra livikorini hjá teimum sera mongu fólkapensjónistum, sum liva í “relativum” fátækradømi, eigur útgjaldið úr samhaldsfasta