Brandur hevur skift til FH

Tað er nú alment, at Brandur Hendriksson skiftir til FH í Íslandi

Brandur Hendriksson Olsen hevur skift frá Randers FC til FH í Íslandi. In.fo skrivaði fyrr í vikuni, at eitt skifti er upp á tal. Nú er greitt at talan er skifti, har miðvallarin verður leysgivin úr Randers FC og ger ein tvey ára sáttmála við íslendska felagið.

 

Les eisini: Brandur upp á tal í FH

 

Føroyski landsliðsspælarin hevur havt torført við at fáa spælitíð, eftir at Randers FC fekk nýggjan venjara. Undanfarin venjarin, hollendski Ricardo Moniz, hevði ætlanir um at brúka Brand Hendriksson, tá hann kom fyri seg eftir skaðan, men bleiv stutt seinni koyrdur.

 

Venjari hjá FH er Ólafur Kristjánsson, sum er venjarin, ið keypti Brand Hendriksson til Randers FC frá FCK í 2016. Tí er talan um ein venjara, sum kennir eginleikarnar hjá skálvíkingini væl.

 

Brandur Hendriksson verður nú liðfelagi hjá Gunnari Nielsen. FH hevur fyrr havt føroyskar spælarar sum Kaj Leo í Bartalsstovu og Sonna Ragnar Nattestad í hópinum.