og tú livdu saman í 60 ár í hjunarbandi, og tit vóru ein góð fyrimynd fyri okkum. Tit vístu okkum altíð kærleika og umsorgan, og frá tykkum vita vit, at lívið ikki bara er ein dansur á rósum. Tit tagdu [...] hevði tú tinganest og karamellur við. Møttu vit tær, tá tú komst spákandi eftir vegnum í keppi og gummiskóm, hendur í lumma og við fullari skuffu av snúsi, átti tú altíð eina karamellu ella eitt oyra at [...] hevði okkurt gott við. Tú hevði sjálvur tokka til tað søta og koyrdi tú onkuntíð súltutoy í teið og sukurmolar í røstu súpanina. Tú vildi altíð hjálpa, og tá vit egndu, var tað mangan, tú tókst yvir og
fram til dagin í dag. So hoyrdu vit í útvarpinum, at ein flúgvivanlukka var hend í Norra, og at tað var Atlantic, og hjartað krimpaði bara meir og meir, tí fleiri av okkara allar kærastu vóru í Norra til arbeiðis [...] Tit høvdu tað so gott saman, fluttu saman í hús í Sandavági, hvar tú treivst og elskaði at hugna um í tykkara prýðiliga vakra húsið. Tað var tó ikki alt ein dansur á rósum hjá tykkum, men tit megnaðu at yvirliva [...] nakrantíð, fram til tann dagin. So komu Annfinn og eg í 1967, og so byrjaði barnatalið spakuliga at vaksa í Bø, og sjálvandi bleiv meira og meira lív í. Vit vuksu øll upp saman, lið um lið, sum systkin øll
Marstein úr Klaksvík, á sumri í 1956. Tey fingu børnini Hans Paula í 1957, Rutt í 1959 og Eivind í 1962. Hans Pauli andaðist í januar í ár, 66 ára gamal. Heimafturkomin úr Danmark í 1964 stovnaði Jógvan sína [...] valdømi, har hann aftur varð valdur í 1974. Frá 1978 varð hann valdur í Suðurstreymoyar valdømi, sum hann umboðaði í Løgtinginum, inntil hann gavst í politikki í 1994. Jógvan Sundstein var løgtingsformaður [...] realprógv í 1949, 16 ára gamal. Hann arbeiddi síðani í Sjóvinnubankanum. Í 1952 gekk leiðin til Keypmannahavnar á handilsskúla og síðani fór hann undir at útbúgva seg sum grannskoðari. Hann fekk í 1963 prógv
tú so væl tær síðstu vikurnar á sjúkrahúsinum, har títt lív var alt annað enn dansur á rósum, men tað fyrsta, sum rann tær í hug, tá tær tørvaði hjálp var, at tað var so strævið hjá beiggja, mær og sjú [...] síggjast aftur ein dag. Sov nú barn í Harrans hond hvíl teg undir grønum flagi tað er vánt á hesi strond sótt og kuldi eiga ræði, her er ótti, sorg og frykt, men í Harrans hond er trygt. Við hesum orðum [...] styrkti teg, so at tú megnaði at berjast so leingi ímóti sjúkuni. Tá tú fekst at vita tína lagnustøðu í februar 2003; at tú ikki kundi gerast frískur, men bert ein royndarviðgerð evt. kundi leingja tína livutíð
hevði mong áhugamál. Hon var á sinni við í Kvinnufelagnum, var ógvuliga virkin í Pensionistafelagnum í Havn, nevndarlimur í Hjartafelagnum í mong ár og tók eisini lut í arbeiðinum Bót til bata hjá Føroya felag [...] at halda samband við vinir sínar. Tað var ofta, tú hoyrdi málið á henni í telefonini - stundum var tað okkurt, hon hevði hoyrt í útvarpi, ið upptók hana, tí hon sat væl undir øllum, um enn hon viðhvørt [...] tað besta hon visti var at sleppa burtur at ferðast, síggja onnur lond og fáa sól. Í mong ár var hon umboð fyri Føroyar í felagsskapinum Samnordisk Pensionärskultur og ferðaðist til skeið har og fann sær
er Himmalin, gullgøtur, gleði, friður, dansur, lovsongur... og har skulu vit sum Hansar´ børn búgva í ævir; har búleikast Marianna í dag...!!! Vit kunnu bert liva í einum tryggleika, at Marianna hevði valt [...] stóra navnið Jesus eg í Jesu navni havi lív í dag. Eg skal altíð prísa Jesu navnið, sum úr myrkri inn í ljósið setti meg. Onnur nøvn øll skulu blikna. Tó skal Jesu navn ei vikna, gyrt í vakurleika lívgar tað [...] mostur, til elskuligu, fittu og deiligu Mariannu, ið bleiv borin í heim tann 04. apríl í ár. Hon eitur eftir tær.... Hon hevur veruliga sett seg í okkar´ tómrúm eftir missin av tær. Men ein dag skulu vit øll
trygt og gott. Eg og beiggi eru so jøvn í aldri, at hann næstan er sum mín stóribeiggi. Altíð slapp eg at vera við í øllum rokanum hjá tykkum og tað goymi eg væl í mínum hjarta. Tú fortaldi altíð søgur um [...] minnir og stuttligar løtur, so láturin ljóðar eisini. Tú hevur eitt serligt pláss í mínum hjarta, mín elskaði abbi . Hvíl í friði. ---- Abbadóttir tín Miriam [...] ofta hevur verið noydd at skava útyvir genturoksið av mær og Guðrun, á denn sminka, klæðir, sangur, dansur og látur av okkum hevur verið, men vit vóru altíð vælkomnar og eg minnist einki til, at tit nakrantíð
hugsaði um teg í dag, men tað er ikki nakað nýtt. Eg hugsaði um teg í gjár, og eisini dagin fyri. Hugsi um teg í stillheit, og sigi ofta “babba”. Alt, ið eg havi, eru minni og ein mynd í rammu. Tú ert eitt [...] eitt minni í mínum tonkum, sum eg aldri vil geva frá mær. Guð hevur teg í sínum ørmum, eg havi teg í mínum hjarta . Eg elski teg! Hvíl í friði elskaði babba ------------ Poula-Mari [...] landið runt. Helt tað var ”mega kuul” at sleppa við í hesar stóru bilarnar. Har sum tú var, har var lív í. Minnist jólini 2009, tá tú var jólamaður eysturi í Húsavík. Øll børnini skuldu fáa jólagávu, segði
Strondum vóru vælkomin at luttaka. Í tíðarskeiðinum 1940-45 var pápi 11-16 ár. Skotarnir høvdu bústað í missiónshúsinum. Teir vóru nakrir sum høvdu tað fyri at sita á trappuni í missiónshúsinum og spæla harmoniku [...] trúarlív og dagligt lív. Har tónleikur, sangur og dansur var eins natúrligt og at anda. Pápi var greiður yvir hvat hann setti í virði og var týðiligur í sínum mørkum. Ein eginleiki sum gjørdi at vit børn [...] høvuðsinnihaldið í lívinum hjá pápa, hóast tónleikurin ikki var hansara lívsyrki. Hann var sonur ein lærara, var heimkærur og tí var tað so nærliggjandi, at hann skuldi blíva lærari og ganga í skúla her á
Jóhannu og Sámal Petur Lognberg, vit vóru 8 systkin í flokkinum, Valdi bleiv 76 ára gamal og var triðelstur av systkinnaflokkinum. Vit vuksu upp í Blásenda í Skopun, saman við fyrimyndarligum foreldrum, pápin [...] uppaftur longri sjúkralega, sum var tær fyri, ein 20 ára gamlan drong. Valdi var í arbeði á Bacalao í 24 ár, har hann í fleiri ár var formaður. Góða Estur, Sofus, Mads Karlo og Tóra, má Harrin signa tykkum [...] stríddist við okkum 8 systkini, tað var í sjálvum sær ein stór uppgáva, men hana høvdu allar mammurnar, sum høvdu sjómenn. Eg kann siga, at tað var fátæksligt at vaksa upp í niðursetu bygdini Skopun, men hvat