Gilli fer at skifta felag

Aftaná at hava takkað nei til nýtt tilboð frá Brann tríggjar ferðir, hevur Gilli R. Sørensen nú fingið grønt ljós at finna sær nýtt felag

Føroyski landsliðsleikarin, Gilli Rólantsson Sørensen, hevði í fjør eitt gott kappingarár við Brann í bestu norsku deildini. Men í ár er líkt til, at føroyski leikarin, fer at spæla aðrastaðni.

 

Í vetur hevur Gilli R. Sørensen takkað nei til nýtt tilboð frá Brann tríggjar ferðir, og eftir at Brann nú hevur ov nógvar útlendingar í hópinum, í mun til teir hava loyvi til, hevur Gilli R. Sørensen nú fingið grønt ljós at finna sær nýtt felag.

 

-       Síðani eg havi takkað nei til nýtt tilboð frá Brann tríggjar ferðir, havi eg fingið fingið grønt ljós at finna mær nýtt felag. Brann hevur longu fingið nýggjar spælarar fyri meg, tí í løtuni eru vit 10 útlendingar í hópinum hjá Brann, og tað eru bert lov at hava 9 til Eliteserie dystir, sigur Gilli R. Sørensen.

 

Gilli Rólantsson Sørensen, sum hevur sáttmála við Brann til í summar, sigur tó, at tað er ikki víst, hann fer at skifta felag í hesum flytingarvindeyganum. Tað ger hann bara, um tað rætta tilboðið stingur seg upp.

 

-       Eg havi fingið fyrispurningar úr Onglandi, Danmark og úr Svøríki, og fyri meg snýr tað seg um at finna tað rætta. Um eg verið noyddur at bíða við at finna tað rætta til í summar, so geri eg tað, sigur Gilli Rólantsson Sørensen.

 

Tað er í annaðkvøld á midnátt, at flytingarvindeygað í teimum flestu europeisku deildunum letur aftur.