marknaðin. Men teir skulu samstundis vera greiðir um, at vit ikki ætla at geva teimum ein triðing av marknaðinum uttan víðari. Heldur verandi vøkstur fram, so er sjálvandi ein møguleiki fyri, at teir kunnu [...] Atlantic Airways verið mest sum einsamalt um flutningin, tó at DAT kring seinasta ársskifti eisini var ein aktørur á marknaðinum. Tann støðan verður tó broytt um góðar tríggjar mánaðir, tá FaroeJet fer í [...] príssetinginum, so alt í alt kenna vit okkum vera sera væl brynjað til kappingina, sigur Magni Arge. Hevði ikki valt Kastrup Eitt, sum stjórin á Atlantsflogi ferð eftir ferð hevur ført fram, er, at ein av
Glamour parradan heldur fram, soleiðis at tað gerst púrasta greitt, at her verður einki latið yvir til tilvildina at ráa yvir. Dámar tær country Eftir er bert at staðfesta, at um so er, at tú ert millum teirra [...] eg lurti eftir henni. Ragnar hevur sínu egnu tulkingar av Hank Williams, og sjálvt um onkur kanska ikki dámar hetta, so hevur hann við sínari sermerktu rødd eina rættuliga nærveru við innihaldið í sanginum [...] løg hjá Hank Williams á fløguni, og eru hesi veruliga framførd á so høgum støði, at ein onkuntíð hevur ilt við at skilja, at talan er um ein føroying, sum einans hevur hetta sum frítíðarítriv. Harafturat
herav góðar 900 mió eru farnar til rakstur. Vøksturin í útreiðslunum sær út til at halda fram komandi ár, so um inntøkurnar ikki eisini økjast er eins og fyri 2002 onki at leggja niðurfyri til verri tíðir [...] nakrantíð. Mynd (Rakstrarútreiðslur u/rentir) So um samgongan meinar nakað við sín sjálvberandi búskap, er alneyðugt við sparingum innan almenna sektorin, og her má tað so serliga verða umsitingin, sum skal skerjast [...] eykajáttanir afturat í ár uppá einar 30-40 mió. so veruliga RLÚ-úrslitið kemur at liggja á umleið 100 mió.. Hetta er ikki nøktandi, tá hugsað verður um, at vit í løtuni eru ovast á einum alduryggi og ringt
mást tú fyrst taka hana fram. So bara tað, at yrkingin er skrivað letur kanska upp fyri nýggjari meining – eina løtu, í hvussu er. Yrkingin ”Samrøða við myrkrið” er eisini dømi um, hvussu høvundurin við [...] fevna um alheimsligar kenslur. Ella kreftir, sum til dømis í yrkingini ”Golgata – morðið á Jim Kerr”, ið er um morðið á ein ungan samkyndan mann. - Eg kendi Jim Kerr, og veit framvegis ikki, um hann var [...] Vit hittast á eini kafé. Sjálvandi. So er rætti karmurin settur fyri bæði einum práti um hansara fyrsta yrkingasavn, Café Europa, og aðaltáttin í stórum parti av skaldskapinum hjá rithøvundanum Hanusi
tjóri hevur sagt, at alt er ikki farið fram eftir galdandi reglum, og at andstøðuflokkarnir hava kent tað sum sína skyldu at leggja misálit fram fyri at bøta um okkara umdømi sum ábyrgdarfult rættarsamfelag [...] og tá stjórnarleiðarin onki vil gera, og enntá sáar iva um ta kanning, ið løgtingið hevur biðið um, so noyðist løgtingið at gera tað fyri hann, segði Jóannes Eidesgaard. Óli Breckmann mutaði afturímóti, [...] Miðflokkin heitti staðiliga á Jørgin Niclasen um at leggja frá sær, og hóast tað neyvan var orsøkin, so gjørdist tað kortini endin. Løgtingið slapp ikki at atkvøða um misálitið hjá andstøðuni, men úrslitið gjørdist
við høvdinum setti bóltin í tóma málið. Løtuna eftir kendist tað bara vera spurningur um tíð, áðrenn KÍ skoraði, men so var tað tvær ferðir heilt spent støða frammanfyri KÍ málið, áðrenn Patrik Johannesen [...] aftanfyri HB málverjan. So var neyðugt við longdari leiktíð. KÍ hevði bóltin meiri, og tað vóru spentar støður í HB brotsteiginum, men gestirnir megnaðu at halda tætt, og tað kendist sum um, at teir einki høvdu [...] í sekkinum, men heimamenninir megnaðu ikki at binda fyri, og so varð Teitur Matras Gestsson dagsins hetja hjá havnarmonnum, sum halda fram í kappingini og harvið hava møguleika at endurvinna steypakappingina
frá Skriftini, at aðrir enn Jesus høvdu mátt at grøða fólk og gera onnur undurverk. so tað átti ikki at verið so løgið, um fólk enn í dag hava hesar gávur. Fólk koma á møti og verða fylt við nýggjum mátti [...] síðani. Colin Dye, sum er prestur við Kensington Temple hjá Hvítusunnusamkomuni í London, sigur um tað, sum fer fram á hesum møtum, at tað er: » úthelling av Andanum, sum má viðfarast við umhugsni og ikki talast [...] Summi uppliva at verða so fylt av heilagum Anda, at tey fáa krampar og svíma. Colin Dye, prestur í Kensington Temple, samanber hesa vekingina við aðrar stórhendingar, sum farnar eru fram í hesi øldini. Sum
eisini hetta boð fram í sínum brøvum. Hetta boð vil Bill Justinussen síggja stórt uppá og heldur leggja dent á tað meira autoritera hugtakið: óttan. Jamen so livdi Jesus til onga nyttu! Og so roynir Bill at [...] førum tað størsta stiðið fram ímóti eini alheims- ella altjóðagerð, sum heimurin hevur sæð? Alheimurin, Islam og Europa Bill tekur, sum so nógv onnur í síðstani, eisini Danmark fram, sum eitt “ræðandi” dømi [...] tilgongd, men at steðga henni ella ignorera hana, tað er eftir mínum tøkki burturvið. Og um ein tjóð er kristin, so haldi eg, at júst næstakærleikin, meira enn óttin, er ein stak góð dygd at fara inn í alheimin
øllum pørtum betri, um intensiteturin í fullveldistosinum hevði verið eitt sindur minni, og meiri tíð hevði verið ofrað uppá aðrar stórar spurningar, sum eisini skulu loysast, um vit so fáa fullveldi ella [...] og føroyingar keglast um síðani tá. Okkara politikarar eiga at gera alt, sum teir megna, fyri at fyribyrgja, at søgan fer at endurtaka seg, og so eigur tað at vera líka mikið, um semjan við danir, ið skal [...] ella ikki. Her verður t.d. hugsað um endurnýgging av fiskiskipaflotanum og pensiónirnar. SAMBANDSMENNINIR søgdu sína hugsan um Hvítubók í gjár, og í vikuskiftinum hevur javnaðarflokkurin landsfund, har r
Pape á Facebook. – Tað hevur verið nógv skriving um mítt privatlív seinastu tíðina. Eg vil ikki siga meira um hetta, men bert siga, at vit eru báðir samdir um, at hjúnarlag okkara er liðugt og ynskja hvør [...] hevur verið so vakurt. en nú havi eg sagt tað, og er harmist um tað, og nú er mítt fokus á at reka politikk, segði Pape leygardagin við miðlarnar eftir røðu sína. Fríggjadagin hevði Pape biðið um umbering [...] ikki fleiri viðmerkingar til miðlarnar og biða bara um, at teir skilja støðuna, skrivar Pape. Tá tey Konservativu høvdu landsfund í Keypmannahavn um vikuskifti, nevndi Pape ikki miðla orrustuna kring hann