Misálitisbumban gekk av

Bumban gekk av í ótíð í løgtinginum týsdagin, tá eitt søguligt misálit var til viðgerðar. Samgongan varð skadd, og okkurt tárið fall, men hóast illa trevsað, so yvirlivdi samgongan dagin. Dagurin var dramatiskur, og endin var, at Jørgin Niclasen illa sperdur legði kongin. Nú byrjar ein nýggjur politiskur dagur

FRÁSØGN

Tað mátti koma. Men bíðað var heilt til evstamark.
? Tá Tjóðveldisflokkurin soleiðis tryggjar meirilutan fyri einum misáliti, er ongin ivi um, at løgmaður fer at loysa meg úr starvi, tá løgtingið hevur atkvøtt misálitið ígjøgnum. Við hesi staðfesting í huga fari eg at biðja løgmann loysa meg úr starvinum sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum.
Jørgin Niclasen legði loksins kongin, segði seg úr starvi sum landsstýrismaður við fiskvinnumálum, og harvið var ein dramatiskur og søguligur dagur í løgtinginum av.
Hetta hendi týsdagin stutt fyri klokkan 17. Í samfullar tríggjar tímar hevði løgtingið viðgjørt uppskot um misálit á landsstýrismannin við fiskivinnumálum. Hann ætlaði ongantíð at leggja frá sær, men nógv stóð á, og tað gjørdist honum ov nógv, tá tað nærkaðist markinum fyri, at løgtingið skuldi atkvøða um søguliga misálitið ímóti honum. Samstarvsfelagin í samgonguni, Tjóðveldisflokkurin, hevði longu kunngjørt, at hann fór at atkvøða einmælt saman við andstøðuni fyri uppskotinum, og sostatt hevði Jørgin fallið kortini.

Sterkt myndamál
Myndamálið, ið Jørgin Niclasen nýtti, tá hann loksins tók orðið í viðgerðini, segði alt um hansara sinnisstøðu og støðuna hjá Fólkaflokkinum yvirhøvur.
? Anstøðan hevur blakað eina bumbu inn í samgonguna, og tíverri er størsti samgonguflokkurin (Tjóðveldisflokkurin, blðm.) farin at pilka við bumbuna. Og tá tú pilkar við bumbur, so bresta tær ofta, segði Jørgin Niclasen.
Við hesum gav hann eina týðiliga ábending um, at málið rakti breiðari enn bara hann sjálvan. Men hann duldi heldur ikki fyri, at hann eisini kendi hetta sum eitt persónligt álop frá sínum samstarvsmonnum.
? Hetta er ikki tað samfelagið, sum eg hevði ímyndað mær. Eg føli tað sum ein knív í ryggin, men fyri meg er aftur ein dagur í morgin, sum eg nokk skal klára at liva við, segði Jørgin Niclasen, meðan hann beit seg í vørrina.
Samstundis gjørdi hann tað púra greitt, at hansara uppsøgn neyvan er tað síðsta, sum hendir í málinum.
? Í dag gongur tað út yvir meg, men í morgin er aftur ein politiskur dagur, og hann sær neyvan út sum hesin, staðfesti landsstýrismaðurin, sum týðiliga kendi seg kroystan av, at hann varð miðdepilin í orðaskiftinum.

Løgmaður harmast
Við uppsøgnini endaði orðaskiftið. Misálitisuppskotið varð tikið aftur, og samgongan yvirlivdi harða róðurin, hóast áralagið var vánaligt, og dagurin nú er ein annar.
Løgmaður tók sum tann seinasti orðið og kundi bara taka uppsøgnina til eftirtektar, sjálvt um hann metti málið vera »eitt afturstig fyri rættartrygdina og demokratiið«, sum hann málbar seg.
? Jørgin Niclasen hevur verið ein góður og samvitskufullur landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum er ein ógvuliga trupult uppgáva at røkja. Við at fara út starvi hevur hann víst seg sum eitt fyridømi, men tað er eitt stórt offur at bera. Og eg eri samdur við hann um, at gerandisdagurin verður øðrvísi eftir hetta, segði løgmaður.
Hvussu nógv øðrvísi, vildi løgmaður ikki siga. Spurningurin er, hví Fólkaflokkurin lat málið koma so langt. Tjóðveldisflokkurin hevði jú boðað flokkinum frá frammanundan, at hann fór at atkvøða fyri uppskotinum um misálit, og annar lítli samgonguflokkurin, Miðflokkurin, atkvøddi helst eisini fyri.
Helst vildi flokkurin nýta høvi at føra síni sjónarmið fram, Jørgin varð gjørdur til ein pínslavátt, og flokkurin vann kanska ein tiltrongdan moralskan sigur. Men á leiðini varð orðalagið hart, og orð sum »Pilatus«, »judasgerð« og »svíkjari« vóru send úr aftasta horninum, har talsmaðurin hjá flokkinum Óli Breckmann sat.

Prinsipp ella jura
Tað var annars Lisbeth L. Petersen, forkvinna Sambandsfloksins, sum legði uppskotið um misálit á Jørgin Niclasen fyri tingið. Saman við henni hevði Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, skrivað undir misálitisuppskotið. Tey bóðu løgtingið samtykkja, at »Løgtingið ikki longur hevur álit á Jørgen Niclasen, landsstýrismanni«.
Lisbeth L. Petersen vísti á, at ein kanningarstjóri hevur sagt, at alt er ikki farið fram eftir galdandi reglum, og at andstøðuflokkarnir hava kent tað sum sína skyldu at leggja misálit fram fyri at bøta um okkara umdømi sum ábyrgdarfult rættarsamfelag.
Óli Breckmann bað Lisbeth L. Petersen vísa á, hvar í frágreiðingini frá kanningarstjóranum tað stóð, at landsstýrismaðurin hevði brotið lógina, men forkvinna Sambandfloksins vildi ikki viðgera sjálvt málið. Og har stóð ein stórur partur av stríðnum.
Fólkaflokkurin vildi viðgera sjálvt málið, meðan tingið helt seg til prinsippini, álitið á politisku skipanina og tann ivan, sum er sáddur í málinum.

At seta mark
Tjóðveldisflokkurin hevur verið ótrúliga kúrrur, síðan málið kom fram fyri jól. Millum lítið og onki hevur verið at hoyrt um, hvørja støðu flokkurin hevur, og formaðurin hevur víst til, at tað, sum skal sigast, er sagt á røttum staði.
Tá Høgni Hoydal, formaður floksins, sum er landsstýrismaður, fekk undantak at føra orðið fyri flokkin, fekst sjón fyri søgn, at samgongan var í tvíningum. Høgni Hoydal kunngjørdi, at allur flokkurin atkvøddi fyri einum misáliti, um tað kom so langt, men hann hevði kortini ongan hug at gera tað til eitt persónsmál, juristarí ella samgongumál.
? Alt er gjørt eftir bókini í hesum máli, og ein kanningarstjóri, sum løgtingið hevur sett, hevur sagt, at landsstýrismaðurin er farin út um sínar heimildir. Niðurstøðan gevur ikki heimild at fara víðari í rættin við málinum, men hon er kortini greið. Við øllum ivamálum, sum eru reist, eigur málið at fáa avleiðingar, so vit kunnu skapa álit og seta mark. Talan er rætt og slætt um eina politiska heildarmeting, og tíðin er farin frá, at ting ikki fáa avleiðingar, segði Høgni Hoydal.

Lóg ella endamál
Ongin fer væl av, at annar fer illa, segði Jóannes Eidesgaard. Hann helt kortini, at tað var neyðugt at reisa misálitið, tí málið var prinsipielt. Hann hevur sjálvur fyrr reist eitt uppskot um misálit av politiskum ávum, men tað fall. Hesaferð var støðan ein onnur, tí málið var løgfrøðiliga grundað, segði hann.
? Ein løgfrøðilig kanning hevur staðfest, at farið er óregluliga fram, og tá stjórnarleiðarin onki vil gera, og enntá sáar iva um ta kanning, ið løgtingið hevur biðið um, so noyðist løgtingið at gera tað fyri hann, segði Jóannes Eidesgaard.
Óli Breckmann mutaði afturímóti, at løgtingið ikki hevði skyldu til at fylgja kanningini, sum onga greiða niðurstøðu hevði um, at landsstýrismaðurin eigur at leggja frá sær.
Hann legði samtundis áherðslu á, at Jørgin Niclasen hevði nátt endamálinum við lógini um umlegging av lánum hjá fjarfiskiflotanum, sum var at varðveita rækjuskipini í føroyska flotanum. Og tað taldi meira, enn at onkur umsitingarligur smáfeilur er gjørdur.
? Endamálið er eydnast til fulnar, og Jørgin Niclasen hevur bara fylgt andanum í lógini, buldraði Óli Breckmann.
Tað nyttaði lítið tá avtornaði. Bara Sjálvstýrisflokkurin tók undir við Fólkaflokkinum. Jenis av Rana úr Miðflokkin heitti staðiliga á Jørgin Niclasen um at leggja frá sær, og hóast tað neyvan var orsøkin, so gjørdist tað kortini endin.
Løgtingið slapp ikki at atkvøða um misálitið hjá andstøðuni, men úrslitið gjørdist tað sama.