Fyrimyndin og gullvinnarin

OYGGJALEIKIR: Hoyr prátið Hilmar Jan Hansen gjørdi við Gunnar Dahl Olsen og Torkil Veyhe aftaná heiðursmerkjahandanina

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Gunnar Dahl Olsen og Torkil Veyhe, sum báðir vóru við til at vinna bronsu í liðkappingini í einkultstarti, har Torkil Veyhe vann gull, sum einstaklingur.

 

Gunnar Dahl Olsen, sum er 52 ár droymir um at sleppa at fullføra eitt triathlon á oyggjaleikunum saman við dóttir sínari, og tí útihýsir hann ikki, at hann fer at kappast á oyggjaleikunum í Gibraltar í 2019.

 

Torkil Veyhe greiðir frá, at Gunnar Dahl Olsen er hansara fyrimynd, og hann vónar at kunna halda líka leingi sum Gunnar Dahl Olsen.

 

Í samrøðuni fortelur Torkil Veyhe eisini hvussu stutta fyrireikingartíð hann hevur havt til kappingina í einkultstarti. Hann lendi í Gotlandi fyrrapartin, og tað var beint út til kappingarøkið at kappast og at vinna Føroyum gull.