fyri at breyðføða seg vóru munandi betri enn í Kollafirði og Streymnesi. Her var stutt til tey góðu fiskimiðini. Eg búði í Fuglafirði til eg fór í skúla í 1963. Her var eg mangar túrar við abba mínum Pidda [...] fólkafundin av Skarðinum heim í Ribarhús. Fitt av fólkið kom saman í Ribarhúsi at lýða á, og røðan var bæði kveikjandi og hugfarslig: Fólkafundarrøða á Mentanardøgunum í Fuglafirði 3. septembur 2023 Góðan [...] ðuna á Skarðinum í ár. Hetta staðið merkir nógv fyri meg. Her komu langabbi mín Gamli Sámal Petur og langomma mín Elin Sofía við kúgv til gongu 3. jóladag í 1887 fyri at búseta seg í Fuglafirði, har vánirnar
kk, sum frá 1994 hevur verið í fyrireikaður og settur í verk í Føroyum, kom upp úr moldini í tí tíðarskeiði, tá Martin Joensen var blaðstjóri á Føroya Sosial-Demokrati. Í 1946 tók Føroya Løgting sær um [...] vælkend ein slík hugsan er í dag, var hon tá ikki vanlig í Føroyum, og eisini í dag kann hon sigast at goyma í sær eitt víðskygni, sum kundi latið eyguni upp á einstøkum fyriskiparum í oljusamtøkum og bankum [...] hevur staðið uppi í stív 19 ár, og sum eitur Norðurlandahúsið. Sýni inn í allar rúmdir Í hesum fyrilestri havi eg valt at samla meg um Martins skaldsøguskriving og blaðstjóravirki. Tættir í hansara virki,
av læknunum, vóru í rættinum mikudagin seinnapart. Har komu meira fjøltáttaðar frágreiðingar fram, um tað sum hent var í 1995. Beiggi órættaðu, sum nú býr í Skotlandi, var fyrstur í vitnisstólinum. Hann [...] tíðini, tá hann og systirin, sum gingu í skúla í Havn, búðu til leigu hjá ákærda. Eins og vanlig systkin, vóru tey ósamd um hvussu tey skuldu býta uppgávurnar millum sín í íbúðini.Beiggin greiddi frá, at systirin [...] Olsen hevði nógv um at vera henda dagin órættaða kom í viðtalu. Gentan var limur í Sjúkrakassanum í heimbygdini, og læknin hevði tí ongantíð sæð hana áður. Í rættinum varð tosað um medisinsku viðgerðina og
hinum húsunum í Mykinesi. Sjálv er Katrina fødd og uppvaksin í Mykinesi. Hennara lívsleið hevur tó leitt hana fram við øðrum støðum eisini. Eftir at hava gingið í skúla bæði í Vágum og í Havn, so leitaði [...] vitjaði í Mykinesi. Góða útbúgving Millum gomlu lonirnar í Mykinesi stenda eini so at siga spildurnýggj hús. Tað er í hesum húsum, at borgarstjórin, Katrina Johannesen, saman við manni sínum, Esbern í Eyðansstovu [...] saman við lítla soninum settu búgv í vestastu oynni í Føroyum. Síðani hava tey sett ein mykinesmann afturat í verðina, men tað er ikki komin nøkur barnafamilja vestur í Mykines síðani. Maður Katrinu arbeiðir
fingið ein kross í føðingardagsgávu í morgun. Hennara er tynri og við hvítum gimsteinum. Hon hevur í mong ár gingið í Frelsunnar Herinum í Havn, men nú hon býr í sambýli í Runavík, gongur hon í Berøa. Foreldrini [...] vaksnu børnini, sum eisini sjálvi hava boðið nógvum fólki í føðingardag. Krossar í gávu Tað er ein errin Tórur, sum tekur ímóti heima í durinum í morgun. Hann hevur akkurát pakkað føðingardagsgávuna upp [...] ur krossur í einari hálsketu. - Eg havi leingi ynskt mær hendan krossin, sum eg havi sæð í 3’aranum í SMS, har eg ofta gangi og hyggi, sigur hann. - Um eg verið nervøsur, so taki eg bara í krossin. So
støðurnar eru góðar, sigur Jógvan Pauli í Kongsstovu. Teir fýra, sum eiga í skipinum, eru allir við, men allir eru ikki umborð í senn. Í fjør summar var Froya í Grønlandi og innhandlaði fisk, sum tað verður [...] Umborð Í gjár ringdu vit umborð á línuskipið Froyu og høvdu skiparan og haraldsundsmannin, Jógvan Paula í Kongsstovu, í telefonini. - Vit liggja og draga norður úr Viðoynni. Veðrið er gott. Í gjáramorgunin [...] bert hava ein mann í lastini. Streymurin er góður, ein hampilig mising, sum skiparin tekur til. Í februar verða tvey ár liðin, síðan teir keyptu nýggju Froyu. Skipið er bygt í Danmark í 1988, og tað vóru
bestu. Tað haldi eg, at man í minsta lagi kann siga. Tit hava fingið eina ringa byrjan, bæði í vinardystunum og í fyrsta steypadysti í Fuglafirði. Hvør er orsøkin til tað? ? Ja, í vinardystum verður alt møguligt [...] hvørji mál hava tit í B36 sett tykkum í ár? Ja, nú haldi eg ikki at man kann siga, at vit hava sett okkum nakað ávíst mál, men B36 eigur at vera við í stríðnum um FM-heitið, so vit vilja í hvussu so er hava [...] at blanda okkum uppí í stríðnum um FM-heitið. Tit hava skift venjara frá í fjør. Er tað øðrvísi at spæla undir nýggja svenska venjaranum Pelle Andersen í mun til Tomislav Sivic í fjør? Ja, eg veit ikki
systrunum býr í Haslev. Tá Jákup í 1994 fór til Danmarkar at ganga í skúla búsetti hann seg í Haslev. Tí var tað so líka til, at hann tók av, tá hann umvegis Allan Simonsen fekk at vita, at teir í Herfølge [...] Danmarkar, tí teir ætla sær at síggja dystin seinnapartin í morgin millum Herfølge og FCK. Fleiri fara eisini í dag, og millum tey, sum fara við flogfarinum í kvøld vera foreldrini hjá Jákupi Mikkelsen: ? Tá vit [...] vit gjørdu av at fara niður, roknaðu vit við, at vit í morgin skuldu síggja avgerandi dystin um meistaraheitið. Í kvøld hava vit í sjónvarpinum sæð, at Jákup og teir eru vornir meistarar, og tú kanst ætla
formaður í lokalu deildini av Danmarks Socialdemokratiske Ungdom. Síðan tá hevur Bo siti í nógvum álitissessum bæði í ungdómsfeløgum og seinnu árini eisini í sjálvum flokkinum. Hann hevur siti í nevdnum [...] nevdnum bæði í felagnum í Keypmannahavn og sum limur í aðalstýrinum í árunum 1998-2004. Sjálvt konu sína Line hevur Bo hitt í politiska umhvørvinum. Bo Sandberg gjørdist veruliga eitt kent andlit, tá hann sum [...] undir húðini Vit hitta Bo Sandberg í garðinum uttan fyri heimið. Hann hevur alt lívið búð í hesum stóru múrsteinshúsunum í Sionsgade 5C uttarligað á Eystaru Brúgv í Keypmannahavn eitt hanagleiv frá Svanemøllen
Jákup, er stórbóndi. Á garðinum í Heimistovu eru 24 mjólkneyt og 250 áseyðir. So hann hevur, sum vera man, úr at gera í fjósi og í haga. Tískil er tað í størsta mun fallið í lut Malvinu at halda hús og ansa [...] Báðir brøðurnir hjálpa eisini væl til í fjósinum. Men einki av systkjunum á Heygum verður noytt til arbeiðis. Tvey tey elstu børnini ganga í skúla, og tvey onnur eru í dagrøkt tíggju dagar um mánaðin. Annars [...] ansa børnunum. Men tey størru børnini eru kortini við í arbeiðinum; bæði í húsarhaldinum og á garðinum. At rudda og fáa skil á mongu skógvapørini í gongini er púra náttúrligur partur av arbeiðinum hjá elsta