City vil hava Sanchez

Pep Guardiola er til reiðar at býta ein stjørnuspælara umframt nógvar pengar, fyri at fáa fatur í Alexis Sanchez

 

Arsenal leikarin, Alexis Sanchez, hevur í alt summar verið settur í samband við eitt skifti úr Arsenal, har hann sambært keldum ikki trívist serliga væl. Alexis Sanchez byrjaði sunnudagin inni tá Arsenal tapti 4-0 móti Liverpool. Dagin eftir dystin var hann so mikið ónøgdur, at hann alment boðaði Arsenal leiðsluni frá, at hann ynskir at vera seldur.

 

Í dag ljóðar at Manchester City er sinnað at keypa kilenska áleyparan frá Arsenal. Harafturat ljóðar at Manchester City venjarin, Pep Guardiola, er sinnaður at lata ein stjørnuspælara í býti, umframt nógvar pengar.

 

Talan er um enska landsliðsleikaran Raheem Sterling, sum Pep Guardiola ynskir at býta um fyri Alexis Sanchez. Tað stendur ongastaðni hvussu nógvar pengar Manchester City er sinnað at rinda afturat, men sambært Daily Mirror er Raheem Sterling áhugaður í at skifta til Arsenal.

 

Flytingargluggin í øllum teimum stóru europeisku deildunum letur aftur fríggjakvøldið.