Janus: Vit duga betur enn hetta

OYGGJALEIKIR: Janus Jakobsen harmast, at hann og liðfelagarnir á kurvabóltslandsliðnum høvdu ov nógvar nervar í dystinum ímóti Gotlandi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2/in.fo gjørdi við Janus Jakobsen, kurvabóltsleikara aftaná 33-90 ósigurin hjá føroyska kurvabóltslandsliðnum ímóti vertoynni, Gotlandi ígjár.

 

Janus Jakobsen harmast stóra tapið, og slær fast: - Vit eru betur enn hetta. Hann heldur, at menn vóru alt ov fjálturstungnir, og tað kostaði teimum dýrt. Hann staðfestir eisini, at føroyska smokkaði púra burtur ímillum í øðrum Quarter, tá Gotland fekk 24 stig, og Føroyar bert fingu trý stig.

 

Janus Jakobsen hevur vónir um, at spælið fæst at ganga betri ímóti Saareema og Minorka. Og hann er bjartskygdur um framtíðina hjá føroyskum kurvabólti. Ung talent eru á veg, og komandi vetur er ein landskapping við fimm liðum.