Danskt reiðarí vil keypa føroyska uppfinning

Eftir bert tveimum árum er tað eydnast trimum føroyskum verkfrøðingum at gera eina skipan, sum sparir skipum nógva olju. Reiðaríið Norden er sinnað at keypa uppfinningina GreenSteam, sum skipanin eitur, mátar ttil dømis aldu og vind og roknar so út, hvat skal gerast fyri at minka um vatnmótstøðuna á skipinum og soleiðis spara olju. Skipanin er sprottin úr eini granskingarætlan, sum byrjaði fyri bert tveimum árum síðani.

Úrslitini av royndum umborð á Smyrli tað seinasta árið hava verið so mikið góð, at danska reiðaríið Norden nú er hugað at keypa skipanina frá føroyska felagnum Decision 3.

Á ráðstevnuni TransAtlantic Climate Conference í Norðurlandahúsinum 7. og 8. apríl verður høvi at hoyra um GreenSteam skipanina og úrslitini av royndunum umborð á Smyrli.

Tað eru teir tríggir verkfrøðingarnir Dánjal Jákup Jacobsen, Ólavur Simonsen og Jóhan Petur Petersen, sum hava gjørt GreenSteam. Arbeiði teirra við at menna hesa skipan hevur verið stuðlað av Granskingarráðnum, Vinnuframagrunninum, Amerada Hess og Kleking.