fyri Noreg í 70-unum nýtist ikki at vera gott fyri Føroyar í 90-unum. Árni Olafsson nam eisini við manningarspurningin í fiskivinnu og oljuvinnu. Hann helt seg hava lagt til merkis, at tað longu í dag er kapping [...] helt, at føroyingar hava brúk fyri í mesta lagi eini útgerðarhavn í eini leitifasu. Hann helt, at føroyingar í eini leitifasu ikki nýttust at gera stórar íløgur í nýggjar havnir og basar, men heldur brúka [...] , havnir og havnaøki. Jan H. T. Olsen vísti í hesum sambandi á tað, sum hevði verið óheppið í gongdini í Noregi. Hann segði, at nógv av tí, sum varð gjørt í byrjanini av útviklingunum, var óneyðugt. Nógvar
at vera saman í størri felagsskapum, har harðskapur og rúsevni eru bannað. Tað sigur Súsanna Martinsdóttir, frítíðarpedagogur, í sambandi við harðskapin og rúsevnismisnýtsluna í Føroyum. Hon vísir á, at [...] Sosiala deildin í kommununi helt hugskotið vera gott, og kom tí við í ætlanina. Haraftrat vóru pedagogar og foreldur við í arbeiðinum. Skipað varð fyri bussferðum til dansistaðið. Børnini vóru í fínasta pussi [...] drekka, tá tey koma í tann aldurin, at áhugin fyri dansi vaknar. Tá eru tey mong, ið ikki tora upp á gólv. Og tá kann fyrsti rúsurin vera kærkomin, sigur hon. Tá hon starvaðist í Leksand í Svøríki (býur á
Jú hettar sóu føroyingar - og so øll at seyma klæðir. Tað bleiv seymað klæðir í næstan hvørjum kjallara í Klaksvík og í Havn. Úrslitið? Ongin kundi klára seg - og alt fór á heysin. Síggja føroyingar at [...] rópa nú varskó. Vit eru á veg aftur í 80-ini. Men hvar eru fíggjarstovnarnir í hesum spæli? - Eiga teir ikki at síggja skriftina á vegginum - og ikki bara hugsa um dagin í dag? Tí virksemi skal jú fíggjast [...] ein fornuftig íløga. Og tað má jú ikki henda í Føroyum. Soleiðis kundi tú hildið áfram - men eg gevist nú. Ein spurning afturat. Hví setir Ferðaráð Føroya ikki í sín faldara, at her býr verðins býttasta fólk
fingin í lag. Á ferðini í Føroyum var eisini Eva Vinding, heilsufakligur deildarleiðari. Ørindini vóru at vitja sjúkrahúsini í Føroyum og m.a. eisini at tosa við landslæknan um ymisk viðurskifti í sambandi [...] á sjúkrahúsunum í Havn, Suðuroy og í Klaksvík. Eva Vinding er serkøn á heilsufakliga økinum. Hon vísti á trupulleikar í Danmark, sum eisini eru i Føroyum, og greiddi frá, hvussu hesir í Danmark vóru loystir [...] okkum út í internu viðurskiftini á sjúkrahúsunum í Føroyum, sigur Einar Krag. Hann er hugtikin av, hvussu væl viðurskiftini eru skipað á sjúkrahúsøkinum, og hvussu nógv og góð hugskot komu fram í samrøðunum
standa seg væl í fótbólti. Í 1. umfarið spældu føroyingar Malta út av vøllinum, og 2. hálvleik var talan um arbeiðsavrik. Jens Kristian Hansen, sum var fluttur mitt á miðvøllin, var við í tí mesta 1. hálvleik [...] mundu flestu føroyingar, um teir so vóru á Svangaskarði ella aðra staðni í landinum, rokna við, at sigurin ímóti Malta var í pottinum, og at nú var tað ikki ein spurningur, hvar stigini fóru at enda, [...] ongantíð áður hava okkara menn í landsdysti víst sovorðið spæl, sum teir vístu stórar partar av 1. hálvleiki. Allir spælararnir arbeiddu væl fyri hvørjum øðrum, allir vóru fullir í spæligleði og sjálvsáliti
Eirikur Lindenskov Seinast í maimánaði varð revsirættuin hjá foreldrum tikin av í Danmark, skrivar blaðið »Føringurin« í seinastu útgávuni. Blaðið sigur, at í hinum Norðurlondunum varð forbjóðað foreldrum [...] foreldrum at sláa síni børn í 80?unum. Lógin, sum er galdandi í Føroyum er upprunaliga frá 1922, men tó eru fleiri broytingar gjørdar síðani. Landsstýrismaðurin í trivnaðarmálum, Kristian Magnussen, sigur, [...] fyri tingið, sum kann seta hana í gildi í Føroyum. Kristian Magnussen heldur, at løgtingið átti at sent tann boðskapin til føroysk foreldur, at tað er skeivt at sláa í uppalingini. Danska lógin gevur tó
Eirikur Lindenskov Í áru eru liðin 50 ár síðani, at Skipafelagið Føroyar gjørdist umboð hjá russisku bátunum í Føroyum, og fer felagið at hátíðarhalda hetta seinni í mánaðinum. Í 50?unum vóru nógv russisk [...] undir Føroyum og fiska svartkjaft. Besta tíðin er í juni. Nógvir russar eru eisini í Irmingarhavinum og fiska kongafisk, sum gevur meira av sær, sigur Árni Dam. Men tríggar teir fyrstu mánaðirnar í ár hava [...] eldru sjúkrasystrunum á Landssjúkrahúsinum, at eitt nú í 1957 lógu 27 russiskir sjómenn á sjúkrahúsinum í ein dag. Árni Dam kom á Skipafelagið at arbeiða í 1960, men síðan 1978 bevur hann tikið sær av deildini
vóru bæði við í ?Glataðu Spælimonnunum³, og eg havi eisini havt nakrar uppgávur í útvarpinum. - Møguleikarnir at vinna pening eru betri í Danmark. Um tú t.d. ikki ert við í nøkrum leiki í tveir - tríggar [...] hava longu verið heima í 14 dagar, og tað er stórbroyting, sigur Páll Danielsen. - Vit búgva í miðbýnum í Århus, og tað, at koma til Føroya kennist eins og tá eg sum smágenta í Havn fór á bygd at ferðast [...] ferðast. Her er so vælsignað fríðarligt í Havn í mun til har vit búgva, sigur Vár Jacobsen. - Børnini hoyra ljóðini á øðrvísi hátt her, tí bert eitt ljóð hoyrist í senn. Í Århus er so nógvur larmur har vit búgva
FISC-bólkurin í London gjørt eitt stórt lobbyarbeiði til frama fyri Føroyum. Umboð fyri bólkin hava hvør í sínum lag roynt at tosa við bretskar politikarar fyri at fáa teir at skilja støðu okkara í grindamálinum [...] EITT orð sum sjáldan verður havt á lofti í Føroyum er lobbyistur - lobbyvirksemi. Í orðabókini stendur hetta til at merkja krókapolitikari - krókatutl. NÚ vit eru við at gerast ein meira integreraður partur [...] av einum føroyskum talsmanni í Bruxelles hevur orðið verið nógv brúkt. Nevniliga í merkingini, hvussu ein tílíkur talsmaður kann vera við til at ávirka politikarar o.o. í øðrum londum at skilja støðu okkara
útróðrarflotin liggur eftir. Teir 5000 dagarnir geva í besta fall eina øking í veiðuni uppá 2000 tons, t.v.s. 3% av umrøddu heildarveiðu, og ikki sum nevnt í Sosialinum 12%. Hetta er so prísurin man hevur valt [...] Johannes á Brúgv, sølustjóri á Fiskasøluni, hevur í Sosialinum leygardagin 7. juni eina áhugaverda grein um føroyskan fiskivinnupolitikk. Av tí at hann í hesari grein nemur eitt sindur við útróðurin, er [...] nøkrum viðmerkingum og nærri frágreiðingum, hesum viðvíkjandi. Sjálvt um vit í skúlanum lærdu, at hvussu faktorarnir standa í einum roknistykki, er líkamikið, so er tað ikki líkamikið, um allir eru við