Coutinho: Eg vildi til Barcelona

Tað váttar Liverpool profilurin í samrøðu

Í alt summar koyrdu leysasøgur um at Liverpool profilurin, Philippe Coutinho, fór at skifta frá Liverpool til Barcelona. Philippe Coutinho spældi heldur ikki við Liverpool teir fyrstu dystirnar av kappingarárinum, av tí at støðan var sum hon var – hóast hann skuldi eitast fyri at vera ryggskaddur.

 

Í gjár úttalaði Philippe Coutinho seg so fyri fyrstu ferð um persónligu støðuna hjá sær í summar. Og við ESPN, váttaði Philippe Coutinho, at hann ynskti at skifta frá Liverpool til Barcelona.

 

-       Tað er ein æra at fáa tilboð frá FC Barcelona, og eg var ógvuliga áhugaður í at skifta til teir. Tað varð tó ikki til nakað, og nú eri eg bert fokuseraður uppá at fáa eitt gott kappingarár við Liverpool og við landsliðnum. Tað er eisini ein stór æra at spæla við Liverpool, og eg virði felagið og áskoðararnar sera nógv, sigur Philippe Coutinho.

 

25 ára gamli Philippe Coutinho, hevur spælt við Liverpool síðani 2013 tá hann skifti frá italska felagnum, Inter.