kalt? spyr hon. Hetta er ómenniskjansligt og má ikki henda, heldur hon. Hon heitir tí á sjúkrahússtjóran um at sleppa ætlanini um at lata aftur á jólum. Hon heitir samstundis á stjóran um at boðað frá hesum [...] við at pynta og skapa hugna inni hjá sær sjálvum, sigur Margretha Poulsen. Hon spyr um sjúkrahússtjórin hevur kannað, um hesi fólk hava nakran at fara heim til hesa tíðina. Ella skulu tey bara sita á onkrari [...] heldur sjúkrahússtjórin so, at tað ávirkar sjúk fólk. Og at tað ávirkar tey, er ongin ivi um. Sjálv veit hon um eitt av fólkunum, sum býr á pensjónatinum, sum vann okkurt á bingu nú eitt kvøldið. Tá helt
standa málinum nær, er talan um føroying, sum býr í Íslandi, sum saman við íslendingum og portugisum ætlar at fara undir saltfiskaarbeiði í hesum húsinum. Roknað verður við, at hetta virksemið kann byrja fyrst [...] Hendrik Tausen. Bíða verður eftir loyvum til hetta virksemið. Sum er, hava teir bara loyvi at arbeiða alifisk, sigur hann. Sum skilst, standa sviar aftan fyri hetta felagið, sum eitur FISK. Og Hendrik Tausen [...] handlað við, sum ikki hevur goldið. Jens Valdemarsson vil ikki siga, hvaðani hetta felag er. Men rættiliga nógv bendir á, at talan er um eitt felag í Svøríki. Tað hevur ikki verið møguligt at hitta Martin Hendriksson
trioin hevur eitt umfatandi repertoire, so tað er ilt at ætla um, hvat teir fara at spæla hetta kvøldið. Men at tað verður dygd, er ongin ivi um, tí tað er ótrúliga dugnaligir tónleikarar, sum fara at standa [...] fór niður í lestrarørindum, datt tað niðurfyri. Hann kom heimaftur um várið ´96 og fór beinanvegin at leita eftir eini manning aftur. Um tað mundið vóru ikki nógvir jazzáhugaðir tónleikarar í landinum, men [...] stílsløg um til jazz, og tað er vorðið sera vanligt at gera. Í dag verða kend pop og rockløg jazzað upp. Vanliga hevur ein tónleikastílur ávísar fyriskriftir ella reglur, sum eiga at fylgjast, um man skal
limir í SIEC-Føroyar, sum so aftur er limur í tí altjóða felagsskapinum SIEC-International. Eitt sindur um SIEC-International/SIEC-Føroyar SIEC-International er ein aldargamal altjóða felagsskapur, hvørs stevnuskrá [...] búgving á øllum fakligum støði heilt frá fólkaskúlastøði til Ph.D.-grad. SIEC-International fevnir um lond kring allan knøttin. Málið hjá SIEC-International er at skapa ræsir fyri einum framtíðarskygdari [...] Network Committee er sjálvsagt at hava ábyrgd fyri, at limirnir kunnu leita sær eftir samstarvsfeløgum. Hetta er møguligt á konferencunum, og eisini tá ið heim aftur er komin at leita á Internetinum í heimasíðuni
hava notið av danskarum! Hetta eru tað mong, ið siga. Men, nú vil eg so inniliga ynskja, at vend kemur í. Vit eru avbukað av dønum, teir hava so ruddiliga sett okkum í klemmu. Hetta verða allir føroyingar [...] arbeiði, um rætt verður farið fram. Óviðgjørdur fiskur skal vera bannaður til útflutnings, av teirri grund at nógv arbeiðspláss verða mist. Innflutningurin skal lækkast við avgjøldum á luksusvørum. Hetta eru [...] eru lutir sum dýrir bilar o.a. og hetta pumpar nógvar pengar av landinum. Hesir pengar kundu ístaðin verið nýttir til útbúgvingar. Útbúgvingar, sum vit seinni koma at njóta gott av. Trupulleikar Trupulleikar
serstøkum ljóðførum so sum smærri instrument til byrjunarundirvísing, tá børn og foreldur ikki enn vita, um hetta við tónleiki verður nakað fyri tey, og eisini til keyp av stórum og dýrum instrumentum, sum bert [...] verið í landinum og teimum sparingum, sum hava verið og eru, er tónleikaøkið og tey ungu. Fyri at bøta um hesa støðu og fyri at útvega møguleikar at skaffa pengar til nettup musikkøkið hava fólk tikið seg [...] besta viðmæli og ynskja Ljóðførisgrunni Føroya Musikkskúla ein blíðan fyrr. Millum stigtakararnar til hetta frálíka tiltak er Ólavur Hátún, sum nú í fleiri ár hevur havt til uppgávu at menna og samskipa mu
borðtennis og billard eru í hesum salinum. Og er talan um veitslur av einumhvørjum slagi, ber til at borðreiða fyri 80 fólkum. Av Skála til Reykjavíkar Um summarið arbeiða fleiri fólk á Sjómansheiminum Ørkini [...] síðan tað lat upp í 1991. Tað hevur ikki altíð verið líka lætt, sigur hann, men tað hevur so borið til. Um summarið er rættiliga nógv fólk á Sjómansheiminum, sigur Havstein Ellingsgaard, meðan veturin er heldur [...] ov stutt, sum avgjørt skal bera raksturin. Nakrir fastbúgvandi gestir eru kortini á Sjómansheiminum um veturin. Tað eru fyri tað mesta skúlanæmingar. Og onkur føroyingur er eisini ímillum. Í løtuni býr
samráddist um at fáa bygginevndina setta. So varð farið at savna pening til tess, at arbeiðið kundi fara í gongd í Reykjavík. Og innsavningin var við lutaseðlasølu, sum nógvir føroyingar vita um at siga. [...] føroyingafeløgum, til dømis, og hartil kemur, at nógvir hava skift nøvn. So ilt er at síggja á navninum, um persónurin er føroyingur ella íslendingur, sigur Jens, sum jú sjálvur hevur íslendskt navn nú. Tað [...] gingið synunum væl í Føroyum. Teir hava havt nokk at gera alla tíðina, sigur hann. Sjómansheimið »Søgan um Sjómansheimið Ørkina er so long,« sigur Jens og smílist, »at eg rokni ikki við at liva so leingi, at
Sjálvt um eg ikki havi roynt at flutt meg burtur frá tí, sum eg áður havi gjørt, havi eg roynt at gera tónleikin so nýggjan og originalan sum gjørligt, og um tað hevur eydnast, mugu fólk sjálvi meta um. Eingir [...] Eingir politiskir tekstir Hvat syngur tú um? ? Kærleikin er rættiliga gjøgnumgangandi sum evni á fløguni, og tað er ikki av ongum, tí mær dámar væl at yrkja um kærleika. Kærleikin rúmar so nógvum, og hann [...] teir eru rættiliga persónligir, og snúgva seg um nakað, sum eg haldi meg hava verið ígjøgnum, og sum fólk flest eisini munnu kenna aftur. Tað er aftur hetta við menningin av tær sjálvum, tú upplivir nógv
Knudsen, men nú sigur landsliðsmaðurin, at hetta verður av ongum á hesum sinni: ? Eg skal upp til sveinaroynd í summar, og tað ber ikki til at útseta hetta. Hetta merkir kortini ikki, at eg ikki eri áhugaður [...] staðfestir Øssur Hansen. Tað ljóðar á Toftum, at tað verður arbeitt við at styrkja um liðið við onkrm øðrum spælarum. Talan er bæði um føroyskar og útlendskar spælarar, men hvussu landið liggur hesum viðvíkjandi [...] áhugaður í at royna lívið sum yrkisspælari. Um eitt tilboð kemur, eftir at komandi kappingarár og sveinaroynd eru fingin frá hondini, so fari eg fegin at umhugsa tilboðið, sigur Øssur Hansen. Sær betri út