Sleppur ikki longur framat

Útihýsta Real Madrid-stjørnan leggur mynd út og spyr "Eri eg feitur?"

Hann hevur verið ein av stuðulsleikarunum hjá bæði Real Madrid og spanska landsliðnum, men í løtuni sleppur Isco illa framat í spanska stórfelagnum.


Tað er nýggi venjarin, Santiago Solari, sum eftir øllum at døma ikki hevur eitt gott eyga til Isco, sum hann ikki hevur havt við frá byrjan teir sjey dystirnar, ið hann hevur staðið á odda fyri liðnum.


Í sponskum miðlum hevur verið gitt, at Isco ikki er í nóg góðum formi, men hesum vil Isco ikki finna seg í og spyr á einari viðheftari mynd á instagram (sí omanfyri): ”Eri eg feitur?”


26 ára gamli hevur spælt við Real Madrid síðani 2013, tá ið hann varð keyptur úr Sevilla fyri 225 milliónir krónur. Tað er higartil blivið til 254 dystir og 44 mál fyri spanska høvuðsstaðarfelagið.