Tá Fólkatingið savnast týsdagin, er tað bæði byrjanin upp á eina nýggja fólkatingssetu, og ein nýggj roynd at fáa fleiri virknar borgarar. Í januar 2018 væntar Fólkatingið nevniliga at hava eina nýggja skipan klára um uppskot, ið verða løgd fram av borgarum.
Skipanin skal gera tað møguligt hjá borgarum at leggja fram uppskot, ið politikararnir skulu taka støðu til í Fólkatinginum, sigur formaðurin í Fólkatinginum Pia Kjærsgaard (DF).
- Eg haldi politikararnir skulu lurta, og tað trúgvi eg, at teir fara at gera, sigur Pia Kjærsgaard.
Socialdemokratiet og Venstre, ið vanliga eru flokkarnir, ið eiga forsætisráðharran, hava frá byrjan av verið ímóti uppskotinum. Tá uppskotið bleiv lagt fram fyrstu ferð, segði táverandi løgmálaráðharrain, Søren Pind (V), at tað bæði var brot á grundlógina og tað umboðandi fólkaræði.
Uppskotið inniber, at Fólkatingið skal gera eina skipan, har borgarar fáa rættin at leggja fram uppskot, ið verða viðgjørd og atkvøtt um í Fólkatinginum.
Eitt uppskot frá borgarum er eitt ítøkiligt uppskot til viðtøku, ið hevur savnað undirskriftir frá í minsta lagi 50.000 borgarum, ið stuðla uppskotinum og hava atkvøðurætt til Fólkatingið.
Ein meiriluti við Dansk Folkeparti, Enhedslisten, Liberal Alliance, Alternativet, De Radikale, SF og De Konservative hava frá byrjan av stuðla uppskotinum. Teir sjey flokkarnir meta, at uppskotið fer at styrkja um fólkaræði.
Tað er formaðurin í Fólkatinginum samd í.
- Hetta er ein beinleiðis máti at fáa borgarar við, ið líkist fólkaatkvøðum. Nú eru tað ikki longur einans politikararnir, ið avgera hvat kann viðgerast. Borgarar kunna nú koma við uppskotum, sigur Pia Kjærsgaard.
Hon leggur tó dent á, at tað enn er neyðugt at arbeiða við teimum síðstu detaljunum í uppskotinum.
- Hetta er eitt nýbrot, og tað skal arbeiðast gjølla við uppskotinum fyri at tryggja, at tað ikki stríðir við grundlógina.
- Tað er eisini ein spurningur um hvussu man kannar tey, ið hava skrivað undir eitt uppskot frá borgarunum, sigur Pia Kjærsgaard.
/ritzau/