at siga sína hugsan um líkt og ólíkt. Hevur tú eina yrking, eitt hjartasuff um okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt heilt annað, so er bara at finna pennin ella telduna fram, og skriva til okkum [...] Hvørja viku verður so drigið lut ímillum innkomnu brøvini, og vinnarin fær eina spildurnýggja fløgu sendandi frá 3?aranum í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur, seta vit onga treyt um at innkomið tilfar
meira øðrvísi hjá mær. Tað er jú so nógv annað, sum hugsast skal um, og tí eri eg enn ikki av álvara farin at hugsa um dystin. Sum dømi um munin millum túrarnar nú, og so teir fyrstu, sum eg var við, kann [...] tey seinni á kvøldi fara til dystin. Hósdagin um middagsleitið verður so farið aftur til Keypmannahavnar, har Jackways hevur játtað at hava opið um kvøldið, so alt í alt má sigast, at áskoðararnir hava nóg [...] rungaðu í stóra bygninginum, so fyri gestirnar á staðnum, mundi tað verða so sum so við náttarfriðinum, men tað tóktist okkara 12. maður ikki at geva sær stórvegis far um.
Landsverki skal gera hann, men so tekur tað fýra ár, men so leingi er tað er ábyrgdarleyst at bíða, halda teir. Men verður arbeiðið boðið út, kann tað gerast upp á eitt gott ár, ella so, og tað er hetta, teir [...] leiðandi politikarum, verður so lemjandi lýstur, sum Dalsvegurin verður, meta vit vera ábyrgdarleyst, og leggja vit uppskotið fram, fyri at fáa tunnil til Dals gjørdan so skjótt, sum yvirhøvur til ber [...] Landsverk at skal hugsast um trygdina, er tað munandi meiri átrokandi at gera Dalstunnilin enn Fámjinstunnilin. Fyrrverandi verkfrøðingur hjá Landsverki, Heini Olsen hevur ført fram, at Dalsvegurin hongur
Hetta sá ógvuliga cool út, og eg helt at hetta var eitt spennandi slag av fitnessi. Og tá eg so sá lýsingina um, at zumba-fitness bleiv her í oynni, vildi eg absolutt prøva tað, sigur 18 ára gamla Ninni [...] Ninny Holm er ung og í góðari venjing, so mátti hon viðganga, at hesin eini zumba-tímin í Øravík hevði verið bæði stuttligur - og harður. - Ja, eg fekk sveittan fram, bæði væl og virðiliga, greiðir hon brosandi [...] tiltakið, og ætlaði at fáa eina vinkonu við sær. Henda kom tó ikki, men hon fekk so eina aðra at koma við sær. - Og tá eg so kom higar til Øravíkar sá eg, at ein onnur vinkona úr Trongisvági eisini var her
fyri at halda fram á somu leið, sum undangongukvinnan Ruth Laksáfoss hevur hildið í langa tíð. Tær báðar kendust nakað frammanundan og prátaðu ofta saman í telefon. Ta einu ferðina fall so prátið inn á [...] og soleiðis halda sambandið við teir viðlíka. Hetta er so ein máti at hitta sandoyingar uppá, sigur Ása. Hóast fólkatalið á Sandoynni er avmarkað, so lat Ása væl at vitjanini á framsýning hennara. Her hava [...] mangan hátt er talan nú um tað øvugta arbeiðið hjá Ásu í mun til gamla eigaran, - ella ta øvugtu leiðina. Ruth Laksáfoss gjørdi nógv av at vitja kring landið fyri at vísa fram vørur sínar. Og í hesum sambandi
tykist ikki vera ivi um, at var tað ikki fyri hesa løtuna, so hevði dysturin verið taptur. - Fram til tá hekk spælið hjá okkum als ikki saman. Talan var um fyrsta dystin, og tá hesin so eisini var tann á [...] tað ikki fyri hana, so høvdu vit tapt dystin, sigur Jórun. Má ikki vaksa Saman við liðfeløgunum kann hon tó fegnast um, at tað hóast alt eydnaðist VÍF at vinna dystin. Sum nevnt, so var hetta helst tann [...] dysturin, og at fáa tvey stig í slíkum, er so avgjørt ikki at forkasta. At VB-kvinnurnar hinvegin munnu iðra seg, er einki at taka seg aftur í. Tær hvødu fram til gyltu løtuna hjá VÍF takið dystinum, og
samgongu. Tað má og skal bera til so ella so. Vil løgmaður ikki leggja kongin men halda fram við royndum sínum, mugu vit bara vóna, at hann velur breiðu samgonguna, hvussu henda so enn sær út. Jenis má ikki sleppa [...] flokkurin og sigursharrin til valið fekk tingformanssessin. At tað so eisini er ein fyrrv. floksformaður og fyrrv. løgmaður, ið vann dystin um henda landsins mest tignarliga álitissess ger ikki støðuna verri [...] er burturvið av E at siga og halda, at við Jenis kann fullveldistilgongdin halda fram sum einki var hent. Hetta er ikki so. E gloymir, at tað hevur verið val, og at fullveldisvongirnir í A og D taptu, og
legði ein mentamálaráðharri frá sær, tí ivi var um hansara trúvirði. Tað er sjálvandi hent fyrr, at landsstýrismenn hava lagt frá sær, men tað hevur ikki hent so ofta fyrr, at fólk leggja landsstýrisstarvið [...] Brúnni. Ivi varð sáddur um embætisførslu hansara, og Tjóðveldisflokkurin vildi hava hann frá, meðan málið varð kannað. Stutt áðrenn niðurstøðan, sum fríkendi hann, kom alment fram, varð Tórbjørn Jacobsen [...] valskeiðnum. Skal statistikkurin haldast við líka, so missir Anfinn Kallsberg ein ella tveir landsstýrismenn afturat ? og skal býtið verða rættvíst, so fellur valið á Eyðun Elltør. Men verður nýggi lan
løgtingi ber boð um, at væl er arbeitt frá øllum síðum. Ikki minst hevur uppskotsstillarin gjørt eitt vælaverk. 14. desembur í fjør legði Jenis av Rana vegna Miðflokkin uppskotið fram, og fekk tað beinanvegin [...] sambandið millum tað almenna/umsiting landsins og einstaka borgaran skal betrast, so lættari og skjótari kann komast fram í almennu umsitingini. Uppgáva umboðsmansins verður m.a. júst hendan ?At vera ein [...] almenna umboð løgtingsins at hava eitt vakið eyga við hesi umsiting, so vanligi borgarin ikki verður fyri órætti. Tey eru ivaleyst ikki so fá, sum hava kensluna av órættari viðferð í almennu skipanini. Mangan
og nógv fólk eru stúrin um støðuna og ógvusligu avleiðingarnar av veðurlagskreppuni. Avleiðingar so sum hækkandi sjóvarmáli, øtiligan turk, vatntrot, doyggjandi gróður og so framvegis. Hetta hevur við [...] eitt trygt veðurlag. Vit hava tí alt ov nógva olju eftir, vit skulu minka um framleiðsluna við í minsta lagi 4 % um árið fram til 2030 og veruliga seta ferð á orkuskiftið. Hesar loysnirnar eru í størsta [...] slíkur fær fría mikrofon í Kringvarpinum uttan so mikið sum ein kritiskan spurning. Sum er, eru ætlanirnar hjá heimsins stjórnum frammanundan at framleiða tvífalt so nógv kolvetni í 2030 í mun til tað, sum vit