HB vinnur FM og Manchester City vinnur Champions League (FM1)

(FM1) Teitur Joensen var gestur í Fótbóltspanelinum í SportBoxini á FM1 seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina Fótbóltspanelið, ið var partur av SportBoxini á FM1 seinnapartin.

 

Gestur var Teitur Joensen, ið er innaliga í fótbólti og hondbólti, bæði tí heimliga ítróttinum og altjóða.

 

Verturin, Tróndur Arge og Teitur Joensen viðgjørdi fyrst lutakastið í Champions League og Europa League. Teitur Joensen hevur Manchester City sum favoritt til at vinna Champions League, og hann hevur Chelsea sum favoritt til at vinna Europa League.

 

Tróndur og Teitur viðgjørdu Betrideildina hjá monnum sum høvuðstátt. Har hevur Teitur Joensen HB sum FM favoritt.

 

Tróndur bað eisini Teit tippa hvar tey 10 liðini í Betrideildini enda tá kappingarárið endar. Tróndur bað eisini Teit meta um 2. umfar í Betrideildini. Dystirnir eru: 

 

Klokkan 15: HB-NSÍ (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1)

Klokkan 15: Víkingur-KÍ (Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystunum á FM1)

Klokkan 15: Skála-TB

Klokkan 15: EB/Streymur-B36

Klokkan 16.30 AB-ÍF (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá seinna hálvleiki á FM1)