Lindberg ikki við – Jóhann á Plógv á landsliðnum

Veteranurin á høgra veingi á danska hondbóltslandsliðnum, Hans Lindberg, er ikki við á liðnum, sum skal spæla EM-undankappingardystirnar ímóti Montenegro í næsta mánaði. Hann tekur ein steðg á landsliðnum fyribils

Veteranurin á høgra veingi á danska hondbóltslandsliðnum, Hans Lindberg, er ikki við á liðnum, sum skal spæla EM-undankappingardystirnar ímóti Montenegro í næsta mánaði.

 

Hans Lindberg hevur biðið um at fáa ein steðg á landsliðnum til í summar eftir eitt skeið við skaðum og nógvum dystum.

 

– Vit hava avtalað, at vit í heyst í felag hyggja uppá, hvussu støðan er, sigur Nikolaj Jacobsen í tíðindaskrivi.

 

Liðfelagin hjá Hans Lindberg, Jacob Holm og GOG-vongurin Emil Jakobsen koma upp í hópin og eru teir einastu nýggju á liðnum í mun til liðið frá HM í januar.

 

Casper U. Mortensen, René Toft og Nikolaj Markussen eru úti við skaðum.

 

– Jacob Holm hevur hava vit havt við tvær ferðir, meðan Emil Jacobsen er eitt spennandi, ungt vongtalent, sum vit vegin vilja hyggja nærri uppá, n ú Casper U. Mortensen er skaddur.

 

– Emil er ein av teimum, sum vit vænta, kann kemur upp á A-landsliðið, sigur Nikolaj Jacobsen.

 

Danska liðið til dystirnar ímóti Montenegro sær soleiðis út:

Málverjar: Niklas Landin (THW Kiel), Jannick Green (Magdeburg).

 

Strikuspælarar: Henrik Toft (PSG), Anders Zachariassen (Flensburg-Handewitt), Simon Hald (Flensburg-Handewitt).

 

Vongspælarar: Magnus Landin (THW Kiel), Emil Jakobsen (GOG), Lasse Svan, (Flensburg-Handewitt), Johan Hansen (Bjerringbro-Silkeborg).

 

Bakkar: Mikkel Hansen (PSG), Henrik Møllgaard (Aalborg Håndbold), Jacob Holm (Füchse Berlin), Rasmus Lauge (Flensburg-Handewitt), Mads Mensah (Rhein-Neckar Löwen), Morten Olsen (Hannover-Burgdorf), Nikolaj Øris (Bjerringbro-Silkeborg).

 

Danmark spælir fyrsta dystin ímóti Montenegro á útivølli 10. apríl. Tríggjar dagar seinni hittast liðini í Royal Arena í Keypmannahavn, og har er útselt.

 

/ritzau/