ISO-góðkenning
KJ-Hydraulik hevur saman við Sp/f Virkisráðgevingini lagt lunnar undir góðskuskipanina við góðum stuðli frá oljufelagnum, Agip í Føroyum. Tað er Det Norske Veritas, sum hevur góðkent ISO-skipanina hjá fyritøkuni. Handanin av prógvinum fyri góðkenningina fór fram á samkomuni hendan fríggjadagin, og tað var Andrass Joensen, sum vegna Det Norske Veritas, handaði stjóranum hjá KJ-Hydraulik, Ólavi Asafson Olsen, viðurkenningina.
Út við 60 fólk starvast hjá maskinverkstaðnum, og tað var væl av fólki, sum hendan dagin ? aftur við góðum køkum, kaffi og te ? vóru samankomin at fylgja handanini og lýða á, hvat tey, sum hava skipað fyri hesi góðkenning, høvdu at siga.
Tað var Sofus Gregersen, marknaðarleiðari, sum beyð vælkomin.
Síðan hevði stjórin, Ólavur, orðið. Hann greiddi frá, hvat KJ-Hydraulik tekst við, og hví fyritøkan fór í holt við at fáa hesa ISO-góðkenningina.
Stjórin greiddi frá felagnum, sum Kári Johannesen, sáli, setti á stovn síðst í sjeytiárunum.
- Kári byrjaði spakuliga í kjallaranum heima hjá sær sjálvum. So við og við mentist fyritøkan. Stórur bygningur varð bygdur her úti á Kambsdali ? og í dag er fyritøkan leiðandi innan hydraulik á føroyska marknaðinum.
Hann segði, at KJ hevur sum mál at gerast uppaftur betri á hesum øki.
- Vit royna at røkka hesum máli við regluliga at hava skeið fyri okkara arbeiðsfólki, bæði her á virkinum og uttanlands. Framleiðslan fer altíð fram í tøttum samstarvi við viðskiftafólkini, soleiðis at hesi fáa júst ta loysn, tey vilja hava. Framleiðslan fevnir í høvuðsheitum um spøl og hydrauliksyllindarar til ymiskt virksemi. Vit installera og servisera alt ? heilt frá hydraulistum spælskipanum umborð á stórum trolarum til smá el-spøl á bátadráttum. Vit montera kranar og skiftilastir á bilar og servisera stórar og smáar entreprenørmaskinur.
Ólavur segði, at fyritøkan leggur størsta dentin á hydrauliskar uppgávur í Føroyum, men arbeitt verður eisini uttanlands.
- Føroyski marknaðurin er ikki so stórur, at vit bert kunnu arbeiða við honum. Kortini raðfesta vit føroyska marknaðin fremst í søkjanini eftir arbeiðsuppgávum.
Hann segði, at KJ eisini tekur sær av maskintekniskum uppgávum, vanligum smiðjuarbeiði og tílíkum.
- Vit eru út við 60 fólk í arbeiði, og tí skal nógv til at "metta" okkum.
Ólavur vísti á, at eftir samanleggingina við Hydro Tech á Eiði, sum nú er latið aftur, virkar KJ eisini sum ein heildarveitari til ali-og smoltvinnuna.
- Her hava vit saman við øðrum bygt upp eina lítla smiðju í Rumeniu, ið virkar sum undirveitari hjá okkum av alibesløgum, bátabrúgvum og øðrum.
Hann ásannaði, at alivinnan hevur stórar trupulleikar í løtuni, men við tað, at fyritøkan eisini er veitari í eitt nú Skotlandi og Íslandi, er alivinnan framvegis ein rímiligur partur av virkseminum.
ISO-góðkenning
- At vit vuksu okkum so stórar og bygdu upp eina sterka søludeild, gjørdi, at vit rættiliga tíðliga fóru at hugsa um at fáa eina góðskuskipan. Endamálið var bæði at lætta um arbeiði hjá okkum og fyri at tryggja viðskiftafólki eina so góða tænastu sum gjørligt. Oljuvinnan var byrjað at spøkja, og vit hoyrdu ferð eftir ferð, at skuldu vit verða við har, var góðskuskipanin eitt krav.
Hann vísti á, at tá ið fyrstu boriloyvini vórðu latin oljufeløgunum, skuldu hesi feløg binda seg til at stuðla ymiskum verkætlanum og øðrum her í Føroyum.
- Okkurt felag avgjørdi at lata pening til Fróðskaparsetrið, okkurt avgjørdi at stuðla føroyskari mentan, og Agip avgjørdi at stuðla føroyskari vinnu ? serliga við atliti til førleikan at arbeiða í oljuvinnuni.
Ólavur segði, at Agip valdi KJ-Hydraulik sum eitt av virkjunum, sum oljufelagið vildi menna.
- Burtur úr stuðlinum frá Agip hava vit eitt nú havt fólk á málskeiði í Aberdeen, vit hava vitjað boripall, og Agip hevur syrgt fyri, at vit fingu samband við potentiellar samstarvsfelagar í oljuvinnuni í Bretlandi. Eisini hava vit luttikið á skeiðum í eitt nú projektleiðslu ? og haraftrat hevur Agip stuðlað okkum í at gjøgnumføra hesa ISO-góðkenningina.
Og stjórin helt fram:
- Okkara hugskot við at fáa gongd á góðskustýringina, var, at vit tóku ein "strong" niður ígjøgnum fyritøkuna og sertifiseraðu hann. Hesin strongur var innkeyps-og marknaðardeildirnar ? og higar eru vit nú komnir.
Hann segði, at næsta stigið hjá KJ verður at fáa teknisku deildina og fíggjardeildina við. Hesar báðar deildirnar eru ikki við í sertifiseringini, men arbeiða longu nú eftir somu treytum.
- Samanumtikið kann eg siga, at hetta hevur verið ein spennandi tíð. Virkisráðgevingin hevur verið okkum ein góður ráðgevi, og longu nú síggja vit, at nýggja skipanin fer at verða okkum ein dyggur stuðul í royndum okkara at gerast eitt so væl virkandi virki sum gjørligt.
At enda takkaði Ólavur sínum starvsfólkum fyri, at tey hava tikið so væl ímóti tilgongdini til ISO-góðkenningina.
Stórur fyrimunur
Næstur at taka orðið var Arnstein Prestá, sum er góðskuleiðari hjá KJ-Hydraulik.
- Stutt eftir, at eg byrjaði hjá KJ í november 2001, heitti stjórin, Ólavur, á meg um at gerast góðskuleiðari. Tá ið eg ikki kendi nóg mikið til, hvat góðskustýring merkti, vildi eg ikki taka við hesum starvi beinanvegin, men vildi umráða meg fyrst. Tosaði við beiggja mín, sum eg visti hevði royndir hesum viðvíkjandi. Ráðini, hann gav mær, var, at eg í fyrsta lagi skuldi tryggjar mær, at leiðslan tók fult undir við at fáa góðskustýringina uppá pláss. Tá ið eg skilti, at soleiðis var, tók eg av og gjørdist góðskuleiðari.
Arnstein segði, at hann allan vegin í tilgongdini hevur havt ta kenslu, at uppbakningurin í felagnum hevur verið stórur.
Hann vísti eisini á týdningin av, at KJ hevur havt Virkisráðgevingina við í hesum arbeiði.
- Teir hava dugað ógvuliga væl at hjálpt okkum við hesum. Tað lættasta fyri teir hevði ivaleyst verið at latið okkum eina skræddaraseymaða loysn. Men soleiðis gjørdu tey ikki. Nú góðkenningin er fingin uppá pláss, dugi eg at síggja, at fingu vit ístaðin skræddaraseymaðu loysnina, høvdu vit ikki havt somu føling við tí, ið gjørt er til tess at náa hesum máli.
Arnstein segði, at stuðulin og ráðgevingin, sum KJ hevur
fingið frá Agip, hevur havt stóran týdning.
- Eg meti góðkenningina, vit fáa í dag, sum byrjanina til at gerast uppaftur betur í tí, vit fáast við.
Og Arnstein helt fram:
- At gerast ISO-sertifiseraður, sigur nakað um, hvussu vit arbeiða, nevniliga eftir altjóða góðkendum mannagongdum. Hetta gevur møguleikar, men hetta hevur eisini ávísar skyldur við sær. Eg rokni við, at góðkenningin kemur bæði okkum sjálvum og okkara viðskiftafólkum til góðar, segði Arnstein Prestá, góðskuleiðari.
Símun Hammer, sum umboðaði Virkisráðgevingina og Ólavur Gregersen, sum umboðaði Agip, heilsaðu eisini KJ fyri góðkenningina.