Eirikur Lindenskov
Seinast í maimánaði varð revsirættuin hjá foreldrum tikin av í Danmark, skrivar blaðið »Føringurin« í seinastu útgávuni. Blaðið sigur, at í hinum Norðurlondunum varð forbjóðað foreldrum at sláa síni børn í 80?unum.
Lógin, sum er galdandi í Føroyum er upprunaliga frá 1922, men tó eru fleiri broytingar gjørdar síðani.
Landsstýrismaðurin í trivnaðarmálum, Kristian Magnussen, sigur, at sjálvsagt átti eisini Løgtingið at viðtikið eina lóg, sum forbjóðar foreldrum at uppala síni børn við at sláa tey.
Tey, sum mugu sláa fyri at uppala síni børn, eru ikki vaksin at uppala nakran, sigur Kristian Magnussen við Føringin.
Sjálvandi eigur tað at vera skeivt at brúka fysiskt vald fyri at fáa síni sjónarmið ígjøgnum, sigur landsstýrismaðurin, sum kortini heldur, at vit skulu vera varin, tí ilt kann vera at finna markið.
Summi foreldur sláa kanska, tí tey eru í eini neyðstøðu, og tá mugu vit ansa eftir, at ikki onkur uttanítfrá kann koma og melda tey fyri lógarbrot, heldur hann.
Fólkatingið samtykti eina lógarbroyting, sum sýtir foreldrum at revsa síni børn, men tað var við minst møguligum meiriluta. Bert ein atkvøða var á muni.
Lógin, sum hevur loyvt foreldrunum at revsa síni børn, er lógim um foreldramyndugleika. Lógin er eitt felagsmál, so lógin kemur ikki automatiskt í gildi í Føroyum, skrivar Føringurin.
Ríkisumboðið umsitur foreldramyndugleikalógina og kunnar landsstýrið um, at nýggj lóg er viðtikin. So hevur landsstýrið møguleika at leggja lógina fyri tingið, sum kann seta hana í gildi í Føroyum.
Kristian Magnussen heldur, at løgtingið átti at sent tann boðskapin til føroysk foreldur, at tað er skeivt at sláa í uppalingini.
Danska lógin gevur tó ikki møguleika at revsa foreldur, sum sláa síni børn, Lógargreinin er meiri at kalla eini etisk boð úr Fólkatinginum til borgarar um, hvussu tey skulu uppala síni børn.
Er talan um misrøkt ella beinleiðis harðskap móti børnum, kemur tað undir vanligu revsilógina.
Í Norðurlondum er rætturin hjá summum at sláa onnur, nú heilt burtur. Í søguni hevur fangavørðurin havt loyvi at sláa fangar, meistarin er sloppin at sláa sínar lærlingar, lærarin hevur havt rætt at sláa næmingarnar, og maðurin kundi sláa konuna. Seinasti rætturin var hjá foreldrunum at sláa børnini, men hann er nú tikin av í øllum Norðurlondum uttan í Føroyum, skrivar blaðið »Føringurin«.