Premier League: Coutinho avsettur

Philippe Coutinho er avsettur til dystin móti Manchester City

Í morgin verður fjórða umfar í Premier League. Fleiri sppælarar kunnu fáa debut fyri sítt nýggja felag, meðan aðrir, sum vóru á veg út, nú skulu halda fram í sínum felagi. Ein teirra er tann so nógv umtalaði Philippe Coutinho í Liverpool.

 

Hann bað persónliga um at sleppa til FC Barcelona, men Liverpool segði kortanei. Heldur ikki eitt boð upp á eina milliard krónur fekk Liverpool til at umhugsa at selja brasilska landsliðsspælaran. Jurgen Klopp, týski venjarin hjá Liverpool, hevur boðið honum vælafturkomnum til venjing, men hevur ikki tikið hann við í hópin til dystin móti Manchester City í morgin.

 

Pep Guardiola, venjari hjá Manchester City, váttaði í dag, at felagið gjørdi eina roynd at keypa Alexis Sanchez úr Arsenal, men avsannaði at Raheem Sterling skuldi brúkast sum mótvekt.

 

Av spælarum, sum hava skift síðani seinasta umfar kunnu nevnast Danny Drinkwater (Leicester) og Davide Zappacosta (Torino) til Chelsea, Mamadou Sakho (Liverpool) til Crystal Palace, Alex Oxlade-Chamberlain (Arsenal) til Liverpool, Renato Sanches (Bayern Munich) leigaður til Swansea, Wilfried Bony (Manchester City) til Swansea, og Serge Aurier (Paris Saint-Germain) og Fernando Llorente (Swansea City) til Tottenham.

 

Premier League 4. umfar:

Leygardagin:

12:30 Manchester City - Liverpool

15:00 Arsenal - AFC Bournemouth

15:00 Brighton & Hove Albion - West Bromwich Albion

15:00 Everton - Tottenham Hotspur

15:00 Leicester City - Chelsea

15:00 Southampton - Watford

17:30 Stoke City - Manchester United

Sunnudagin:

13:30 Burnley - Crystal Palace

16:00 Swansea City - Newcastle United

Mánadagin:

20:00 West Ham United - Huddersfield Town