sunnudagin 5. august. Nærri verður lýst í ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum kemur í hvørt hús í landinum. Myndin er tikin í skúlagarðinum í 1926 ella 1927 av gentum í tveimum flokkum. Vit kenna nøvnini á teimum [...] kennist við genturnar, sum vit mangla nøvnini á, ella hevur okkurt at viðmerkja í hesum sambandi, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við Jórunn Dánialsdóttir. Adressan er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn [...] Mynd í sambandi við framsýningin av millum- og realskúlanæmingum hjá Jórunn Dánjalsdóttir. Framsýningin letur upp við kvøldsetu mánakvøldið 23. juli kl. 19, har borgarstjórin Heðin Mortensen setur fra
vera í Gundadali vikuskiftini 20. til 22 januar og 11. og 12. februar. Nú er gjørt av, at sama slag skeið skal haldast somu dagar í Eysturoy. Skeiðið í Eysturoy verður í Leirvík. Fyri skeiðnum í Eysturoy [...] við í mesta lagi 24 luttakarum. Tá ið freistin at boða frá luttøku var úti, høvdu 48 ella tvífalt væntaða hámarks talinum fyri luttøku boðað frá luttøku. Tí hevur FSF gjørt av at skipa fyri tveimum skeiðum [...] standa Jóhan Nielsen, Petur Simonsen og Hans Mourits Foldbo. Fyri skeiðnum í Gundadali standa Eli Hentze og Jógvan Martin Olsen. Í FSF fegnast tey sjálvandi um, at áhugin fyri venjaraútbúgvingunum tykist
hvussu leikur fer, tá VB í tveimum umførum skal royna seg móti sambiðlunum í oddinum. Leygardagin er talan um útidyst móti Stjørnuni, sum fram til seinasta vikuskiftið tóktist mest sum í serflokki. Men sum við [...] verður um rúgvusmikið umfar í kvinnuhondbóltinum. Ikki færri enn sjey dystir standa á dystarskránni, og tað er ikki sørt, at útfallið av hesum fer at gera av, hvussu oddastøðan í grundspælinum fer at laga [...] ir so á vitjan hjá Neistanum, sum í ár veruliga hevur hótt við at arga tey »stóru«, men sum higartil kortini hevur manglað seinasta og avgerandi fetið. Styrkisroynd í niðaru hálvu Men fimm aðrir dystir
blanda seg í oddin. Tann sessurin hoyrir tó enn heima hjá Kyndli, sum burtursæð frá fyrsta javnleikinum hevur fingið fulla úrtøku í sínum dystum. Tað hevur millum annað havt við sær, at Kyndil í løtuni er [...] megnaðu hoyvíkingarnir at vinna Kyndli nakrar neisur. Og einki er at ivast í, at tað aftur er ætlanin leygardagin. H71 hevur í ár víst seg sum ein av teimum heilt seriøsu biðlunum til oddasessin, og avrikini [...] skal eydnast hoyvíkingunum at javna hendan munin. Í hinum báðum dystunum um vikuskiftið er talan um greiðar favorittar. StÍF fekk av at vita frá Neistanum í fyrsta dystinum á árinum, men fyri tað nógva mundi
vóru aðrir spælarar í líknandi støðu sum hann, ið ikki spældu fyri feløgini, teir væntandi skulu umboða í ár Argentinski spælarin Gunnar Nielsen kom saman við Sylla til Føroya fyri tveimum árum síðani, og [...] sítt arbeiðs- og uppihaldsloyvið longt. HB og Skála mugu tí klára seg uttan hesar profilar í ár, hóast teir í grundini hava standandi spæliloyvi frá FSF. FSF hevur havt tann politikkin, at teir kanna ikki [...] Einki mál um ein útlendskan spælara, sum hevur spæliloyvi í einum føroyskum felag, men hevur mist fortreytirnar fyri hesum spæliloyvi, er áður roynt í Dómsnevndini hjá FSF.
Var tað tilvitað, at tit lógu so aftarlaga í 2. hálvleiki? - Vit tosaðu í steðginum um, at teir fóru at leypa meiri á í 2. hálvleiki. Vit ætlaðu at sekta teir í snarálopum, men vit mistu heilt sambandið [...] hildu teir í KÍ, at 1. hálvleikur hevði verið besta leikliga avrikið higartil í ár. - Trupullleikin er, at vit ikki megna at halda støðið alla tíðina. Hetta hevur eisini gjørt seg galdandi fyrr í ár, og hetta [...] maður í verjuni, men hesa ferð var hann á gamla miðvallarplássinum: - Tað líkaði mær sera væl, og eg haldi, at tað gekk væl hjá okkum mesta partin av 1. hálvleiki, tá ið vit komu framum við tveimum málum
Hóast VÍF bara var á odda við tveimum málum í hálvleikinum, so var ongantíð veruligur vandi á ferð hjá føroyameistarunum. Teir hildu seg frammanfyri Tjaldur alla tíðina, og í seinna hálvleiki øktu teir støðugt [...] strævið hjá runavíkingum at fylgja við, og í seinna hálvleiki dragnaðu teiri eisini. VÍF gjørdi ikki nógv hóvasták burtur úr í fyrra hálvleiki. Teir høvdu í løtum trupulleikar við at spæla seg gjøgnum [...] gjøgnum verjuna hjá Tjaldri, men teir høvdu allatíðina munin í dystinum. Tryggur sigur Í seinna hálvleiki gjørdust umstøðurnar at spæla betri. Tað gjørdist longri millum málini hjá Tjaldur, samstundis sum verjan
aftur skal metast sum ein av favorittunum í gullstríðnum. - Nú kenni eg so ikki úrslitini av hinum dystunum, men í øllum førum kunnu vit enn avgera alt sjálvir. Í so máta er talan mest sum um finaludystin [...] Fótbóltstos Einki er at taka seg aftur í, at Hans á Lag mundi vera ein hin stinnasti HB leikarin í annars góða liðavrikinum sunnudagin. Og tað var eisini ein nøgdur Hans á Lag, sum vit fingu orðið á, tá [...] og HB hevði fingið trý ógvuliga kærkomin stig. Fyri tveimum vikum síðani eftirlýstu HB?arnir stríðsandan á liðnum, sum púrasta tóktist vera horvin í summarsteðginum, og Hans ásannaði eisini, at tað var
samskifti. Hans Tórgarð læsir seg ikki fastan í ávísari leiklistagrein, men er fjølbroyttur í evnisvali. Hann tekur listarligu uppgávurnar í álvara og útinnir tær eins hegnisliga, antin framførslan er fyri [...] samstundis sum hann í leiklutum sínum megnar at geva áskoðaranum upplivingar, sum víðka um sjónarringin hjá tí einstaka, fær hann at flyta mørk og skilja margfalnu litbrigdini í menniskjasligum samskifti [...] leikir, setir upp og framførir, bæði í einmansleiki og saman við øðrum sjónleikarum. Hansara íkast til leiklistina gevur vón um framhandandi menning innan sjónleikavirksemið í Føroyum." Leikpallur Føroya sigur
triðingurin verður lagdur í grunn hjá skótahjálpini. Hesin grunnur verður nýttur til bráðfeingis hjálp ymsastaðni í heiminum. Mesta í fleiri ár Innkomna upphæddin er hin størsta í fleiri ár. Seinastu árini [...] megnaði skótahjálpin í ár at savna inn 106 tkr. teir dagarnar, sum tiltakið fór fram. Nakað av útreiðslum vóru sjálvandi, og eftir at hesar vórðu drignar frá, vóru 101 tkr. eftir í kassanum hjá skótahjálpini [...] gjørt av, at innsavnaði peningurin hetta árið skuldi býtast í tríggjar partar, eins og vanligt er. Skótahjálpin hevði valt at stuðla tveimum verkætlanum, og var onnur av hesum føroysk, meðan hin var útlendsk