fyrsta fødda og eg til tína fyrstu føddu. Tú og Tim hittust, meðan tit bæði lósu sálarfrøði í Århus og skjótt rann saman millum tykkum, og tað var vakurt at síggja, hvussu góð tit vóru, og hvussu familja [...] í Århus vóru eg og okkara felags vinkona, Durita Brattaberg, bodnar við, og betri brúdleyp hava vit neyvan verið til. Árini gingu skjótt og tit fingu fyrst tríggjar døtur, Sara, Fia og Maria við tvey ára [...] til hugna saman við familjuni. Fremst í tínum huga vóru altíð tíni kæru, Tim og døtrarnar Sara, Fia, Maria og Tora, og tú brúkti stóra orku at fyrireika tey upp á tíðina, tá ið tú ikki var her meira. Tá
fløða, og oyðimerkurnar fara at vaksa. Arktis og Grønland hitna meira og meira, um dagarnar brotnaði ein 100 km² stórur ísflaki við Ellesmere Island, tá ísurin hvørvur verður minni sólarljós og hiti kastast [...] fleiri og fleiri og hvassari og hvassari. Korallrivini í høvunum ganga til grundar av súrum sjógvi, ævigi kavin bráðnar á hægstu tindunum, norðurlendingar dyrka meis í staðin fyri fóðurrøtur, og føroyingar [...] føroyingar ganga og heinta summardáar á jólum, og harmast um at tað aldagamla skerpikjøtið er komi í vanda. Hetta er gongdin, og hon stendur við og versnar. Jørðin broytist til eina aðra planet Jørðin broytist
inni á Strondum, og eg skuldi syngja sangin “Omma” hjá Símun Konoy. Eg minnist, hvussu stolt eg var, tí eg skuldi standa fremst, og so hevði eg tvær kórgentur aftan fyri meg, sigur Arnfríð og flennur. Tað [...] er omma mín og fleiri aðrar landaplágur. Hon er framvegis smart, fitt og ljóshærd, men nú syngur hon ikki longur barnasangir. Arnfríð Lützen er í dag 29 ára gomul, skrivar egnar sangtekstir og ger sjálv [...] eg lærdi at standa á palli og fekk blóð upp á tonnina at fáast við tónleik, sigur Arnfríð. Sang við Eivør og Petsi Tað var ikki heilt av tilvild, at Arnfríð byrjaði at syngja og framføra ymsastaðni í landinum
sambandi til og frá miðstaðnum. Alt tað sum føroyingar vita um, hava vit goldið so ella so fyri at ferðast um firðir og sund. Forfedrar okkara guldu í teirra tíð við blóð, sveitta og tárum, og settu lívið [...] meðan vágafólk og norðoyingar enn noyddust at staðið í køini fyri at sloppið við Sam og Ternuni inn á fastlandið og goldið í dýrum dómum fyri tað? Eg ivist. Veruleikin er at tíðir broytast, og á samferðsluøkinum [...] Nú kjakið um eina komandi Suðuroyarleið og kostnað fyri at ferðast um firðir og sund er í hæddini, er tíðin búgvin at hugleiða eitt sindur um hvar vit hava verið og hvønn vegin vit fara. Føroyingar hava
fegnast um, og at hann er eitt slag av koyrli omanyvir okkum sum manna nevnd felagsins, er ikki at forkasta! Jóanes hugleiðir um fakfelagsviðurskifti her heima og í Svøríki í 70´unum og 80´unum, og vísir á [...] At gera felagið opnari og meira virkið úteftir, soleiðis at limir felagsins fáa størri kunnleika til og ávirkan á felagsarbeiðið ?Útbúgving av álitis- og trygdarumboðum okkara og betri kunning til limirnar [...] Tað er altíð hugvekjandi og spennandi at lesa hugleiðingar Jóanesar um viðurskifti, ið frammi eru, og at hann av sínum áhuga fyri arbeiðaramálum, og í ávísan mun fyri gongdini í Havnar Arbeiðsmannafelag
at tey bæði vóru komin higar fyri at fáa frið og hugna sær, og eingin tosaði við tey, meðan tey sótu og hugnaðu sær. Tá Paul McCartney fer frá borðinum og út úr hølunum byrjar orkestrið við Joey Morant [...] klubburin kallast fyri Showmans. Eins og við tí fyrra var talan um ein lítlan klubba, har eini sekstan fólk vóru savnað hetta kvøldið. Við í ferðalagnum vóru Katrin og Edith og fýra onnur fólk, ið eisini vóru [...] Showmans um hálvgum tíggju tíðina, og hetta er rættiliga seint til tílík høvi. ? Fyri at gera greitt, at vit vóru komin, settu vit okkum fremst. Har vóru ikki nógv fólk, og vit sótu beint við pallin ? so tætt
Arge í bókabúðirnar, og eins og tær undanfarnu gjørdist hon tann mest selda bókin á árinum. Vit hava fingið eitt prát við Jógvan Arge um bókaskriving, og um hvussu hetta byrjaði. Fyrst skulu vit kanska rætta [...] var farin, og tá bókin var skrivað, so hví ikki geva hana út, spurdu tey seg sjálvi. ? Eg gekk tá sjálvur við tankanum um at fara undir at skriva eina bókarøð um føroyingar og Grønland, og tað var funnin [...] fimtiárunum. Illa bar til at fíggja nakað virksemi í Føroyum og tískil fóru nógvir føroyskir fiskimenn til Íslands og Grønlands fyri at vinna sær og sínum til dagligt breyð. Boðin við til Grønlands Hóast Jógvan
fingið skýlið og í løtuni verður nýtt grasslíki lagt á vøllin. Men hópurin hjá fyrsta liðnum tinnist so hvørt og fyri kortum eru bæði Tórður Thomsen og Stig-Roar Søbstad farnir úr felagnum og restin av [...] B36, Víkingur og B68 hava ikki megnað at liva upp til ambitiónirnar. B36 byrjaði væl, men megnaði ikki at toki koyrandi og eru nú á einum fimta plássi. Víkingur vann í fjør steypakappingina og bronsu, men [...] at tað er samband millum B71 og hini bæði botnliðini, AB og FC Suðuroy. NSÍ Teir kundu nærmast ikki fáa eina verri byrjan. Eftir fýra umfør var bara eitt stig komi í hús og tað sá svart út í Runavík. Í
Vit installera og servisera alt ? heilt frá hydraulistum spælskipanum umborð á stórum trolarum til smá el-spøl á bátadráttum. Vit montera kranar og skiftilastir á bilar og servisera stórar og smáar entre [...] marknaðin fremst í søkjanini eftir arbeiðsuppgávum. Hann segði, at KJ eisini tekur sær av maskintekniskum uppgávum, vanligum smiðjuarbeiði og tílíkum. - Vit eru út við 60 fólk í arbeiði, og tí skal nógv [...] ngina. Og stjórin helt fram: - Okkara hugskot við at fáa gongd á góðskustýringina, var, at vit tóku ein "strong" niður ígjøgnum fyritøkuna og sertifiseraðu hann. Hesin strongur var innkeyps-og marknað
gerandismeldurin leggja seg sum tjúkkan kava oman yvir sorgina og royna at fáa hana at frysta og mestsum hvørva úr sinninum, tí hvat skal mann gera? Og hvat skal mann siga, tá náttúran minnir okkum á tað, vit [...] minni kynisk og hugmóðig. Tað kann gera, at tey, sum fara ígjøgnum sorgina, kenna seg minni einsom. Og tað kann fyrireika tey – altso øll – sum fara at verða rakt, uppá tað, tey skulu ígjøgnum. Og so er tað [...] jaðarferðin og ritualini, sum líkasum fylla tómrúmið: ”Eg minnist uggan / tær bóru inn á kakuføtum”, og fólkini, sum í bestu meining royna at troysta: ”At onkur spurdi / um tær manglaði / nakað (…) Og eg svaraði