tað henda her hjá okkum? Hetta er ein spurningur, sum er blivin aktuellur, nú fólk hava sæð, hvussu óvantað og øðiligt nátúran kann taka seg upp ymsastaðni í verðini. Ein jarðskjálvti í havinum út fyri Sumatra [...] allan vegin frá norður til suður er ein riva millum tvær plátur, men tær umskarast ikki. Tær reka hvør í sína ætt, eystur og vestur eftir. Á rivunu, sum byggir upp ein rygg, Miðatlantsryggin, liggja vulkanskar [...] Norður-Atlantshavi? Út fyri norsku strondina er ein landgrunnur sum gongur einar 100 km út, dýpíð økist so líðandi niður til umleið 200 metrar. So er ein kantur, og so dýpist skjótt niður á fleiri hundrað
Skal ein fara undir virksemi á útoyggj er neyðugt at fáa lán og helst eisini almennan stuðul. Júst hetta við stuðlinum hevur mangan víst seg at verið ein trupulleiki: Hesin kann lættliga gerast ein sovipúta [...] virksemi kring alt landið. Men gongdin seinastu árini vísir tó, at ein rættiliga lítil partur er endaður á útoyggj. Í fjør veitti Eik bara ein fjórðings prosent í vinnulánum til útoyggj, samstundis sum tey [...] hjá fólki at skula liva av virksemi sum fær fíggjarligan stuðul frá tí almenna. Her átti ein heldur at skipa ein grunn, sum við serligum treytum kundi útvega eginpening til útoyggjar. - Royndirnar aðrastaðni
løgmaður hevur blást í lúður er ein byrjan. At embætisverkið hevur sett eina arbeiðsætlan saman er ein byrjan. At løgmaður saman við øðrum fer til India á inspiratiónsferð er ein byrjan. Tann avgerandi sp [...] ítøkiliga ábyrgd av einum ítøkiligum málsøki á ein slíkan hátt, at fleiri initiativ frá ymsum persónum eru við til at lyfta í felag. Í myndatalu kunnu vit siga, at ein ætlan er strategiskt viðkomandi, tá ið tað [...] tað ber tí einstaka til at finna ein togenda at hála í og at onkur rópar ohoy , tá ið vit skulu seta á. Strategisk leiðsla verður sostatt ein spurningur um persónar og bygnað. Um relatiónir og prosessir
havt ein prís, sum liggur um 100 kr. fyri fermeturin t.v.s. at ein øki uppá 600 fermetrar kostar einans 60.000 kr., og tá er vegur og kloakk íroknað. Ynskir ein at byggja í Klaksvík er prísurin ein heilt [...] einum av nýggjaru sethúsunum sæst ein barnasúkkla. Og bara fáar metrar hagani sæst næsta teknið, sum skal mótprógva gongdini, sum ein hevur sæð so nógva aðrastaðni: Ein brøyt er í ferð við at grava út fyri [...] í bygdini. Ikki eitt menniskja og ikki ein koyrandi bilur at síggja nakrastaðni. Í fyrstu atløgu kann tykjast, at í hesi bygdini man neyvan vera lív lagað, nú ein bæði tosar um alheimsgerð og býargerð.
tveimum av húsunum, beint niðan fyri skúlan. Í fyrra húsinum skuldi ein inngjalding gerast, eins og øll pappírini í samband við ein pakka skuldu avgreiðast. Tað tók eina løtu, áðrenn brosandi postmaðurin [...] kilometrum, hevur nógv húski og fevnir um ikki færri enn 9 bygdir og ein bý á tveimum oyggjum. Og so skal alt hetta røkkast innanfyri ein og sama dag fimm ferðir um vikuna. Eliesar byrjar kl. 7 og er sum [...] ið gera, at ein maður heldur fram í slíkum starvi ár eftir ár - eftir ár. Eitt sum er serstakt fyri starvið sum postmaður er, at hann kemur í samband við so nógv fólk hvønn einasta dag. Ein postmaður fer
eta millum máltíðirnar, so eisini sodningarleiðin fær hvíld. Et ein stóran morgunmat, et so ein stóran døgverða 5 tímar seinni og et so ein lættan nátturða um kvøldið. 5: Venjing: Royn at fáa venjingina [...] brúsu ella setur teg við eina á. At leggja seg í eitt baðikar eftir ein strævnan dag ella áðrenn ein týdningarmiklan dag, er eisini ein sera effektivur háttur at reinsa og fáa nýggja orku. 7: Føði : Vit [...] uppá tey. Hetta er ein lívsstílur, sum í mong ár hevur verið nýttur í Asia og fjareystri, m.a. av buddistunum. Her í vesturheiminum er Simple Living lívsstílurin seinastu árini vorðin ein tilpassað útgáva
hansara viðkomandi, er einki at ivast í, at vit her hava ein framtíðar miðvallargeneral hjá landsliðnum. 3. Óli Johannesen, TB, 62/1 Liðskiparin var eins og vant rættiliga tryggur í verjupartinum, har hann [...] skuldu ruddast burtur. Og við krospligu styrkini er hann aloftast ein sera týðandi liður í hesum. Hinvegin tóktist hann ikki hava eins nógva orku at stýra viðleikarunum hesaferð, sum hann vanliga hevur [...] Pól Thorsteinsson, B36, 29/0 Hevði ein sera skiftandi dag. Byrjaði við at selja seg við íslendska leiðslumálið, og var løtu seinni heppin ikki at fáa gult kort, tá ein glíðandi tackling kom alt ov seint
tað má jú vera tað, sum ein hetja er. Og so síggja vit, at hetjur veruliga finnast! Og tær hava ikki allar svørð í hond. Tí ein hetja er ikki bara ein sum elskar at syfta svørði. Ein hetja ger tað, ið skal [...] stað, soleiðis at ein kennir seg lítlan og maktarleysan. Men tað kann ongantíð vera ein umbering fyri einki at gera. Sum Helen Keller segði: "Eg eri kanska bara ein, men eg eri tó ein. Eg kann kanska ikki [...] men eg vil tó ikki halda meg frá at gera tað, eg kann". At vera ein hetja er ikki nakað, ið bert er fyri løgnar einstaklingar. Tað er ein lagna, ið kallar á okkum øll. So leingi pína og órættvísi finnast
løtu tveita alt fyri borð, er ein barnasjúka, sum eitt lið als ikki hevur ráð at hava, um so er at ætlanir eru um ein leiklut í oddinum. Har afturat tykist tað vera ein sera stórur trupulleiki, at liðið [...] saman. Heldur ikki tykist liðið vera eins nógv bundið av einstøkum leikarum, sum HB-liðið er tað. John Petersen hevði ikki ein av sínum bestu døgum sunnudagin, eins og Jens Kristian Hansen varð skiftur [...] B36-HB Løgmassteyp Tað mundi vera ein væl nøgdur kassameistari hjá FSF, sum sunnudagin kundi staðfesta, at heilt fitt av fólki var til fyrru hálvfinalurna í kappingini um Løgmanssteypið. Grannauppgerð
nógvur um vikuskiftið, so hevði ein ta fatan, at tað til tíðir næstan var luftmangul í KÍ-høllini sunnudagin, tá oddaliðini í føroyskum mansflogbólti møttust. Tí hetta gjørdist ein sera spennandi og vælleiktur [...] settið, og teir høvdu eisini settbólt við støðuna 24-23. Men ikki altíð gongur sum ein vónar. Mjølnir servar og Fram hevar ein skjótan bólt til Heina Weihe, sum slær henda beina leið út um vøllin, og allir [...] hann henda dagin leikti ein av sínum bestu dystum. Orsøkin til at Rúni eisini fekk nógvar bóltar var tann, at Mjølnir royndi at serva á Jens Hera Mortensen, sum kanska ikki hevði ein av sínum bestu móttøkudøgum