Drekin vann aftur

5-mannafør dreingir: Jallurin var næstfremsur, og í dag endaði Royndin Fríða á triðja plássi

Drekin vann kappingina millum 5-mannaførini við dreingjum á sundalagsstevnu í Kollafirði ídag. Sigurin var meiri trivaligur, enn hann var fyri einari viku síðani.

Startspurturin sá út til at leggja upp til, at talan fór at verða eins spannandi kapping, sum tað var í Klaksvík fyri viku síðani.

Jallurin var fremstur, og næstir honum vóru Drekin, Sílið og Royndin Fríða.

Áðrenn málið var hálvrógvið, stakk Drekin sítt stevni fram og bjóðaði Jallinum av. Ta kappingina vann Drekin væl og virðiliga. Fram ímóti málinum streyk Drekin avstað og var eina løtu eina heila bátslongd undan tí næsta.

Jallurin helt tørn um næstfremsta plássið, hóast hann eina løtu varð hóttur av Royndini Fríðu, sum tó endaði á triðja plássi.

Sílið, sum á norðoyastevnu var næstfremst, endaði í dag á fjórða plássi.

Hinir fimm bátarnir vóru ongantíð við í kappingini um fremstu plássini.

 

1 Drekin 05.24.45

2 Jallurin 05.26.39

3 Royndin Fríða 05.29.12

4 Sílið 05.30.13

5 Ingibjørg 05.36.37

6 Tjaldrið 05.42.27

7 Silja 05.43.47

8 Heykur 05.46.01

9 Ørnin 05.52.42