Finnur skiftir felag

Finnur Justinussen verður útleigaður til triðbestu deildina hetta kappingarárið

Føroyski framherjin í Fremad Amager, Finnur Justinussen, verður útleigaður til Næstved fram til í summar. Tað boðar felagið frá í dag.

 

- Finnur Justinussen hevur eitt ynski um meiri spælitíð, men tað kunnu vit ikki lova honum. Vit hava gjørt eina avtalu við Næstved, sum er góð fyri allar partar. Vit ivast ikki í, at hann fer at klára seg væl har, sigur ítróttarstjórin í Fremad Amager, Michael Mio.

 

Finnur Justinussen hevur í í tveimum førum roynt seg uttanlands, men hevur ikki ordiliga fingið sítt gjøgnumbrot. Heldur ikki á landsliðnum, hevur hann megnað at fingið sítt gjøgnumbrot, men nú er líkt til, at hann fær spælitíð í Næstved, sum spælir í næstbestu deildin í Danmark.