vælkomið her á Føroya land, set teg bara niður trygt á hvítan sand. Syng tín sang um várið, syng títt fríska lag, einaferð um árið, grækarismessudag. [...] heima ert tú nú. Her á hesum oyggjum vælkomið er tú. Lítli vakri vinur, boðar frá um vár, setist móður – linur aftur ár um ár. Klipp frá reyðum nevið okkum boðar frá, at nú spretta blómurnar allar bøi á
sum skipanin eitur, mátar ttil dømis aldu og vind og roknar so út, hvat skal gerast fyri at minka um vatnmótstøðuna á skipinum og soleiðis spara olju. Skipanin er sprottin úr eini granskingarætlan, sum [...] sum byrjaði fyri bert tveimum árum síðani. Úrslitini av royndum umborð á Smyrli tað seinasta árið hava verið so mikið góð, at danska reiðaríið Norden nú er hugað at keypa skipanina frá føroyska felagnum [...] ráðstevnuni TransAtlantic Climate Conference í Norðurlandahúsinum 7. og 8. apríl verður høvi at hoyra um GreenSteam skipanina og úrslitini av royndunum umborð á Smyrli. Tað eru teir tríggir verkfrøðingarnir
vitnaðu fólk um frelsandi og varandi kraftina frá Jesusi, og vit gleddust um at síggja fruktir av seinastu vitjanini hjá Brend á hesum plássi. Prátið í bygdini hevur mest verið um møtini og um tey, sum játta [...] fingið tveir mánaðir frammanundan um at møtast til ein sakligan kjakfund um teirra stríðsmál. Um presturin vildi taka av, vildi hann steðga, so eingin skuldi siga um hann og Mr. Danielsen, at teir rýmdu [...] vóru vit á Viðareiði. Har er ein blómandi samkoma við um 25 fólkum, sum savnast um orð Guds. Vit høvdu møti hvørt kvøld í 10 dagar og gleddust um at síggja úrslit av evangeliinum. Trý trúgvandi vórðu
Urbanus, ið manna bólkin The Ghost. Bólkurin hevur havt nógvan vind í seglunum seinasta árið og fær javnan tilboð um at spæla uttanlands. Hetta kann koma illa fyri, tá ein gongur í skúla og hevur »mist ekstremt [...] er tað so, at frávera í miðnámsskúlunum verður tald upp í prosentum, og missir tú meira enn okkurt um 15 prosent tilsamans, ert tú í vanda fyri at verða koyrdur úr skúlanum. Hesir reglar eru eisini galdandi
tær úti um landoddarnar til feit tiltøk? Tað hava The Ghost svar uppá Ungu menninir í The Ghost, Filip og Urbanus, ganga báðir í miðnámsskúla. Teir hava havt nógvan vind í seglinum seinasta árið og hava [...] hava javnan fingið tilboð um at spæla uttanlands. Hóast skúlagongdin onkuntíð forðar Urbanusi í at luttaka í framførslunum úti um landoddarnar, steðgar tað ikki The Ghost í at fara avstað. Teir senda bara [...] ístaðin. Les meira í Sosialinum í dag um, hvussu tað gongur fyri seg hjá The Ghost, tá fráveruprosentini forða, og hvat teir tríggir - Filip, Urbanus og Hanus Mikael - siga um tað.
annars fleiri spurningar, vit fegnir vildu fingið svar upp á. Fyrst og fremst um felagið hevði havt óheftar serfrøðingar at meta um virðið á partabrøvunum. Og hóast eingin vil gera viðmerkingar, so bendir alt [...] gjørligt fyri partabrøvini. Eisini vildu vit spurt, nær partabrøvini eru seld, tí á heysti 2004 – tað árið, sølan fór fram – gjørdi Kaupthing eitt prospekt fyri Atlantic Petroleum, og var tað greitt úr hondum [...] roknskapirnar hjá Kongshavnar Útgerðarfelag. Vit vendu okkum til grannskoðarafelagið við spurningum um, hvør hevði virðismett partabrøvini, men har var heldur eingin viðmerking. Eisini ætlaðu vit at vita
hevði danska reiðaíið Norden ætlanir um at keypa eina føroyska, orkusparandi uppfinning frá trimum føroyskum verkfrøðingum. Nú er keypssáttmáli undirskrivaður við Norden um føroysku uppfinningina, sum verk [...] verið tvey ár um at menna. Hetta er ein skipan, sum sparir skipum nógva olju. GreenSteam, sum skipanin eitur, mátar til dømis aldu og vind og roknar so út, hvat skal gerast fyri at minka um vatnmótstøðuna [...] lan, sum byrjaði fyri bert tveimum árum síðani. Úrslitini av royndum umborð á Smyrli tað seinasta árið hava verið so mikið góð, at danska reiðaríið Norden nú er hugað at keypa skipanina frá føroyska felagnum
Hann varð tikin fyri rúsdrekkakoyring og stóð til at missa koyrikortið í langa tíð. Men hann tvíhelt um, at tað var ein serlig orsøk til, at promillan var so høg, sum var. Og tann ørsøkin var, at hann hevði [...] eisini staðfest í Landsrættinum, at tann, sum tekur heilivág, hevur sjálvur ábyrgdina av at geva gætur, um heilivágurin ávirkar evnini at koyra bil. Kundi drigið 1,5 promillu frá Løgreglan hevði tikið mannin [...] blóðinum. Sjálvir greiddi ákærdi frá, at hann hevði havt kenning í tvey kvøld frammanundan og fyrr um dagin hevði hann eisini drukkið øl. Men hann var edrúur, tá ið hann koyrdi og tað var ikki hetta, sum
hjartaliga vælkomin. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið.?Kundi tú hugsað tær at vita meira um felagið ella at gerast limur, kanst tú venda tær til, formannin:?Frits Jacobsen [...] fyri føroyskar fiskimenn í Canada, Svøríki, Danmark, Íslandi og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200. Skrivstovan [...] Fuglafjørður Sunnudagsskúli verður í kirkjuni sunnudagin kl. 11.00. Vegna konfirmatión verður einki møti um kvøldið. Missiónshúsið í Leirvík Sunnudagin verður eingin sunnudagsskúli og einki møti vegna konfirmatión
burgarar, og var í iva hvussu tað fór at fara fram. Eitt MacDonald hotell hevði hann ongantið hoyrt um áður. Tað skuldi tó vísa seg, at MacDonald Hotel er ein marglætis hotelketa við mongum hotellum í Evropa [...] til Everton í Onglandi, har hann og Jóhan Davidsen royndu seg. Bert Jóhan fekk bjóða sáttmála. Sjálvt um eingin sáttmálið spurdist burturúr, fekk hann at vita frá felaganum, at hann hevði gjørt eitt gott [...] Manchester United kom Christian inn í hálvleikinum og skoraði til 2-0. City vann tann dystin 3-0. Spurdur um hví valið fall á Manchester City, svarar Christian: - Tá eg var yngri, helt eg við Manchester United