Hondbóltur
Meistararnir úr VÍF fingu ein ordans hvøkk, tá tær sunnuadgin vitjaðu í Vági.
At dysturin var torførur, var einki at ivast í, men neyvan høvdu tær í VÍF grunað, at tað skuldi gerast somikið torført, sum tað bleiv.
Jacklin var bjargingin
VB var liðið, sum hevði munin meginpartin av dystinum, og eftir at hava ført við einum máli í hálvleikinum, komu tær tíðliga í seinna hálvleiki upp á 14-10, og sigurin tóktist vera komin heilt nær.
VÍF fekk tó snarað øllum á høvdið, tá tær innan fyri 11 minuttir skutu átta mál á rað, og á liðnum tykist ikki vera ivi um, at var tað ikki fyri hesa løtuna, so hevði dysturin verið taptur.
- Fram til tá hekk spælið hjá okkum als ikki saman. Talan var um fyrsta dystin, og tá hesin so eisini var tann á pappírinum torførasti dysturin, sum vit kundu fáa, so gav hetta okkum eyka nervar, sigur Jórun Ludvig, sum í ár er á liðnum hjá VÍF.
- Hasa løtuna í seinna hálvleiki fingu vit tó knappliga alt at rigga, og ikki minst var tað Jacklin, sum bjargaði okkum. Eg haldi næstan, at hon skoraði upp á allar royndirnar hja sær, og tað er púra víst, at var tað ikki fyri hana, so høvdu vit tapt dystin, sigur Jórun.
Má ikki vaksa
Saman við liðfeløgunum kann hon tó fegnast um, at tað hóast alt eydnaðist VÍF at vinna dystin. Sum nevnt, so var hetta helst tann á pappírinum torførasti dysturin, og at fáa tvey stig í slíkum, er so avgjørt ikki at forkasta.
At VB-kvinnurnar hinvegin munnu iðra seg, er einki at taka seg aftur í. Tær hvødu fram til gyltu løtuna hjá VÍF takið dystinum, og fleiri vóru helst, sum vónaðu og roknaðu við, at VÍF fyri fyrstu ferð í meira enn eitt heilt ár skuldi tapa ein landskappingardyst.
Soleiðis gjørdist ikki, men hinvegin sýndi avrikið hjá VB, at tær hels verða sera drúgvar hetta kappingarárið, og einki er at ivast í, at tær fara at stríðast fyri, at munurin til VÍF ikki skal gerast størri enn tey bæði stigini, sum eru.
Dysturin í tølum:
VB-VÍF 17-22 (8-7(
Málskjúttar:
VB: Gabriella Fekete 9(3), Regina Radó 3, Gurið Mortensen 2, Margret Augustinussn 1, Durita Rouch 1, Sólrun Krosslá 1
VÍF: Jacklin Durhuus 7, Sóley Mikkelsen 4, Nicoleta Radu 3, Fríða Marjunardóttir 2, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Jórun Ludvig 2, Ioana Rápa 1, Alis Høghamar 1
Brotskøst: VB 4, VÍF 3
Útvísingar: VB 2, VÍF 1
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum